Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Søga felagsins

Starvsmannafelagið varð sett á stovn sama ár, sum vit fingu Heimastýrislógina, í 1948. Fyrstu árini varð felagið skipað í tvær deildir. Eina fyri starvsfólk undir Løgtinginum og eina fyri starvsfólk undir ríkinum.

Oftast fingu tey, sum starvaðust hjá ríkinum, betri løn enn tey, sum starvaðust undir løgtinginum. Tí virkaði felagið sjálvsagt hart fyri at hækka lønina hjá teimum, sum vóru lønt eftir føroyskum reglum.

Fyrstu árini vóru limirnir bæði starvsfólk og tænastufólk. Men sum frá leið gjørdist greitt, at áhugamálini hjá hesum báðum bólkum vóru ov ymisk. Tí fór felagið í tvíningar í 1961.

Tænastumenn fingu egið felag, og Starvsmannafelagið, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað hin 23. februar í 1961. Menningin í føroyska samfelagnum og í almennu umsitingini hevur verið stór hesi árini felagið hevur virkað. Tí eru alsamt fleiri bólkar komnir upp í felagið, so hvørt tørvur hevur verið á tí.

Starvsfelagið er í dag nógv hitt størsta fakfelagið fyri alment lønt starvsfólk, harav meginparturin starvast innan umsitingina. Men aðrir bólkar eru eisini limir í felagnum, og kann felagið tí sammetast við onnur norðurlendsk fakfelagssamtøk. Og tað gevur styrki!

Fyrrverandi formenn

Erling Djurhuus
Niclas Andrassen
Jógvan Jensen
Hans Thomsen
Ásbjørn Midjord
Søren Christiansen
Atli Klein Olsen
Ernst Hansen
Andrass Skaalum
Erhard Jacobsen
Hartvig Hansen
Jákup Danielsen
Gunnleivur Dalsgarð
Selma Ellingsgaard