Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Gestarøðan á landsfundi Javnaðarfloksins 2021

Gestarøðan á landsfundi Javnaðarfloksins 2021 30. August 2021

Súni Sefoss, formaður í Starvsfelagnum, var boðin sum gestarøðari í samband við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum leygardagin 28. august 2021. Røðan, sum Súni bar fram, kann lesast niðanfyri.

-----

Vekjarin ringir. Rembi mær. Upp at pissa. Busti tenn. Kaffiroykur. Jakkar og taskur. Kyssi kvinnu mína og børnini farvæl.

Enn ein gerandismorgun í heimsumfatandi røðini av pendlarum áveg til arbeiðis í miðstaðinum.

Og sama túr heim aftur átta tímar seinni.

Fram og aftur.

Hvønn e-i-n-a-s-t-a yrkadag selji eg ljósastu og vaknastu livitímar mínar.

Fyri løn. At keypa mat fyri. At rinda skuld við. At spæla Gekk fyri. At hugna mær við. Saman við mínum kæru. Tá vit hava frí. Saman.

Ja, lívið er løgið. Pendlaralívið, dagstovnalívið, skúlalívið og arbeiðslívið, har vit fara í hvør sína ætt hvønn morgun og hittast aftur, tá myrkrið fellir á.

Tí, kæru áhoyrarar, er tað so umráðandi, at tímarnir, har vit selja okkara avmarkaðu livitíð, eru góðir og verða virðiliga løntir.

Tað hava øll menniskju uppiborið.

Og tí, kæru áhoyrarar, eru vit fakfeløg til: Fyri at stríðast fyri betri arbeiðsviðurskiftum og hægri løn. Tí øll menniskju hava uppiborið eitt sunt og virðiligt arbeiðslív við rættari og rímiligari løn. So einfalt er tað.

Um Sørvág

Góðu áhoyrarar, takk fyri, at tit hava bjóðað mær at bera fram røðu á landsfundi Javnaðarfloksins her i Sørvági í dag. Ein bygd, sum á so mangan hátt er ein serstøk bygd.

 “Sørvágur tú vakri staður” yrkir Jónvør Joensen, í Sørvágssanginum og rætt hevur hon. Sørvágur og tað ið, liggur kring Sørvág, er ómetaliga vakurt. Sandurin, ið røkkur heilt út á marribakkan, tá streymurin er harður í fjøru, sjógangurin, sum brýtur upp um verjugarðin á niðara vegi, har vit fara válandi og kenna okkum vælkomnan heim og ikki minst fjørðurin, Selvík, Drangarnir, Tindhólmur, Gáshólmur, Skerhólmur, Bøur, Akranes, Gásadalur og so Mykines, sum stendur sum ein vakur verji ímóti tí óunniliga.

Vinnulívið hevur altíð verið nógv í bygdini, skip í hópatali hava verið heimahoyrandi her, smiðjur, ísvirki, handlar og handilsvirkir, umframt útróður hava myndað eitt ríkt og strævið arbeiðslív á keiini.

Og so er ikki at gloyma flogvøllin. Sørvágur hevur altíð verið frammaliga í altjóða høpi og tað takka verið flogvøllinum. Langt áðrenn nakar annar í landinum kendi til Ból og Bita og heimablídni, var hetta púra vanligt her hjá okkum, tá eg var smádrongur. Tað var púra vanligt, at ferðandi gistu hjá privatfólki, tí fólk ikki sluppu avstað vegna vánalig floglíkindi.

Jú, Sørvingar hava hugsað stórt og tað eiga vit at gera. Tí gera vit ikki tað, hava vit ongan møguleika at virka í stóra altjóða heiminum, sum vit so fegin vilja verða partur av.

Javnvág millum familju- og arbeiðslív

Tí ein hin størsta avbjóðingin fyri okkara land og fólk er júst hetta óloysiliga putlispælið, sum eitur javnvág millum familju- og arbeiðslív.

At skipanin ikki tekur nóg nógv atlit til, at menniskju ikki eru maskinur, men livandi verur.

Vit síggja úrslitið hvønn dag:

At hóast vit ongantíð í søguni hava verið tryggari, mettari og ríkari enn júst NÚ - her í Føroyum í 2021 - so er ov nógvur mistrivnaður; ov nógv børn og ung hava ilt í lívinum, og ov nógv vaksin dragast við strongd, angist og tunglyndi.

Her er avgjørt rúm fyri batum. Korona lat upp fyri djúphugsan og nýhugsan.

Okkara arbeiðsmentan er vorðin sjónligari, bæði fyri tað góða og tað minni góða.

Og vit eru vorðin klókari.

Eitt nú prógvaði koronakreppan enn einaferð:

  • at álit og fakligheit skulu til, skal arbeiðsmegin og arbeiðsgleðin blóma.
  • at starvsfólk veruliga ynskja og megna at skapa spennandi og brúkiligar loysnir, tá tey sleppa at prógva sítt virði.
  • Og ikki minst, at arbeiði nýtist ikki at vera stað- ella tíðarbundið, men kann lagast til tørvin hjá tí einstaka, familjuni og arbeiðsplássinum.

Okkara arbeiðshugtak er enn í dag bundið at verksmiðjumentanini í ídnaðarsamfelagnum, har fólk møta inn tíðliga á morgni, avgreiða síni viðurskifti og fara til hús aftur seinnapart. Dag út og dag inn.

