Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønin

Í almennu sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum verða lønirnar avtalaðar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum við kollektivum sáttmálum. Lønin verður avtalað, tá ið fólk verða sett í starv, og hon má vera í samsvari við sáttmálan.

Normallønarøki

Talan er um eitt sokallað normallønarøki. Tað merkir, at sáttmálarnir áseta neyvt, hvussu lønirnar skulu vera í sáttmálskeiðinum – hvørki meira ella minni. Hetta er øðrvísi enn tann minstulønarskipanin, vit kenna frá privata arbeiðsmarknaðinum, har starvsfólk og arbeiðsgevari hava møguleika at avtala hægri løn enn lønina í sáttmálanum.

Lønin kann vera ymisk frá fólki til fólk, alt eftir lønaraldri (ansienniteti), útbúgving, royndum, starvsinnihaldi, ábyrgd og tign. Lønin er tó altíð bundin av teimum avtalum, sum eru gjørdar millum Starvsfelagið og ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Ansættelsesret og Personalejura, Hasselbalch, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 4. udgave, 2012, s. 463, Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 1686

Tá ið tosað verður um løn í hesum partinum, meinast við:

  • grundløn, vanliga fasta mánaðarlønin

  • samsýning fyri yvirtíð, vaktargjøld og viðbøtur, sum koma aftrurat grundlønini

  • eftirlønargjøld

Harafturat koma onnur gjøld, t.d. fyri skeiðsluttøku og fyri sjálvboðið eykaarbeiði. Í seinna førinum hava starvsfólk og leiðsla ávíst avtalufrælsi at gera einsæris avtalur um lønina innan fyri sáttmálan.

Serligir starvsbólkar

Tað eru meginreglurnar um lønina, sum verða lýstar í hesum partinum. Hetta eru reglurnar, sum eru galdandi fyri tey flestu starvsfólkini í almennu sáttmálaøkjunum.

Eins og galdandi er fyri arbeiðstíðina eru serlig viðurskifti galdandi fyri lønarsviðurskiftunum hjá teimum, ið sigla fyri Strandfaraskip Landsins, Fiskiveiðueftirlitið og Havstovnuna.

Eisini kunnu lønarviðurskiftini fyri ávísar starvsbólkar á landi, sum t.d. í sjúkraflutningstænastuni og á SEV, víkja frá nakað frá meginreglunum.

Spyr teg fyri hjá Starvsfelagnum, um tú hevur ivamál hesum viðvíkjandi.

Seinast dagført: 8. mai 2023