Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tilmæli um reinføri og atferð á arbeiðsplássinum

Coronalinjan hjá landsstýrinum hevur orðað nakrar leiðreglur fyri arbeiðspláss við fleiri enn 10 starvsfólkum.

Vit loyva okkum at endurgeva ráðiðini frá heimasíðuni her:

Mánadagin 16. mars vóru tiløkini og tilmælini í samband við coronasmittuna broytt og herd. Mælt varð millum annað til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum. Men hvussu ávirkar hetta arbeiðsplássið, har fleiri enn 10 fólk mangan savnast? Her eru ráðini.

Hvussu gera vit á arbeiðsplássinum?


Hesi almennu tilmæli eiga at verða fylgd:

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt.
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.

Kunnu vit halda kaffipausu saman?

  • Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum.
  • Jú færri tess betri – í mesta lagi 10 fólk.
  • Har fólk eru saman eiga neyðug fyrilit at verða tikin.
  • Hóskandi fjarstøða (2 metrar) skal haldast og havast skal í huga í allari atferð, at coronasjúkan smittar skjótt og lætt.
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Tað ber ikki til á mínum arbeiðsplássi at vera færri enn 10 fólk.

Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni.

So vítt møguligt verður mælt til:

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt.
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.

Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.