Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

 

Smæran

Oftari enn tú gevur tær far um, hava umstøður og umhvørvi stóran týdning, tá tú skalt leggja ein boðskap fram. Tað ræður um at kveikja tey, ið møtt eru. Í Smæruni bjóða vit bestu karmar, har tú ert í eygnahædd við tínar luttakarar.

Smæran er mitt í býnum og nær øllum, sum miðbýurin hevur at bjóða.

Skrivstovur

Í Smæruni eru 15 skrivstovur, har ymisk fakfeløg og eitt aðalráð halda til. Her eru fyrsta floks umstøður, felags kantina og 3 fundarhøli til leigararnar at gera brúk av.

 

Høllin í Smæruni

Høllin í Smæruni er ætlað til framløgur, framførslur og fyrilestrar av alskyns slagi. Her kanst tú fyriskipa  smærri konsertir, ymiskar framførslur, fyrilestrar og undirvísing, ein hóskandi karmur til títt fjølbroytta innihald.

Til hesi endamál hevur høllin allar hugsandi hentleikar. Ljós- og ljóðskipanin eru fyrsta floks, og hevur tú tørv á tí, so er tøkningur knýttur at hølunum. Tøkningurin hjálpir tær, soleiðis at útgerðin í Smæruni er stillað til akkurát títt tiltak. Er tørvur á aðrari útgerð, so vegleiða og hjálpa vit tykkum við røttu útgerðini og bjóða tøkniliga hjálp.

Í høllini eru tveir tulkaklivar, og smátalarar eru til hvørt setur, so lættliga ber til at hava tiltøk á fleiri málum samstundis.

Høllin hevur 120 setur. Er tørvur á fleiri sitiplássum, hava vit góðar stólar til áleið 40 fólk afturat.

Við at flyta setrini, fær høllin heilt aðrar møguleikar og hóskar til dømis væl til móttøkur og onnur tiltøk, har fólk skulu kunna flyta seg frítt, ella tá tørvur er á at sita við borð.

Hetta siga gestir okkara um høllina í Smæruni

 

Leiga Smæruna

Takk fyri boðini. Vit venda aftur skjótast gjørligt.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send

 

Eisini ber til at leiga Smæruna við at ringja til okkum á 614868, ella send okkum eini boð á starvsfelag@starvsfelag.fo.

 

Útgerð

Útgerð í Smæruni

Ljóðskipan
Ljósskipan
Videokanón
Biograf lørift
2 tulkaklivar
120 smátalarar
Mikrofonir
Borðmikrofonir
Talarastólur
120 setur
Borð til pallborð
120 stólar
12 rund borð

Eyka pláss?

Er tørvur á at víðka tiltakið við meira plássi, til eitt nú bólkaarbeiði, morgunmati, miðmála ella kaffisteðgum, eru hølini í Starvsfelagshúsunum hurð um hurð. Her eru køkur, borðbúnaður og pláss fyri 120 fólkum til borðs.

 

Nær er Smæran tøk?

 

 

Vegleiðandi prísir

Upp til hálvan dag 2.500 kr. v/mvg
Upp til heilan dag  5.000 kr. v/mvg
Heilan dag og kvøld 7.500 kr. v/mvg
Kvøld upp til 3 tímar 2.000 kr. v/mvg
Kvøld 3 tímar ella meir 4.000 kr. v/mvg
Við borðuppseting 1.000 kr. v/mvg
Teknikari pr. tíma 350 kr./tíma u/mvg (AVlux)
Fundarhøli við høllini 1.250 kr. v/mvg
Fundarhøli uttan høllina 1.875 kr. v/mvg
Matarsalurin við høllini 1.000 kr. v/mvg

 

Hevur tú spurningar, kanst tú altíð venda tær til okkara við tínum ynskjum, vit vegleiða teg fegin um møguleikar og prísir.

Tak faldaran niður