Við korona bleiv tað klokkuklárt, at við nútímans tøkni - teldum og tunnlum – kunnu vit skapa ein arbeiðsmarknað leysari av tíð og stað – at uppgávur, fundir og samskifti kunnu skipast øðrvísi.

Vit eru ómetaliga røsk til at umstilla okkum, tá støðurnar krevja tað, og tað vísti løntakarin undir kreppuni so sanniliga, tá alt arbeiðsvirksemi hjá flestu okkara við eitt varð flutt frá arbeiðsplássinum og heim í privatu heimini.

Hesar dýrt keyptu royndir kunnu slóða fyri einum familjuvinarligari arbeiðsmarknaði, har nútímans undirstøðukervi letur upp fyri nýggjum loysnum, nýggjum gerandisrútmum og kanska enntá nýggjum bústaðarmynstrum.

Slíkt hendir ikki eftir einum degi ella einum lógaruppskoti. Men mítt uppáhald er, at royndirnar við korona hava flutt okkara fatan um familju- og arbeiðslív rætta vegin, skjótari enn vit annars høvdu komið. Og tað er gott.

Leiklutur hjá fakfeløgum í dag

Við nýggjastu tiltøkunum í høvuðsvinnu okkara, har fámannaveldið varð staðfest og ríkidømið fólkins latið upp í hendurnar á teimum fáu, er meira enn nakrantíð í nýggjari tíð tørvur á sterkum fakfeløgum. Tí hvussu skal vanligi løntakarin húsast, tá tey múgvandi keypa alt inn undir seg.

Tað er hart at eiga pengar, tí tað kostar at eiga á bók. So keypihugurin er stórur og grammleikin markleysur. Her er onki heilagt. Og tráðanin eftir at fáa ræðið á restini av fólksins ogn, so sum SEV, Føroya Tele og Posta er ørandi.

Men pengarnir mugu plaserast, tað verið seg í feløg, jørð ella fastogn, har prísstøðið fer til himmals og taparin er vanligi løntakarin.

Vit ynskja ikki eitt samfelag, har munurin á okkum er so stórur, at summi svimja í pengum, meðan onnur hava ikki ráð at seta búgv. Vanligi løntakarin skal snøgt sagt hava ráð at liva og virka í Føroyum. Tí mugu vit fakfeløg gera vart við okkum og krevja størri part av køkuni. Tað krevur nógv sterkari fakfeløg og nógv meira samstarv.

Politiska skipanin hevur ikki víst løntakaranum stóran áhuga og vit sóknast eftir at verða hoyrd og tikin við. T.d. vóru fakfeløgini ikki tikin við í tilgongdini við hjálparpakkanum í samband við koronu farsóttina. Hetta var ein gøla, tí sjálvandi skulu løntakaraáhugamálini verða hoyrd og umboðað í slíkum umfatandi átøkum.

Tí setti eg meg í samband við alla fakfelagsrørsluna, við tí fyri eyga, at vit skuldu mobilisera og styrkja okkum og støðu okkara í mun til politiska myndugleikan og arbeiðsgevarasíðuna.

At enda blivu vit heili 30 fakfeløg, sum tóku okkum saman í eitt sonevnt Fakfelagsráð.

Fakfelagsráðið var eftir hetta á fleiri fundum við alla politisku skipanina um átøk og hjálparpakkar, men hetta vóru í flestu førum kunningarfundir, tí tað merktist væl, at avgerðirnar mangan vóru tiknar frammanundan, men fyri at legalisera tað, mátti tað líka vendast við Fakfelagsráðið.

Trípartasamstarv

At gera trípartaavtalur er millum fínastu politisku amboðini í grannalondum okkara. Hetta er, tá ið politiska skipanin, arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar gera langtíðaravtalur um nýskipanir og stór vælferðarframstig, fyri at avtalurnar skulu halda tvørtur um val. Hetta eru fólk, sum vilja og duga at samstarva, samráðast og at taka ábyrgd.

Trípartasamstarv hevur nógvar fyrimunir fyri føroyska lønmóttakaran og fyri samfelagið sum heild. Tað, at landið og arbeiðsgevarin samstarvar væl við fakfeløgini er ein styrki, bæði viðvíkjandi stabiliteti, rættindum og fyri at tilevna eitt gott arbeiðslív.

Sama kann tíverri ikki sigast um føroyskar politikarar, sum lótu núverandi fíggjarmálaráðharra stinga bæði arbeiðsgevarar og løntakarar í bakið, eftir at vit rukku eina søguliga trípartasemju um lærlingaøkið og konjunkturjavnan á vári 2019.

Her var talan um eina slóðbrótandi trípartaavtalu, har allir partar bundu seg til at styrkja lærlingaøkið, so lærupláss eisini eru tøk í ringum tíðum, so vit ikki aftur mangla arbeiðsmegi, næstu ferð búskapurin toppar. Stutt sagt, ein skipan, sum skal tryggja støðugari lærlingapláss, fleiri lærlingar og betri útbúgvingarmøguleikar.

Avtalan fevndi eitt nú eisini um fyrireiking av einum eftirútbúgvingargrunni til vaksnamannalæru, umframt eina konjukturjavnandi skipan fyri almennar íløgur, so vinna og fólk ikki verða so meint rakt av búskaparsveiggjum.

