Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Nýggjur limur

Starvsfelagið hevur tvey sløg av limum. Vanligur limir og hvílandi limir.

Einasti munurin á vanligum og hvílandi limum er, at hvílandi limir hava ikki valrætt á aðalfundinum hjá Starvsfelagnum og kunnu heldur ikki veljast í nevndina fyri Starvsfelagið.

Limir hava ein røð av rættindum, men hava eisini skyldur. Limaskapur kann nokast, um starvsfólkið hevur óloyst trætumál við annað yrkisfelag ella ímóti boðum frá yrkisfelag hevur átikið sær verkfalsrakt arbeiði (verkfalsbrótarar). Eisini kann nevndin í felagnum nokta fólki limaskap, um tey tilvitað hava arbeitt ímóti endamálinum hjá einum yrkisfelag.

Tað stendur fólki frítt, um tey vilja verða limir í einum fakfelag sum Starvsfelagnum, um tey annars lúka vanligu treytirnar fyri limaskapi. Vit hava felagsfrælsi. Gerast skal tó vart við, at limaskapur er fortreyt fyri at vera við í kollektivu samlagstryggingini hjá Starvsfelagnum í LÍV, sum er ein lívstrygging fyri limir og hjúnarfelaga/samliva hjá limi, ein trygging við hættisligar sjúkur hjá limi og børnum teirra og sum gevur rætt til eina lokaupphædd.

Vanligir limir

Tey, sum arbeiða í einum av sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, hava rætt til vanligan limaskap í felagnum. Lærligar kunnu eisini vera limir.

Fólk, sum arbeiða uttanfyri sáttmálaøkini, kunnu eisini avtala við arbeiðsgevara sín, at tey skulu vera lønt eftir einum av sáttmálum felagsins, har eingin sáttmáli er frammaundan (undirtøkusáttmáli).

Fólk, sum gerast arbeiðsleys, eftir at hava arbeitt í sáttmálaøki Starvsfelagsins, kunnu halda fram sum vanligir limir, um tey boða skrivstovu felagsins frá hesum.

Limagjaldið er 1,5 % av grundlønini. Vanliga verður tað tikið automatiskt av mánaðarlønini, eftir at arbeiðsgevarin hevur fingið játtan fyri, at tú vilt vera ella er limur í Starvsfelagnum. Verður hetta ikki gjørt, skal tú boða arbeiðsgevaranum frá hesum, so at tað verður fingið í rættlag.

Tá tú ert nýggj(ur) í starvi, fært tú eitt setanarskriv við upplýsingum um, hvønn sáttmála og lønarflokk tú hoyrir til. Eisini eru upplýsingar um eftirløn og tryggingar, sum limirnir eru umfataðir av.

Avgerð tú, at vera limur í Starvsfelagnum fær felagið vanliga boð frá tínum arbeiðsgevara um, at tú ert limur í felagnum.

Tú fært sendandi eitt limakort, sum tú kanst brúka í sambandi við limatilboðini hjá felagnum.