Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

11: Nei til einskiljing

Starvsmannafelagið metir, at almennar tænastur eiga ikki at verða einskildar. Góðar almennar tænastur eru ryggurin í vælferðarsamfelagnum, sum vit øll eru við til at fíggja. Einskiljing er eingin trygd fyri at tænasturnar verða betri, men kann harafturímóti skapa ójavnar tænastur. Skattaborgarans pengar skulu brúkast at menna og tryggja vælferðartænastur til okkum øll, og ikki at skapa peningaligan vinning til einstaklingar.

Starvsmannafelagið heldur:

At politiska skipanin eigur ikki at einskilja almennar tænastur.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Einskiljing og útveiting av tænastum er hvør sítt. Men vit ikki bara halda, men meta at tað er okkara skylda at einskilja og útveita, har tað kann gerast við fyrimuni. Spurningurin er ikki hvør ger hvat, men hvat vit, sum samfelag og borgarar, fáa av tænastu. Kunnu vit fáa betri og bíligari tænastu frá privatum, er tað okkara skylda at brúka møguleikan.

Sambandsflokkurin:
Einskiljingar eiga bara at verða framdar, um so er, at tað kunnu staðfestast nakrir búskaparligir og tænastuligir fyrimunir.

Tað er rætt, at einskiljing ongin trygd er fyri, at tænasturnar verða betri. Hinvegin kunnu vit siga, at tað, at ein tænasta er almenn, er heldur eingin trygd fyri, at hon er góð.

Vit eiga at bjóða tænastur út, við tí endamáli at avtaka almennu monopolini. Tað ber til í summum førum, men ikki í øllum førum. Tað gevur onga meining at fara frá almennum monopoli til privat monopol. Duopol er heldur eingin loysn

Men kapping á jøvnum føti millum alment og privat, har tað er møguligt og til gagns fyri brúkaran, tað gongur Sambandsflokkurin inn fyri.

Javnaðarflokkurin:
Beinleiðis røkt, umsorgan, viðgerð og tænastur til borgaran, skulu ikki vera á privatum hondum. Men á almennum, fyri at tryggja eitt javnt høgt støði til allar borgarar í landinum.

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri vil altíð arbeiða fyri at effektivisera og tillaga almennu tænasturnar, ið mun til komandi tørv. Um tænastan liggur hjá almennu fyrisitingini ella hjá privatum er ikki avgerandi. Tað sum er avgerandi er, at uppgávurnar verða loystar á einum høgum støði, skjótt og til rætta prís. Tað kann meiri enn so koma fyri, at tænastur gagna samfelagnum best, um tær liggja í privatum hondum.

Spurningurin um hvørjar uppgávur tað almenna skal taka sær av eigur at skipast í nýggjar karmar, og neyðugt er við tvørpolitiskum semjum á hesum øki.

Tjóðveldi:
Høvuðstáttur í vælferðar- og vinnupolitikki Tjóðveldis er at hava greiðar linjur ímillum almennar og privatar upp­gávur og virksemi. Almennu trivnaðarskyldunum tørvar eitt dyn­am­iskt og sterkt vinnulív, sum kastar av sær til samfelagið. Vinnuni tørvar hin­vegin ein vælvirkandi almennan sektor, ið tryggjar grundarlagið fyri at reka nútímans vinnu.

Tað, sum hevur til endamáls at skapa pen­inga­ligt avkast í kapping, eigur at skipast privat og vinnuliga, meðan tað, sum hevur til endamáls at skapa somu rætt­indi, trivnað, útbúgving, sam­ferðslu, tænastur og mentan fyri øll, eigur at skipast og fíggjast við almennari, samhaldsfastari fígging – t.e. skúlar, sjúkrahús, almanna­tæn­astur, mentanarvirksemi, samferðslukervi, upplýsing, rættartrygd, eftirlit o.a.

Framsókn:
Tá talan er um veitingar av grundrakstri og talan er um monopol eigur ikki at verða einskilt. Privat monopol er ein sera vánalig loysn. Er kapping møgulig, eigur at verða einskilt í so stóran mun sum gjørligt. Okkara sannføring er, at eitt samfelag har bæði alment og privat virka á almenna marknaðinum er tað besta. Tá fáa vit bestu tænastuna fyri besta prísin.

Miðflokkurin:
Miðflokkurin et samdur í at: "Skattaborgarans pengar skulu brúkast at menna og tryggja vælferðartænastur til okkum øll, og ikki at skapa peningaligan vinning til einstaklingar". Men hiðani og til at skriva, at: "almennar tænastur eiga ikki at verða einskildar" er eitt langt lop, sum fyrst av øllum krevur eina definitión av hvat "ein almenn tænasta" er. Kann vera, at okkurt sum í dag verður hildið er "ein almenn tænasta" als ikki er ein slík, ella umvent.