Tíggjutals fólk, bæði embætisverk, fakfelagsumboð og arbeiðsgevaraumboð, arbeiddu í hálvtfjórða ár fyri at koma á mál, og søguligur var dagurin, tá ið vit skrivaðu undir.

Við handarbakinum kveistrar Fíggjarmálaráðið semjuna til viks, og leggur samstundis øll tey mongu, sum hava gjørt semjuna, undir at renna politisk ørindi fyri undanfarna landsstýri. Herundir Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vinnuhúsið, handverksvinnuna og alla fakfelagsrørsluna. Við einum pennastroki varð ein haldfør langtíðarloysn fyri lærlingaøkið avmonterað.

Avleiðingin av hesi gerð var, at ein spírandi føroysk trípartaskipan, har so mong onnur samfelagsmál kundu verið loyst - tvørtur um ár, tvørtur um flokkar, tvørtur um partarnar á arbeiðsmarknaðinum, er steðgað upp og liggur púra deyð.

Eg vóni so inniliga, at Javnaðarflokkurin skjótt kemur aftur í landsstýrið og sum eitt tað fyrsta tekur trípartaavtaluna fram aftur og tryggjar, at avtalan verður gjøgnumførd og førd út í lívið, í tí líki partarnir avtalaðu hana.

Hvat kann Javnaðarflokkurin gera fyri at hjálpa

Eg havi mangan sagt, at løntakarin ikki hevur nógvar vinir í politisku skipanini. Landspolitiskt hevur Fakfelagsrørslan ikki havt nógv at gleðast um.

Tað kennist viðhvørt sum, at tá tosið fellir á arbeiðsmarknaðarmál, so lata øll eygu og oyru aftur. Ella sum ein høgt standandi politikari segði við meg í eini hoyring um mismunarlógina, “Arbeiðsmarknaðarmál eru so ósexut” og vísti til, at áhugin fyri arbeiðsmarknaðarmálum í politisku skipanini er ógvuliga avmarkaður.

Fiskur, tunnlar, vegir, stórar byggingar, loysing og samband og spurningar um høgra og vinstra er helst meira sexut og gevur fleiri atkvøður enn ósexutur arbeiðsmarknaðarpolitikkur.

Veit ikki, um tað er soleiðis og eg skilji tað heldur ikki, men tað tykist sum um, at hetta er politiski holdningurin í Føroyum og veljarin hevur mestsum góðtikið, at soleiðis er føroyskur politikkur.

Og hetta er ikki gott nokk.

Hvussu hevði samfelagið sæð út uttan fakfeløgini? Stutta svarið er helst, at anarki hevði rátt fyri borgum og stórsti parturin av landsins borgarum høvdu verið blóðfátøk.

Góðu áhoyrarar!

Hóast hesa ófrætta kendu kensluna, hómi eg ein glotta fyri framman.

Eg fegnist um, at Javnaðarflokkurin nú – kanska serliga eftir, at hann aftur er í andstøðu – er við at finna aftur til røturnar og hevur sett fleiri arbeiðsmarknaðarmál á skrá.

Flokkurin hevur í seinastuni bjóðað fleiri fakfeløgum inn til fundar fyri at hoyra, hvat tey halda um ymisk arbeiðsmarknaðarviðurskifti, og nú hevur flokkurin boðað frá fleiri uppskotum, ið skulu bøta um viðurskiftini hjá løntakaranum, millum annað hevur flokkurin lurtað eftir okkum, sum vilja hava eina nýggja almenna lønarskipan.

So góðu tit øll!

Eg stuðli tykkum við heilum hjarta við tykkara royndum at seta arbeiðsmarknaðarmál aftur á skrá og næstu ferð Javnaðarflokkurin situr við politisku leiðsluni, áttu tit at umhugsa eitt ráð, sum burturav tekur sær av arbeiðsmarknaðarmálum – eitt arbeiðsmarknaðarmálaráð, sum umsitur áhugamálini hjá øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum.

Hvat kann Javnaðarflokkurin annars gera fyri at hjálpa fakfeløgunum?

Jú, eg haldi, at flokkurin skal halda tað kósina, ið tit nú hava sett á skrá við arbeiðsmarknaðarviðurskiftum. Eg ynski eisini, at tit arbeiða fyri nøkrum ítøkiligum málum, sum Starvsfelagið hevur sett á skrá. Tey eru at stytta arbeiðsvikuna, verja verkfalsrættin, arbeiða fyri størri javnvág millum løntakarar og arbeiðsgevarar, og at vera við til at seta lønarbanka á stovn.

Styttri arbeiðsvika

Málið um styttri arbeiðsviku hevur sum flestu kunnugt verið í tinginum fyrr. Hóast alt talar fyri, at tað er rætt at seta arbeiðstíðina niður, og at hon gagnar øllum, bæði samfelagnum, arbeiðsgevaranum og løntakaranum, fall uppskotið við einum braki, og tað harmar meg almikið.

Fyrimunirnir við styttri arbeiðsviku eru nærum óteljandi – millum annað kunnu nevnast:

  • Størri javnvág millum frítíð og arbeiðslív
  • Minni strongd og harvið minni sjúkrafrávera
  • At tað verður lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, og tey, sum arbeiða niðursetta tíð, nærkast fullari løn og eftirløn
  • Økt dygd í arbeiðinum, minni frávera og betri nøgdsemi

Við at hyggja eftir grannalondunum og í Vesturheiminum yvirhøvur, so er arbeiðstíðin stytt aðrastaðni fyri nógvum árum síðani, meðan vit í Føroyum enn hava lógarásetta arbeiðstíð á 40 tímar. Eg eri takksamur fyri, at Javnaðarflokkurin reisti málið um niðursetta arbeiðstíð í Løgtinginum og gleðist yvir, at málið verður tikið upp aftur og so vóni eg, at politiska skipanin hesaferð fer at geva hesum málinum eina sakliga, gjøla og jaliga viðgerð.

