Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Samfelagið flytir seg allatíðina

Samfelagið flytir seg allatíðina

Tekstur: Sveinur Tróndarson
Myndir: Jens Kr. Vang

Starvsfólkastjórin hjá Føroya Tele sigur tað hava stóran týdning, at ein so stór fyritøka og eitt so stórt arbeiðspláss, sum Føroya Tele er, gongur undan, tá tað snýr seg um menning. – Arbeiðsmarknaðurin er ikki longur skipaður sum hann var fyri bara nøkrum fáum árum síðan, og tað mugu vit taka til okkum, sigur hon

- Hjá okkum snýr tað seg um at skapa eitt áhugavert arbeiðspláss, so vit fáa fatur á teimum allarbestu starvsfólkunum. Tí er tað ein uppgáva hjá okkum at tillaga møguleikarnar í fyritøkuni til gerandisdagin í dag, og millum annað av teirri grund hava vit givið starvfólkunum møguleika til at arbeiða heimanífrá, har umstøðurnar loyva tí. Eingin arbeiðir bara heimanífrá, men tað er ein møguleiki, sum verður boðin afturat.

Tað sigur Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkastjóri hjá Føroya Tele, tá vit hittast til eitt prát um hybrid arbeiðspláss á høvuðsskrivstovuni í Klingruni í Hoyvík.

Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum tykist tað, sum er tað meira vanligt í grannalondum okkara, at fólk kunnu arbeiða heimanífrá – ella desentralt – onkrar dagar í viku, eisini eftir, at tær flestu fyritøkur, sum kundu royna hetta, gjørdu tað, tá koronufarsóttin legði landið lamið í nakrar vikur.

Tá kom týðiliga til sjóndar, at tað bar hjá einum øgiliga stórum parti at arbeiða heimanífrá, men kortini letur tað til, at tey flestu eru farin aftur til tað gamla, har fólk møta á arbeiðsplássinum.

Kortini eru arbeiðspláss, sum hava broytt støðu til hetta við fjararbeiðsplássum, hybridum arbeiðsplássum ella heimaarbeiðsplássum ella hvat vit velja at kalla tað.

Dagføra okkum alla tíðina

Sambært Rakul Svabo Róadóttir skapti koronutíðin spontant nakrar umstøður, sum gjørdu, at mann royndi ymsar leistir við heimaarbeiði. Tó er Føroya Tele eitt av arbeiðsplássunum, sum yvir longri tíð hevur havt fokus á at dagføra fyritøkuna, so hon passar til dagin í dag.

- Føroya Tele er ein av teimum stóru fyritøkunum í samfelagnum og tí hava vit allatíðina eyguni eftir, hvussu vit kunnu tillaga – ella dagføra – arbeiðsplássið og møguleikarnar her, sigur starvsfólkastjórin.

Hon er tilvitað um, at tey yngru, sum nú koma út á arbeiðsmarknaðin, hava eina heilt aðra tilgongd til arbeiði enn tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð, og tað mugu fyritøkurnar laga seg til.

- Um vit ikki gera tað, so velja tey okkum frá, og so eru tað vit, sum tapa, sigur Rakul Svabo Róadóttir.

Hon vísir á, at tað í dag finnast fólk, sum, heldur enn bara at hava tann eina arbeiðsgevaran, velja at arbeiða við verkætlanum hjá fleiri arbeiðsgevarum, og eisini tað mugu dagsins arbeiðsgevarar duga at laga seg til.

Fólkini velja sjálvi

Tá tað snýr seg um møguleikan at arbeiða heimanífrá, so hevur tilgongdin hjá Føroya Tele verið tann, at starvsfólkini í samráð við nærmasta leiðara gera av, um tey kunnu arbeiða heimanífrá onkran dag í vikuni. Harafturat hava vit givið teimum eitt amboð, sum letur upp fyri møguleikanum at hava enn meira sjálvræði yvir egnari arbeiðstíð. Ein av kørmunum um amboðið er, at starvsfólk eru tøk eitt ávíst tíðarrúm á degnum, restini av tíðini hevur hvør einstakur ræði yvir.

- Tað hevði stóran týdning fyri okkum, at hetta skuldi gerast í samstarvi við deildirnar og starvsfólkini, og tí varð tað latið upp til teirra at gera av, um tey tóku av møguleikanum. Ein stórur partur av deildunum hava tikið av møguleikanum, og hetta skapar enn meira sjálvræði yvir arbeiðstíð og arbeiðsstaði, sigur starvsfólkastjórin hjá Føroya Tele.

Eisini hon er fullgreið yvir, at tað eru starvsfólk, ið ikki ynskja at arbeiða heimanífrá ella at hava meira sjálvræði í mun til arbeiðstíð, og hetta verður eisini virt fult út.

- Harafturat eru ikki allar deildir, ið hava møguleika at arbeiða heimanífrá og innanfyri nakrar givnar karmar verður hugt efti, hvussu hesi starvsfólk kunnu skipa seg meira fleksibult, leggur Rakul Svabo Róadóttir afturat.

Væl móttikið

Sambært starvsfólkastjóranum taka starvsfólkini væl ímóti møguleikunum, ið leggja upp til størri fleksibilitet í arbeiðsdegnum.

- Vit leggja øgiliga stóran dent á trivnaðin og vit gera eisini árligar trivnaðarkanningar fyri at tryggja, um vit eru á rættari leið. Í nýggjastu trivnaðarkanningini, sum varð gjørd í heyst, eru úrslitini øgiliga góð, sigur Rakul Svabo Róadóttir.

Fyri Føroya Tele snýr tað seg fyrst og fremst um at skapa eitt gott og nútíðarhóskandi arbeiðspláss, har starvfólkini verða tikin við upp á ráð, tá tað snýr seg um, hvussu arbeiðsdagurin er samansettur. Hon leggur afturat, at eitt hybrid arbeiðspláss við meira sjálvræði og heimaarbeiðsplássum somuleiðis setir nøkur nýggj krøv til leiðslu. Henda partin hevur Føroya Tele somuleiðis fokus á, soleiðis at leiðararnir vera latnir væl í til at møta nýggju umstøðunum og háttinum at leiða uppá.

- Um vit kunnu vera við til at skapa eina betri javnvág millum arbeiðspláss og frítíð, so er tað við til at økja um áhugan hjá fólki at søkja arbeiði hjá okkum, sigur Rakul Svabo Róadóttir.

Og tað er í grundini tað, sum tað snýr seg um. At skapa eina fyritøku, sum hevur eina atdráttarmegi, sum ger, at fólk vilja vera verðandi ella vilja sleppa at arbeiða har.

- Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum at vera fremst í menningini og at ganga undan fyri at skapa eitt gott arbeiðspláss, leggur starvsfólkastjórin afturat.