Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíðarhúsið í Skálavík

Frítíðarhúsini í Skálavík

  • 16 fólk gista væl í snøggu og hugnaligu summarhúsunum í Skálavík.
  • Í húsinum eru trý kømur, har tvey fólk kunnu liggja í hvørjum.
  • Á hemsinum er pláss fyri 10 fólkum at liggja.
  • Stova og køkur eru í einum.
  • Harumframt eru fýrrúm, vesi og durur.
  • Televarp og tráðleyst internet er í húsinum.

Til ber at bíleggja húsini við at nýta formularin niðanfyri ella við at ringja á telefon 614868. 

ì kalendaranum niðanfyri sært tú, nær húsini eru tøk. 

Kontonummar til leigu er: 9181 – 4180196

G.G. Frá 1. januar 2024 verður leigan 400 kr./døgn fyri limir.

Reglugerð fyri leigu av summarhúsunum

Fyri at so nógv sum møguligt kunnu fáa ágóðan av summarhúsinum, er neyðugt at avmarka møguleikan fyri bíleggingum.

Húsini verða fyrst og fremst útleigað til limir. Um húsini eru tøk 14 dagar framman undan ella styttri, so verða tey eisini leigað út til onnur (feløg ella einstaklingar).

Framleiga av húsinum er ikki loyvd.

Háárstíð: 15. mai - 15. september

Tú kanst leiga húsini eina ferð í háárstíð og kann leigumálið í mesta lagi vera 5 dagar. Leigumál fyri háárstíð kunnu bert gerast fyri eina háárstíð í senn. Bíleggingar fyri háárstíð kunnu í fyrsta lagi gerast 15. september árið fyri.

Serligar tíðir, t.e. jól, páskir, hvítusunna og heystfrítíð

Leigumál kunnu í mesta lagi vera 7 dagar. Tað ber ikki til at leiga summarhúsið til somu høgtíð ella heystfrítíðina tvey ár á rað.

Aðrar tíðir

Tú kanst í mesta lagi leiga húsini 7 dagar í senn. Bíleggingin er ikki ávirkað av møguligari bílegging í háárstíð.

Farast skal væl um húsini, sum sjálvandi skulu latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað. Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.

Leigari má sjálvur taka seingjarklæðir og handkløð við.

Samdøgursprísurin er 400 krónur fyri limir. Leigan fyri ikki-limir er 800 kr. fyri samdøgrið. Leigan skal verða goldin í seinasta lagi tvær vikur undan vitjanini. 

Goldið verður í minsta lagi fyri eitt samdøgur (gerandisdagar) og/ella fyri tvey samdøgur í vikuskiftinum. 

Tey, sum leiga húsini, hava skyldu til at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan, og leigarin ábyrgdist fyri teimum, meðan leigutíðin er.

Ikki er loyvt at roykja inni í húsinum. Heldur ikki er loyvt at hava húsdjór inni.

Um avboð verður givið styttri enn 14 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðinum, tá verður full leiga tikin. 

Samtykt á nevndarfundi 15.12.2023

Send fyrispurning

Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send