At stytta arbeiðstíðina hevur ein ávísan kostnað við sær, vita øll.

Men tá røddir í politisku skipanini føra fram, at hetta fer at kosta samfelagnum ógvuliga nógv – onkur hevur nevnt umleið 750 miliónir krónur – so er hetta ikki rætt.

Í løtuni eru vit í Starvsfelagnum saman við øðrum farin undir at finna útav, hvør hesin kostnaðurin í veruleikanum er.

Hóast tølini ikki eru almannakunngjørd enn, kunnu vit longu nú staðfesta, at pástandurin og ræðusøgurnar um høga kostnaðin ikki halda.

Um man velur at gera eina lutfalsliga lítla íløgu í eina betri lívsgóðsku hjá einum stórum parti av arbeiðsfjøldini, kemur ein stórur partur av íløguni inn aftur í landskassan gjøgnum skatt, mvg og mótroknaðari pensjón. Fyri ikki at tala um sparingina á heilsuøkinum, tá løntakarin hevur betri lívsgóðsku og minni strongd.

Íløgan verður eisini góð fyri okkara búskap við øktari privatnýtslu.

Nágreiniligu tølini, saman við stórari frágreiðing verða almannakunngjørd fyrsta dagin og tað fer at prógva, at styttri arbeiðstíð gagnar øllum føroyingum.

Verkfalsrætturin

Seinastu árini hava vit javnan hoyrt, at verkfalsrætturin, sum annars er grundlógartryggjaður, skal skerjast.

Hóttanir liggja í luftini, hóttanir, sum beinleiðis eru rættaðar til fakfeløgini, hóttanir, sum siga, at um fakfeløgini ikki vilja gera avtalu um skerjan av verkfalsrættinum, verður lógaruppskot lagt fyri tingið, sum forðar ávísum starvsbólkum grundlógartryggjaða rættin at fara í lógligt stríðsstig.

Hesin framferðarhátturin er ódámligur, ófrættakendur og illa umhugsaður. Og minnir ikki sørt um politiska stýring, sum vit síggja í londum, vit helst ikki vilja samanberast við.

Politiska skipanin skal bara vita, at trýst elvir til móttrýst og øll fakfelagsrørslan átalar staðiliga politisku ætlanum at skerja verkfalsrættin.

Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á fría samráðingarrættin. At lóggeva sjálvan rættin at fara í verkfall frá fakfeløgunum, er at broyta sjálvt grundarlagið fyri sáttmálasamráðingum.

Fakfelagsrørslan er ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum og hevur tryggjað vanliga borgaranum tey livikor, tær arbeiðstreytir og vælferðarskipanir, ið eru.

Tað tykist at vera heilt greitt, at uppskotið, ið var klárt at leggja fyri tingið fyrr í ár, hevur ligið klárt frammanundan. Tí longu á fyrsta verkfalsdegi hjá Pedagogfelagnum nýtti landsstýrismaðurin høvið at leggja uppskotið fram.

Eg skilji væl frustrasjónirnar hjá teimum, ið verða rakt undir einum verkfalli. Men tað eru ikki fakfeløgini, sum skulu lastast fyri tað. Tað er soleiðis, tí politiski myndugleikin hevur avgjørt, at soleiðis skal tað skal vera. Fyrr vóru hesi størvini tænastumannalíknandi størv, men tað hevur politiski myndugleikin avgjørt, at tað skulu tey ikki vera meira og tí eru størvini sett eftir avvarandi sáttmála á økinum og tí er verkfalsrætturin eisini galdandi fyri hesi fólkini.

So trupulleikin liggur ikki hjá fakfeløgunum, men hjá politiska myndugleikanum, ið er tann einasti, sum kann gera nakað við trupulleikan.

Arbeiðsmarknaðurin hevur fyriskipanir, ið kunnu loysa tílíkar avbjóðingar í sáttmálaósemjum, eitt nú Semingslógina og Fasta Gerðarrættin.

Fakfeløgini geva støðugt undantøk í verkføllum, tá lív og heilsa eru í váða. Hetta er eisini gjørt í seinastu ósemjuni, tí var inntrivið heilt óneyðugt.

Tað hoyrdist, at fyrrverandi landsstýrismaðurin við abeiðsmarknaðarmálum, Helgi Abrahamsen, fyrireikaði fund við fakfeløgini um spurningin, men vit hava einki frætt enn og eg veit ikki, um Magnus Rasmussen, núverandi landsstýrismaður hevur somu ætlanir. Kemur slík innbjóðing, so fara vit ivaleyst at lurta, hvat hann hevur upp á hjarta, men sum útgangsstøði haldi eg, at eg kann svara fyri flestu fakfeløg, er grundlógartryggjaði verkfalsrætturin ikki til sølu.

Ikki javnsett

Góðu áhoyrarar,

Flestu okkara eru uppvaksin í einum demokratiskum samhaldsføstum samfelag. Vit elska og vit dyrka okkara demokratisku skipanir. Vit hava øll sama rætt til lækna, skúla, sjúkrahúsverk og aðrar almennar tænastur.

