Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ótrúfesti (illoyalitetur)

Undir setanini hevur starvsfólki eina trúfestisskyldu mótvegis sínum arbeiðsgevara og arbeiðsplássi. Hetta verður eisini rópt loyalitetsskylda.

Trúfestisskyldan merkir, at starvsfólkið ikki má sýna atburð, í orð og gerðum, sum er óhóskandi og egnaður at skaða umdømið hjá arbeiðsplássi ella leiðslu.

Innanhýsis á arbeiðsplássinum inniber trúfestirsskyldan m.a. eitt krav um at nýta ein virðiligan og høviskan tóna og ikki miðvíst mótarbeiða, baktala, undirgrava ella ganga uttanum leiðsluna.

Úteftir merkir trúfestisskyldan m.a. eina skyldu til ikki at umrøða arbeiðsplássið ella leiðsluna á eina slíkan neiligan hátt, at tað kann skaða umdømið teirra millum fólk. Tildømis hava verið fleiri mál, har starvsfólk eru farin út um mark og hava sýnt illoyalan atburð móti arbeiðsplássi og leiðslu á sosialu miðlunum.

Trúfestisskyldan er m.a. umrødd í Funktionerret, Anderssen o.fl., s. 261 ff. og 878 ff. og Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 845.

Almenn starvsfólk hava tó grundlógartryggjað framsøgufrælsi, sum er rættuliga víðfevnt.

Starvsfólk kunnu úttala seg í egnum navni, eisini um viðurskifti, sum viðvíkja teirra arbeiðsøki og -plássi, uttan at spyrja leiðsluna frammanundan. Hetta treytað av, at tey halda tagnarskylduna, ikki ærumeiða ella koma við útsagnum, ið er órímiliga grovar ella eyðsýnliga eru skeivar um týðandi viðurskifti. Hjá starvsfólkum í leiðandi størvum kann framsøgufrælsið vera skert kortini.

vegleiðing um framsøgufrælsið hjá alment settum, danska Fíggjarmálaráðið, 2016.

Sambært fólkatingsins umboðsmanni avmarkar tann vanliga trúfestisskyldan ikki framsøgufrælsið hjá starvsfólki. Hjá starvfólki í leiðandi størvum, sum vara avgerðum, kann skrivi- og talufrælsið tó í ávísan mun vera avmarkað.

Tað er eisini viðurkent, at starvsfólk kunnu seta fram atfinningar alment, uttan, at hava viðgjørt spurningin innanhýsis fyrst og, tað er heldur ikki nakað krav um undangóðkenning frá leiðsluni, ið kann sammetast við sensur.

Sí FOB 1991.200 og annars umrøðu at framsøgufrælsinum í Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, s. 276 ff.