Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Upplýsingarskyldan hjá umsøkjaranum

Ein umsøkjari skal svara reiðiliga, loyalt og til fulnar, tá ið hann verður spurdur, t.d. í sambandi við eina setanarsamrøðu.

Tó hevur hann bert skyldu at svara spurningum, sum eru neyðugir og viðkomandi fyri setanina og fyri at halda tær lógar- og sáttmálareglur, sum starvið er fevnt av.

Um privatlívið

Umsøkjanin skal sjálvandi svara spurningum um fakliga bakgrund, útbúgving og arbeiðsroyndir eins og vanligum spurningum um familjuviðurskifti, so sum hjúnabandsstøðu, børn og persónlig áhugamál.

Tó skal hann ikki svara spurningum um viðurskifti, sum eru heilt privat og óviðkomandi fyri starvið.

Av tí, at sáttmálarnir geva rætt til at halda frí, tá ið børnini eru sjúk, skal umsøkjarin t.d. svara spurningum um, hvussu nógv børn hann eigur, og hvussu gomul tey eru. Hann skal upplýsa, um hjúnafelagin eisini hevur rætt til sáttmálafrí, men skal neyvan upplýsa navnið á hjúnafelaganum, ella hvar hjúnafelagin arbeiðir.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, 2. udg, s. 126 ff.

Heldur ikki skal umsøkjarin svara spurningum um fakfelagslimaskap, politiska áskoðan, átrúnað, privat fíggjarviðurskifti, kynsliga sannføring og líknandi viðurskifti, sum eru heilt privat og óviðkomandi fyri starvið.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, 2. udg, s. 126 ff.

Skylda er at kunna arbeiðsgevaran um viðurskifti, sum umsøkjarin veit ella átti at vitað hava munandi týdning fyri starvið. Verður umsøkjari spurdur og tegir um viðurskifti av munandi týdningi fyri starvið, kann hetta fáa starvsligar avleiðingar.

Um sjúku

Umsøkjarin skal av sínum eintingum upplýsa um sjúku, um hann veit, at sjúkan helst fer at elva til óarbeiðsføri, sjúkrafráveru ella skert arbeiðsavrik. Hetta er ein fylgja av § 5, stk. 1 í starvsmannalógini, sum ásetir, at sjúka er ikki lógligt forfall, um so er, at starvsfólkið við sviki hevur dult sjúkuna burtur.

Dansk Funktionærret, Carlsen,  8. udg, s. 147 og Funktionærret, Andersen, s. 422 ff.

Tó skal ikki upplýsast um eina og hvørja sjúku. Upplýsast skal um kroniska sjúku, sum væntandi fer at elva til týðandi óarbeiðsføri. Sjúkan skal kunna hava munandi týdning fyri ítøkiliga arbeiðið. Sjúka, sum umsøkjarin heldur seg vera endaliga grøddan fyri, hevur hann ikki skyldu at upplýsa um. 

Tað er tann svikafulla gerðin, ið er avgerandi. Talan er her um, tá ið umsøkjarin tilvitað hevur givið villleiðandi upplýsingar, ella tilvitað hevur dult sjúku av týdningi arbeiðið, fyri arbeiðsgevaranum.

Um starvsfólkið fyri starvssetan dylur viðkomandi sjúku fyri arbeiðsgevararanum, verður forfall, ið stendst av sjúkuni, ikki mett lógligt. Starvsfólkið kann tá verða drigið í løn, og forfallið kann fáa starvsrættarligar avleiðingar.

Um viðgongu og barnsburð

Útgangsstøðið er, at tað er ikki loyvt arbeiðsgevara at taka við í metingina, hvørt ein kvinna, ið søkir eitt starv, er við barn, ella fer at eiga skjótt. Tað er í stríð við javnstøðulógina, sum hevur til endamáls at fyribyrgja øllum mismuni millum kvinnur og menn.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, 2. udg, s. 127 ff.

Tó hevur kvinna sambært § 6, stk. 2 í starvsmannalógini og § 8, stk. 1 og § 6, stk. 1 í sáttmálunum fyri ávikavist landið og kommunurnar og fyri dagrøktararnar skyldu at boða arbeiðsgevara frá í seinasta lagi 3 mánaðir, áðrenn hon er sett at eiga. Talan er um upplýsingarskyldu, sum hevur týdning fyri ta praktisku tilrættisleggingina hjá arbeiðsgevarunum. Arbeiðsgevarin kann tó ikki vraka starvskvinnuna orsakað av, at hon er við barn og er sett at eiga skjótt.

Spyr arbeiðsgevarin um graviditet ella barnsburð hevur umsøkjarin ikki skyldu at svara, og vantandi upplýsing um støðuna kann ikki seinni nýtast sum uppsagnargrund. Hetta, tí tað, sum sagt, er ólógligt at leggja dent á barnsburðin í sambandi við eina setan. 

Funktionærret, Sv. Andersen o.fl., s. 139
Sí annars dómur frá ES-dómstólinum frá 3. februar 2000 (mál nr. C-207/98) um vikariat og umrøðu í Funktionærret, Sv. Andersen o.fl., s. 140