Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Kjarnumálini 2019

Kjarnumál hjá Starvsfelagnum í valárinum 2019

Starvsfelagið hevur avgjørt aftur at varpa ljós á løntakaran og arbeiðsmarknaðin nú løgtingsval er í hondum. Felagið hevur kjósað sær 6 kjarnumál hesuferð, sum felagið vónar at flokkarnir fara at taka til sín og vit vóna fara at síggjast aftur í komandi valstríðnum. Tað eru álitisfólkini og nevndin í Starvsfelagnum, sum hava valt kjarnumálini, sum felagið síðani hevur lagt fyri teir sjey flokkarnar, sum eru umboðaðir í løgtinginum, at taka støðu til.

6 kjarnumál
Verkætlanin – lýsingin av kjarnumálunum, støða felagsins og brot úr grundgevingunum frá flokkunum – eru almannakunngjørd í einum serblað í Sosialinum, sum kom í hvør hús í landinum 19. juni.

Lesið serblaðið um Kjarnumálini.

Politisku flokkarnir vóru bidnir um at taka støðu til kjarnumálini út frá trimum svarmøguleikunum, sum eru at lesa í yvirlitum, ið er knýtt at hvørjum einstøkum av kjarnumálunum. Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, tóku støðu til svarmøguleikarnar, sum síggjast í yvirlitinum.

Lesið viðmerkingarnar
Harumframt fingu flokkarnir høvi í stuttum at grundgeva nærri fyri síni støðu til kjarnumálini.

Ovast á síðuni kanst tú lesa skrivligu viðmerkingarnar í fullari longd, sum flokkarnir hava sent Starvsfelagnum til tey 6 kjarnumálini. Hetta kann lesast við at trýsta á hvørt einkult kjarnumál í listanum ovast á hesu síðu.

Starvsfelagið ynskir øllum sínum limum og føroyingum annars eitt gott løgtingsval.