Men tá tað kemur til arbeiðsmarknaðin, so eru vit ikki øll javnt stillaði, eitt nú kann ein arbeiðsgevari draga sítt limagjald í sínum fakfelagi (arbeiðsgevarafelagið) av í skatti. Tað vil siga, at eg og øll onnur, sum gjalda skatt, gjalda fyri limagjaldið hjá arbeiðsgevaranum, tí hann fær sítt fakfelagsgjald borið aftur úr landskassanum.

Løntakarin, sum er limur í fakfelag, kann ikki draga fakfelagslimaskap sín av í skatti.

Er hetta rætt og rímuligt?

Nei, tað haldi eg absolutt IKKI.

Starvsfelagið setti í 2015 frítøkuna av limagjaldi í skattinum á breddan við 12 kjarnumálum, sum felagið setti sær fyri at fáa politisku skipanina at taka støðu til.

Royndirnar at seta frítøkuna av limagjaldi á politisku dagskránna eru higartil miseydnaðar og tað skilji eg slettis ikki.

Hví skulu løntakarnir aftur her verða verri stillaðir enn arbeiðsgevarin? Hví skal mismunur eisini vera her?

Organisatiónsprosentið í Føroyum hevur verið høgt.

Løntakarafjøldin er vaksin nógv seinastu árini, men tað sæst ikki aftur á vaksandi limatali og vit hoyra um okkara ungu, ið ikki kenna til fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga, at tá løntakarafjøldin veksur, so liggur ikki fremst í huganum hjá fólki, at verða partur av kollektivu sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ein trupulleiki, sum fakfeløgini mugu loysa, men tað liggur eisini á myndugleikunum at síggja til, at anarki og beinleiðis lógloysi ikki valdar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vit hoyra javnan um óskipaðan arbeiðsmarknað og tað má steðgast alt fyri eitt, tí óskipaði viðurskifti mugu ikki fáa fastatøkur í okkara annars væl skipaða samfelag.

Um limir í fakfeløgum kundu drigið limagjaldið frá í skatti, hevði einki verið til hindurs hjá løntakarum at lima seg inn í avvarðandi fakfelag, hvørs høvuðsuppgáva er at samráðast um løn og betringar á arbeiðsmarknaðinum, umframt at tryggja at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru í lagi.

Lønirnar í Føroyum eru ikki høgar og tí kann eitt limagjald til eitt fakfelag skjótt verða soldað frá, tá heildarkostnaðurin av einum húsarhaldi skal gerast upp. Og gongur galið á arbeiðsplássinum, okkurt, sum hevur neiliga ávirkan á viðkomandi, kann tað fáa fatalar avleiðingar, um viðkomandi ikki er limur í fakfelag.

Jú fleiri vit eru saman um fakfeløgini, jú betri verður arbeiðmarknaðurin skipaður og harvið verða viðurskiftini hjá arbeiðgevaranum eisini betri. Vit skulu øll hava somu sømdir, og fortreytirnar skulu verða tær somu, um vit skulu virka javnbjóðis á arbeiðsmarknaðinum.

Umframt tey 12 kjarnumálini frá 2015, setti Starvsfelagið 6 nýggj kjarnumál á skrá til løgtingsvalið í 2019.

Sigast skal, at av teimum 12 kjarnumálunum frá 2015, komu 6 av teimum í samgonguskjalið hjá undanfarnu samgongu og okkurt um 9 av teimum blivu avgreidd ella partvís avgreidd undir tí samgonguni.

Av teimum 6 kjarnumálunum frá 2019, sást ikki eitt tað einasta eitt aftur í samgonguskjalinum. Nøkur arbeiðsmarknaðarmál eru løgd fyri tingið, men einki av teimum hevur vunnið frama og eru fallin við einum braki.

Lønarbanki

Og so er tað grammleikin hjá teimum, sum hava ríkiligt. Teimum, ið vit vanligu borgarar so ríkiliga hava hjálpt til teirra ríkidømi. Grammleikin hjá teimum, ið ongantíð fáa nokk.

Fyri ikki at siga, at eg bleiv fratørur, so bleiv eg rasandi, tá eg hoyrdi um seinastu hækkingarnar BankNordik gjørdi á 40 avgreiðslugjøld, lækkan av markinum fyri nær tú skal gjalda negativa rentu og so at fjerna helvtina av sjálvtøkunum kring landið.

Her í Sørvági búgva gott 1200 fólk, hetta økið er eitt tað mest vitjaða í landinum og her er eingin banki og eingin sjálvtøka. Mamma mín er ein tilkomin kona, 85 ár. Hon er sum so nógv onnur í hennara aldri, hon vil hava kontantar pengar, hon vil hava pengarnar í hondini, men tað ber snøkt sagt ikki til. Hon koyrir ikki longur bil, bilurin er seldur og koyrikortið er ikki endurnýggjað, men tað leggja bankarnir líka í, hon skal bara gera, sum tað verður sagt og betala tað, sum bankarnir siga tú skalt betala. Nærmasti banki liggur í aðrari bygd, 10 kilometrar vekk.

Eg eri fult greiður yvir, at bankavirksemi skal geva eitt ávíst avkast, og eg eri fult greiður yvir, at ein banki ikki kann virka uttan avgreiðslugjøld og annað. Tað er ikki har, líktornið situr, men tað er í vinningum, ið eigarnir, tey, ið hava nokk og bara skulu hava meira, skulu hava.

