Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Umflokkingar

Mannagongd og starvsmetingarnevndin

Í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er áseting um eina ”Starvsmetingarnevnd”.

Hon kom í sáttmálarnar í 2001, tá ið vit fingu lønarskipanina, sum vit enn í dag hava. Henda lønarskipan er bygd upp í lønarflokkar, sum eru defineraðir eftir starvsinnihaldi og útbúgvingum.

Í starvsmetingarnevndini sita tvey umboð fyri Starvsfelagið og tvey umboð fyri ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Endamálið við lønarskipanini er at tryggja rættvísa løn fyri øll størv, sum sáttmálin fatar um. Lønarskipanin skal tryggja, at javnstøða er millum kynini, tá ið lønin verður ásett. Tá ið størv verða flokkað, verður dentur lagdur á, at greitt samband er millum løn og starvsinnihald, ábyrgd, og hvar tey eru í bygnaðinum. Eisini skal verða tryggjað, at líknandi størv verða flokkað á sama hátt, óansæð á hvørjum stovni tey eru.

Øll størv skulu flokkast, áðrenn tey verða lýst leys

Einki stendur í stað, tað ger arbeiðsmarknaðurin heldur ikki. Størvini broytast í takt við ta menning og økt krøv, sum verða sett til ein nýtímans arbeiðsmarknað. Tí er sera umráðandi, at starvslýsingin javnan verður eftirhugd, so hon kann dagførast eftir teimum broytingum, sum eru gjørdar í starvsinnihaldinum.

Tá ið broytingar henda í starvsinnihaldinum og lønarásetingin skal ásetast, tá er tað, at starvsmetingarnevndin kemur inn í myndina.

Hvussu verður eitt mál so fyrireikað til starvsmetingarnevndina at taka støðu til?

Tað, sum er sera umráðandi, er at ein starvslýsing er til taks, sum lýsir allar uppgávurnar í starvinum, stórar sum smáar. Harumframt hvør ábyrgir og heimildir  liggja í starvinum, t.v.s hvørjum hevur tú ábyrgd av og hvat kanst tú taka avgerð um.

Aloftast er tað leiðslan, sum biður um umflokkingina, og hevur út frá starvslýsingini gjørt meting av, hvønn lønarflokk starvið skal umflokkast í.

Er talan um almennan stovn, sendir leiðslan umbønina um umflokking til sítt aðalráð, sum síðani sendir tað víðari til Lønardeildina í Fíggjarmálaránum. Er talan um ein kommunalan stovn, verður umsóknin send til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nú er málið komið til Starvsmetingarnevndina, og skjølini í málinum verða send til Starvsfelagið við áseting um ein fundardag, har vit møtast at viðgera umflokkingina.

Á fundinum í Starvsmetingarnevndini hava partarnir sett seg væl inn í málið og gjørt sær eina meting um, hvørt lønarflokkurin, sum biðið verður um, er rættur. Oftast eru vit samd um flokkingina, men tað hendir eisini, at vit eru ósamd og ikki vinna undirtøku fyri okkara meting.

Til ber eisini hjá Starvsfelagnum at biðja um at fáa eitt mál um umflokking í Starvsmetingarnevndina vegna ein lim. Málsgongdin er tann sama, men eitt sindur longur, tí tá verður málið sent til stovnin, sum limurin arbeiðir á, til viðmerkingar, og síðani aftur til sáttmálapartin, sum starvið hoyrir undir.

Lønardeildin hevur á síni heimasíðu eina vegleiðing um flokkingar og umflokkingar, les meira her: vegleiðing-um-flokkingar-og-umflokkingar.pdf (cdn.fo)