Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Flextíð

Fyri starvsfólk, sum arbeiða vanliga arbeiðstíð, ber til at avtala skipanir við flextíð. Sáttmálin hevur ongar reglur um hetta, men til ber at gera avtalur um hetta á einstøku arbeiðsplássunum, so leingi avtalurnar ikki stríða við sáttmálarnar.

Summi arbeiðspláss hava skipanir við flextíð, m.a. Almannaverkið. Hesin parturin er gjørdur við íblástri frá skipanini hjá Almannaverkinum. Eisini er hugt at vegleiðingini fyri starvsfólk hjá danska statinum, PAV, sum hevur mannagongdir fyri flexsskipanir.

Sí starvsfólkahandbók hjá Almannaverkinum https://av.cdn.fo/savn/1397/avstarvsfolkahandbog_a4_web.pdf?s=JLxxDc-sH40aKXw9bfH5qujHXOQ og PAV, Personaleadministrativ Vejledning, 19.5 Flekstidsordninger (https://pav.medst.dk/Arbejdstidsregler-mv/Flekstidsordninger)

Skipanin við flextíð er gjørd til frama fyri starvsfólkið. Hetta so, at starvsfólkið skal fáa størri frælsi at leggja sína egnu arbeiðstíð til rættis.

Flextíð skal tí ikki blandast saman við sáttmálaásetingarnar um álagda yvirtíð, sum eru gjørdar til frama fyri arbeiðsplássið, tá ið tørvur er á, at starvsfólkini arbeiða yvir. Í flexskipanini er tað starvsfólkið sjálvt, sum leggur arbeiðstíðina til rættis eftir egnum ynski, og sum tað riggar best í mun til frítíð og familjulív.

Skipanirnar við flextíð eru vanliga settar saman av tveimum lutum: fixtíð og flextíð.