700 milliónir krónur í vinningsbýti komandi árini, segði bankastjórin, at hann skuldi lata út til eigarnar. 700 milliónir krónir!! Og samstundis sum avgjøldini verða hækkaði, varð sagt, at bankin væntaði eitt yvirskot eftir hækkingina á 50 milliónir krónur í ár.

Altso, her er okkurt ravruskandi galið, okkurt sum man blívur ordiliga fratørur av, orsaka nú kom tað, men tað hjálpur sikkurt ikki, so leingi eingin mótstøða er.

Minnist fyri skjótt mongum árum síðani, tá Bank Nordik ella var tað Føroya Banki, heitti á fólk um at keypa partabrøv í bankanum fyri at hjálpa bankanum, tí hann helst manglaði pengar.

Eg var ein av teimum naivu, sum hoppaði upp á lýsingarátakið og keypti 21 partabrøv.

Hesi árini havi eg ikki fingið nevnivert burtúrúr, í øllum førum hevur tað ikki verið nakað gullnám.

Eg skal so leggja afturat, at eg bleiv so rasandi inn á seinasta svínaríið, at eg havi selt partabrøvini. Eg keypti tey fyri 2.500 krónur fyri mongum árum síðani og nú eg seldi, fekk eg góðar 3.200 kr.

Altso ein vinning á góðar 700 krónur!!

Ná men tað positiva í hesum er, at eg ikki skuldi gjalda negativa rentu av hesum 700 krónunum, so tað er so tað, eg havi fingið burturúr.

Gott nokk átti eg bert 21 partabrøv, men píkasjey burdi eg fingið okkurt vinningsbýti hesi árini, men soleiðis fungerar marknaðurin nokk ikki. Eg eri alt ov lítil og óinteressantur, tí tað ræður um at gøða tey stóru, og har eri eg ikki.

Fleiri 100 tals milliónir eru latnar í vinningsbýti seinastu árini so tað má verða onkur, sum fær gagn av mínum parti, sikkurt onkur, ið frammanundan hevur ivaleyst og kanska meira enn tað.

Eg havi nú kvittað alt mítt virksemi við Bank Nordik og havi eini klár boð til politisku flokkarnar: Hjálpið okkum at stovna okkara egna banka – ein løntakarabanka, ið tænir áhugamálunum hjá løntakaranum, sum er tvungin til at hava lønarkonto í einum banka.

Endin

Eg vildi so fegin havt tíð til at komi inn á fleiri viðurskiftir, men stundir eru tíverri ikki til tað.

Eg vildi fegin komið nærri inn á millum annað grønu orkuna, heimsmálini hjá ST, bústaðarviðurskiftini, javnrættindir,  eldrapolitik, hvussu umráðandi tað er at hava ein sterkan Public Service stovn, prekariatið, Afganistan og flóttafólk.

-----

Góðu tit øll,

Eg vil enda við at siga tykkum, at vit seta álitið á tykkum sum politiska flokk løntakaranna.

Gloymið ikki upprunan.

Ver flokkurin, ið stríðst fyri javnvág í samfelagnum og verið ímyndin av samhaldsfesti.

Stríðist fyri at betra korini hjá løntakaranum og verið tann mótvektin ímóti fámannaveldinum, vit í dag hava í føroyskum politikki.

Haldið áfram at seta arbeiðsmarknaðarmál á dagskránna, eisini tá tit koma í samgongu.

Vit trúgva uppá, at tað kann lata seg gera. Saman kunnu vit gera stóran mun og tryggja øllum nøktandi livikor.

-----

Takk fyri møguleikan eg her fekk at røða fyri tykkum, framhaldandi góðan landsfund og blíðan byr.

Takk fyri.


Flaggdagur og dýri biðidagur eru heilir frídagar

  24-04-2024

30 leiguíbúðir byggjast í Klaksvík

  23-04-2024

Byggja 33 nýggjar íbúðir á Argjum

  19-04-2024

Skrivstovan er stongd næstu dagarnar

  09-04-2024

Henrik er okkara nýggi løgfrøðingur

  05-04-2024

Starvsfelagið fer í páskafrí

  21-03-2024

Maria er ársins álitisfólk 2024

  15-03-2024

Skrivstovan er stongd í dag 11. mars

  11-03-2024

Atgongumerki til festivalar

  07-03-2024

Nýtt Starvsblað er útkomið

  28-02-2024

Ársins álitisfólk 2024

  23-02-2024

Aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum 2024

  13-02-2024

Aðalfundur verður 9. mars 2024

  12-02-2024

Sosialráðgevarar framvegis ov nógv mál

  02-02-2024

Endurlýsing: Starvsfelagið søkir eftir løgfrøðingi

  25-01-2024

Súni heldur fram sum formaður

  16-01-2024

Sjavskapping 25. januar 2024

  11-01-2024

Telefonavgreiðsla framhaldandi skerd

  08-01-2024

Gleðilig jól frá Starvsfelagnum

  21-12-2023

Starvsfelagið søkir eftir løgfrøðingi

  20-12-2023

Uppstilling til forfólkaval í Starvsfelagnum

  15-12-2023

Kringvarpið: Politiska skipanin má gera meira

  15-12-2023

Telefontíðin verður skerd

  01-12-2023

Eingin lætti til tey, sum veruliga tørva tað

  22-11-2023

Gerið eina bjargingarætlan fyri Kringvarpið alt fyri eitt!

