Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Eldrapolitikkur

Tað almenna eigur at hava javnt aldursbýti og stuðla góðum samstarvi millum eldri og yngri starvsfólk. Tað almenna vil stuðla fýsni og eldhuga starvsfólksins og virka fyri persónligari og fakligari menning alt arbeiðslívið. Politikkurin skal verða liðiligur, soleiðis at starvsfólk á ein skilagóðan hátt kunnu verða við til at skipa seinnu arbeiðsárini.

Endamál
Endamálið er atgeva teimum, sum vilja tað, møguleika at gera broytingar í starvinum vegna aldur.

Hugburður
Eldrapolitikkurin skal vera beinleiðis partur av mentanini hjá tí almenna. Leiðsla og starvsfólk eiga at virka fyri, at hugburðurin verður lagaður til hetta mál.

Ásetingar
Víst verður á, at í tænastumannalógini og viðvíkjandi flestu sáttmálum eru ásetingar um eldrapolitikk og fráfaringaraldur.

Ólíkar umstøður
Arbeiðsuppgávur og krøv eru ymisk og arbeiðspláss ólík.
Eldrapolitikkurin skal tí lagast til hvørt einstakt arbeiðspláss.
Eldrapolitikkurin fevnir um seinasta partin av arbeiðslívinum,tað vil siga frá umleið 55 ára aldri, tá farið kann verða undir at leggja eldraárini til rættis.

Tilevning
Mál og karmar fyri eldrapolitikkin á staðnum eiga at verða umrødd við starvsfólkini við denti m.a. á hesi viðurskifti:
• Vitan og royndir hjá eldri starvsfólki, sum yngri starvsfólk eiga at fáa innlit í
• At menna eldri starvsfólk
• Aldursbýti, tá til dømis arbeiðsbólkar verða settir
• Serliga krevjandi størv

Hesi mál kunnu birta undir kjak og støðutakan á einstaka arbeiðsplássinum, soleiðis at eldrapolitikkurin gerst virkin á staðnum.

Samandráttur
Leiðslan á staðnum eigur at gera eldraskipanir, soleiðis at eldri starvsfólki stendur í boði at leggja arbeiðið til rættis alt eftir tørvi og ynskjum. Leiðslan eigur at hava fyrilit fyri arbeiðstíðum og arbeiðsuppgávum hjá eldri starvsfólki, t.d. viðvíkjandi styttri arbeiðstíð og hóskandi uppgávum. Árliga starvsfólkasamrøðan er eitt týdningarmikið høvi at tosa um eldraárini og leggja tey til rættis. Hvørt starvsfólk hevur skyldu til at fylgja við í menningini og eigur at taka støðu til framtíðina og møguleikar á arbeiðsplássinum.