Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppsøgn og eftirløn

Tá fastløntur limur annaðhvørt ætlar at siga seg úr starvi ella nærkast pensiónsaldri og eigur feriu til góðar í frá undanfarna feriuári og/ella inniverandi frítíðarári, kann viðkomandi velja, um viðkomandi ynskir at halda sína feriu, áðrenn viðkomandi fer úr starvi, ella um viðkomandi ynsir at fara úr starvi uttan at halda sína feriu.

Um viðkomandi heldur feriuna

Um viðkomandi heldur sína restferiu frá undanfarna innvinningarári og/ella feriu frá inniverandi innvinningarári, fær viðkomandi løn í feriuni og 15% eftirløn av feriuni.

Um viðkomandi ikki heldur sína feriu

Um viðkomandi ístaðin ikki heldur sína restferiu frá undanfarna innvinningarári og/ella feriu frá inniverandi innvinningarári, verður restferia frá undanfarna feriuári løgd aftrat uppsagnartíðini, meðan serstaka frívikan verður útgoldin, tá starvið verður uppgjørt. Viðkomandi fær sostatt 15% í eftirløn av restferiuni.

Feria frá inniverandi innvinningarári verður goldin í feriugrunnin, sum so verður útgoldin viðkomandi hin 1.-2. Mai árið eftir. Viðkomandi fær ikki 15% í eftirløn av frítíðarlønini, sum fer í grunn.

OBS!

Arbeiðsgevari hevur ikki rætt til at krevja, at starvsfólk ikki skal halda sína vunnu feriu- hvørgan restferiu frá undanfarna innvinningarári ella inniverandi innvinningarári. Hetta ger starvsfólkið sjálvt av.

Um so er, at starvsfólk hevur planlagt sær tíðarskeið at halda feriu, áðrenn viðkomandi fer úr starvi, og arbeiðsgevari sigur, at starvsfólkið ístaðin skal siga upp stundisliga, ið so fær tær avleiðingar, at ein ikki fær eftirløn av feriupeninginum, ið fer í frítíðargrunnin, so skal starvsfólkið ikki góðtaka hetta. Ístaðin skal starvsfólkið ikki siga upp, men venda sær til Starvsfelagið.