  14-11-2023

Skrivstovan er stongd 8. novembur

  08-11-2023

Kunning frá Starvsfelagnum um málið í Fasta Gerðarrætti

  04-11-2023

Innkallað í Fasta Gerðarrætt

  03-11-2023

Starvsfelagið fer í Fasta Gerðarrætt í dag

  03-11-2023

Samhugaverkfallið er avlýst

  03-11-2023

Starvsfelagið fer í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

  02-11-2023

Privata húsarhaldið er alsamt meira kroyst

  26-10-2023

Yvirlýsing samtykt á fundi í Smæruni 23. oktobur 2023

  24-10-2023

Sjavskapping fyri limir

  19-10-2023

Hugnakvøldið 3. nov er fullteknað

  18-10-2023

Britta Lejon nýggj forkvinna í PSI

  18-10-2023

Starvsfelagið á vitjan í ILO

  18-10-2023

Fakfeløg kring knøttin: Steðgið krígnum í Ísrael og Palestina

  17-10-2023

Leiðslan viðvirkar til happing á arbeiðsplássinum

  12-10-2023

Hugnakvøld fyri limum

  10-10-2023

Her er kanningin um happing

  09-10-2023

Limakanning: Fimti hvør kennir seg happaðan

  03-10-2023

Lønin hækkar í vikuskiftinum

  28-09-2023

Skrivstovan er stongd seinnapartin

  22-09-2023

Skrivstovan er stongd 20. septembur

  19-09-2023

Limahandbókin er virkin aftur

  13-09-2023

Limahandbókin er óvirkin

  11-09-2023

Einki um okkum uttan um okkum – ella hvussu var tað?

  01-09-2023

P/F Fakfelag hevur keypt LÍV

  01-09-2023

Panelorðaskifti um veðurlagsátøk

  30-08-2023

NSO ráðstevna: Veðurlagsbroytingar og trygd á breddanum

  29-08-2023

Fakfeløgini hava superkreftir á umhvørvisøkinum

  29-08-2023

Serfrøðingur: Vitlíki kann vera ein fongur - um vit duga

  29-08-2023

Felagið fer í summarfrí

  13-07-2023

Vit seta sjóneykuna á happing

  07-07-2023

Ísland er fyrimyndin í fakfelagslimaskapi

  06-07-2023

Fakfeløg eru grundarsteinur undir fólkaræðinum

  30-06-2023

Summarstarv – hvørji rættindi hevur tú?

  22-06-2023

Stytt arbeiðsvika: hvat hendir nú?

  21-06-2023

Er Landsbankin vorðin ørindasveinur arbeiðsgevarans?

  07-06-2023

Formaðurin í Búskaparráðnum villeiðir

  31-05-2023

Skrivstovan er stongd fríggjadagin 26. mai

  25-05-2023

Fakfeløg, umhvørvið og bústaðir

  17-05-2023

Keypiorkan hjá limum felagsins framvegis hótt

  15-05-2023

Kunning til limir viðv. leigu av Smæruni

  08-05-2023

Góðan altjóða arbeiðaradag

  01-05-2023

Gleðiligar páskir

  05-04-2023

Hava tit gloymt dagrøktararnar?

  30-03-2023

Skrivstovan er stongd komandi dagarnar

  28-03-2023

Birita heldur fram sum næstforkvinna

  17-03-2023

Anna er ársins álitisfólk 2023

  09-03-2023

GÓÐAN ALTJÓÐA KVINNUDAG 2023

  08-03-2023

Kunning í sambandi við veðurforfall

  20-02-2023

Vælkomin á aðalfund

  10-02-2023

Ársaðalfundur í Samlagstryggingargrunninum

  06-02-2023

Birita og Borgný halda fram í nevndini

  02-02-2023

Limatiltak: Sjavskapping

  11-01-2023

Viðmerking til Anfinn Garðalíð

  04-01-2023

Uppstilling til nevndarval í Starvsfelagnum

  03-01-2023

Hvar fór fakfelagsandin og samhaldsfestið hjá fakfelagsformanninum?

  02-01-2023

Gleðilig jól og gott nýggjár

  22-12-2022

Kann arbeiðsgevarin hava eftirlit við starvsfólki?

  20-12-2022

Avgerð: Full eftirløn eftir 67 ára aldur

  19-12-2022

Nýggir sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta

  12-12-2022

Stilla upp til umboðsráðsvalið hjá LÍV

  09-12-2022

Næstforkvinnan skrivar: Løntakarin, vallyftir og nýggj skattaskipan

  30-11-2022

Limagjaldið skal dragast frá í skatti

  25-11-2022

Føroyingar ynskja styttri arbeiðsviku

  24-11-2022

Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

  18-11-2022

Nevndarlimurin skrivar: Fakfeløg fyri umhvørvið

  15-11-2022

Hugnakvøldið er fullteknað

  24-10-2022

Rakar skattalættin rætt?

