Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Við deyða

1,5 % av eftirlønini verður goldið í eina samlagstrygging, sum millum annað veitir trygging við deyða.

Her er yvirlit yvir upphæddirnar, sum verða útgoldnar við deyða. Upphæddirnar eru skattafríar við útgjald.

Um limur er 50 ár ella yngri, so er gjaldið kr. 700.000,00 til eftirsitandi, meðan gjaldið til eftirsitandi hjá limum, ið eru eldri enn 50 ár við deyða, minkar javnt úr kr. 700.000,00 í kr. 300.000,00, t.v.s. kr. 25.000,00 pr. ár.

50 ár 700.000,00 kr.
51 ár 675.000,00 kr.
52 ár 650.000,00 kr
53 ár 625.000,00 kr.
54 ár 600.000,00 kr.
55 ár 575.000,00 kr.
56 ár 550.000,00 kr.
57 ár 525.000,00 kr.
58 ár 500.000,00 kr.
59 ár 475.000,00 kr.
60 ár 450.000,00 kr.
61 ár 425.000,00 kr.
62 ár 400.000,00 kr.
63 ár 375.000,00 kr.
64 ár 350.000,00 kr.
65 ár 325.000,00 kr.
66 ár 300.000,00 kr.


Hjúnarfelagstrygging:
Í samlagstryggingini er eisini ein sonevnd hjúnarfelagstrygging, sum ger, at hjúnafelagi/samlivi hjá limi eisini er umfataður av lívstryggingini – men við helvtarupphædd. Hetta merkir eitt nú, at um hjúnarfelagi/sambúgvi hjá limi, ið er yngri enn 50 ár, doyr, so fær limurin 350.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er helvtin av 700.000, sum er upphæddin fyri limir.

Legg til merkis, at tað altíð er aldurin hjá liminum, ið er avgerandi fyri útgjaldsupphæddini.

At vera sambúgvandi merkir, at tit hava livað saman longri enn tvey ár. "Deilt borð og song", sum tikið verður til. Sostatt er hetta ikki galdandi fyri systkin o.l., tí talan skal vera um hjúnarbandslíknandi samliving.