Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur


Starvsfelagshúsini

Leiguprísir fyri limir:

Døgnleiga - vanlig samdøgurstiltøk: 2.000 kr.
Dagleiga - heildagstiltøk, fundir o.l.: 1.000 kr.
Kvøldleiga - styttri tiltøk ella fundir: 500 kr.

Leiguprísir fyri fólk, ið ikki eru limir:

Døgnleiga - vanlig samdøgurstiltøk: 5.000 kr.
Dagleiga - heildagstiltøk, fundir o.l.: 3.000 kr.
Kvøldleiga - styttri tiltøk ella fundir: 2.000 kr.

Felagshølini hóska væl til tiltøk og hátíðarløtur av ymsum slag. Pláss er fyri 120 fólkum. Borð og stólar kunnu setast upp eftir egnum ynski, hetta ger leigari sjálvur. Felagshølini hava køk við vanligum steintoyi og kaffimaskinu. Køkurin er tó ikki egnaður til matgerð. Í hølunum eru allir nútímans hentleikar til fundarvirksemi, tað er uppvørpa, whiteboard, ljóðanlegg o.a.

Kontonummar til leigu er: 9181 – 4180196

Bílegging av hølunum fer fram við at senda teldupost á starvsfelag@starvsfelag.fo ella við at ringja á telefon 614868.

Tøknilig útgerð

Í hølunum hjá Starvsfelagnum hava vit sett upp eina videokanón, lørift, uppvørpu, hátalaraannlegg og tráðleyst internet. Netið er opið og krevur ikki loyniorð.

Ljóðið verður tendrað við at trýsta kontaktina á anlegginum og at tendra sjálva mikrofonina. Vit hava tvær tráðleysar mikrofonir, eina hándhildna og eina við headset. 

Vit vegleiða tykkum fegin, tá ið tit heinta lykilin.

Reglugerð fyri leigu av hølum Starvsfelagsins

1. Hølini kunnu útleigast til limir og onnur.

2. Farast skal væl um hølini.
Tey skulu sjálvandi latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað. Um tit ikki hava vaskað nóg væl eftir tykkum, verður rokning uppá 1000 kr løgd afturat leiguni. 
Endurgjald verður kravt fyri møguligar skaðar á innbúgv og útbúnað.
Ikki loyvt at roykja í hølum felagsins.

3. Hølini verða útleigað til hesi endamál:

  • Fundir og tiltøk
  • Fundir og tiltøk við samkomu aftaná
  • Framsýningar
  • Framførslur (tónleikur, sjónleikur o.a.)
  • Veitslur o.l., tó ikki til ungdómsveitslur

4. Øll útgerð, sum er í hølunum, er roknað upp í leigukostnaðin. 
Útgerðin má ikki verða tikin út úr húsinum. Verður nakað av týdningi brotið, verða tit biðin um at siga okkum frá - endurgjald verður lagt afturat leiguni.

5. Leiguprísir fyri limir
Limir leiga hølini fyri serprís. Skipa limir fyri fakligum tiltøkum ella fundum, verður ongin leiga tikin. 

6. Skyldur
Tey, sum leiga hølini, hava skyldu til at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan. Leigarin verður ábyrgdaður, meðan leigutíðin er.

Leiðbeining
  • Lykilin verður koyrdur í postkassan uttanfyri, tá tit eru liðug.
  • Ruddið borðini út í garaguna, og stólarnir skulu stáplast inni í salinum.
  • Vegleiðing til uppvaskimaskinuna hongur á innaru skápssíðuni omanfyri vaskið í køkinum.
  • Koyristólar sleppa inn aftanfyri og út í garðin
  • Hølini verða ikki útleigað til ungdómsveitslur/tiltøk.
  • Hølini eru egnað til max 120 gestir.
  • Ikki er loyvt at taka steintoy o.a. út úr húsinum.
  • Ikki loyvt at roykja í hølum felagsins.
  • Heitt verður á tykkum um at tøma frystara, køliskáp og skrellispannir. Ruskbingjan stendur inni í frámerktum rúmi millum Starvsfelagshúsið og Smæruna.
  • Minnist til at taka allar egnar lutir við heim (eisini gloymd klæðir)
  • Vinarliga heitið á gestir tykkara ikki at parkera frammanfyri innkoyring hjá grannunum her.
  • Vit senda rokning eftir vitjanina, um leigan ikki er goldin frammanundan.