  18-10-2022

Lønirnar hækka í vikuskiftinum

  30-09-2022

Viðmerkingar frá Fakfelagssamstarvinum til Búskaparfrágreiðingina

  05-09-2022

Skrivstovan stongd 1. og 2. septembur

  01-09-2022

Mary nýggj í starvi hjá Starvsfelagnum

  22-08-2022

Starvsfelagið fer í summarfrí

  18-07-2022

Norðurlendsk ráðstevna í Göteborg

  30-06-2022

Yvirtikin starvsfólk fáa eisini lønarhækkingar

  15-06-2022

Álitisfólkafundur í Starvsfelagnum

  10-06-2022

Starvsfelagið yvirtikið sáttmálaøki frá HK

  02-06-2022

Løgfrøðingur til Starvsfelagið (tíðaravmarkað starv)

  30-05-2022

Sambandsflokkurin á vitjan

  21-05-2022

Starvsfelagið á vitjan í Eysturoynni

  18-05-2022

Starvsfelagið á vitjan í Norðoyggjum

  11-05-2022

Skrivstovan er stongd

  02-05-2022

Flaggdagurin er heilur frídagur

  22-04-2022

Altjóða arbeiðaradagurin 1. mai

  21-04-2022

Rætturin til frítíð við løn

  01-04-2022

Rættleiðing: Eingin politikari er á okkara lønarlista

  22-03-2022

Norðurlendsk fakfeløg mótmæla russisku innrásina

  18-03-2022

Birita er nýggj næstforkvinna

  15-03-2022

Karina Petersen er ársins álitisfólk 2022

  11-03-2022

Góðan altjóða kvinnudag

  08-03-2022

Tvey nýggj í nevndini

  07-03-2022

Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi

  25-02-2022

Fíggjarstøðan við pensjónsaldur

  18-02-2022

Aðalfundur Starvsfelagsins

  16-02-2022

Aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum

  08-02-2022

Hoyringssvar: Broyting í løgtingslógini um Kringvarp Føroya

  08-02-2022

3 valevni til nevndina

  02-02-2022

Nýggir sáttmálar fyri land og kommunur

  14-01-2022

Álitisfólk kallað á fund um semingsuppskot

  12-01-2022

Semingin er byrjað

  10-01-2022

Sáttmálin fyri Posta longdur

  22-12-2021

Gleðilig jól

  21-12-2021

Haldið fingrarnar vekk frá Strandferðsluni!

  17-12-2021

Sáttmálasamráðingar: Semingsstovnurin boðsendur

  29-11-2021

Álitisfólkafundur 1. desembur 2021

  25-11-2021

Rættleiðing til stjóran í Vága Floghavn

  12-11-2021

Rættarmál: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn

  09-11-2021

Skrivstovan stongd fyri vitjandi í 2 vikur

  05-11-2021

Foreldur fáa løn undir sóttarhaldi hjá børnum

  26-10-2021

Áheitan á stýrið fyri Bústaðir

  21-10-2021

Posta burturvísti av órættum

  14-10-2021

Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

  13-10-2021

Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar

  05-10-2021

Álitisfólkaval fyri skeiðið 2021-2023

  04-10-2021

37 tíma arbeiðsvika - betri trivnaður og familjulív

  01-10-2021

Nógvir fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

  29-09-2021

Krøvini vórðu handað pørtunum á fyrsta samráðingarfundi í dag

  22-09-2021

60 ára veitslan 18. septembur 2021

  21-09-2021

Samráðingar fara nú í gongd

  06-09-2021

Gestarøðan á landsfundi Javnaðarfloksins 2021

  30-08-2021

Starvsfelagið vil javnseta almenn sett starvsfólk

  13-08-2021

Set ferðina niður í summar

  03-08-2021

Góða ólavsøku

  27-07-2021

Starvsfelagið er í summarferiu

  18-07-2021

Eingin semja um starvsfólk á flogvøllinum

  25-06-2021

Stríðið steðgar ikki her

  21-06-2021

Álop á okkara vunnu rættindi

  19-06-2021

Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

  17-06-2021

Heilsan frá fyrrverandi formanni

  15-06-2021

Álop á fakfelagsrørsluna

  15-06-2021

Stuðulsyvirlýsing

  13-06-2021

Starvsfelagið átalar Samherja

  27-05-2021

Betri verju av starvsfólkum í útsettum størvum

  25-05-2021

Løntakaraverndin, sum føroyingar ikki mugu fáa

  11-05-2021

Vísið barnaverndini virðing!

  06-05-2021

Gevið S&K sættu frívikuna!

  23-04-2021

Familjufyrisitingin: Yvirtikin og stóra lønarlækking

  14-04-2021

Fíggjarmálaráðið villleiðir

  26-03-2021

Fíggjarmálaráðið leggur upp til stríð um yvirtøkur

  25-03-2021

Førleikamenning innan fyrisiting

  10-03-2021

Aðalfundur verður leygardagin

  03-03-2021

Starvsblaðið - ársrit fyri 2020-2021 komið út

  02-03-2021

Samlagstryggingargrunnur skift navn og formann

  26-02-2021

Tøkk fyri vitjanir og heilsanir

  25-02-2021

Starvsfelagið feiraði stovningardagin

  23-02-2021

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

  22-02-2021

Fakfeløg mótmæla

  12-02-2021

Eykaaðalfundur í Starvsmannafelagnum

  28-01-2021

Samskiftisfólk til Starvsfelagið

  28-01-2021

LÍV brúkar nú Samleikan

  18-12-2020

Samhugaverkfallið avlýst

  08-12-2020

Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

  08-12-2020

Starvsfelagið fer í samhugaverkfall

  07-12-2020

Starvsmannafelagið hevur avhendað sáttmálakrøv

  06-12-2020