Umhvørvispolitikkur hjá Starvsfelagnum
Starvsfelagið hevur ynski um at gera sítt íkast til at verja um umhvørvið. Tí avgjørdið nevndin, at vit fáa orða ein umhvørvispolitikk.
Í fyrstu syftu umfatar politikkurin orkupolitikk, nýtslupolitikk og innkeypspolitikk.
Visión
Vit skulu vera førandi, tá talan er um burðardygt innkeyp, grøna nýtsluatferð og grøna orkunýtslu
Strategi
- El úr sólorkuskipan
- At fáa hita úr hitaskipan
- Mannagongdir viðvíkjandi grønari nýtsluatferð
- Fokus á at keypa endurnýtsluvørur og/ella vørur merktar at vera umhvørvisvinarligar
Orkupolitikkur
Elorka
Starvsfelagið og Smæran fáa el-orku frá sólpanelum, ið eru settar upp á takið í Smæruni.
Yvirskot av streymi fer á netið hjá SEV.
Hitaorka
Starvsfelagið og Smæran hava fingið hitaskipan luft til vatn.
Nýtslupolitikkur á skrivstovuni
- Vit skulu í minsta mun útskriva á pappír.
- Sak umsløg skal vera úr pappíri ella papp
- Vit eiga altíð at hugsa um vørur kunnu koyrast til endurnýtslu, tá vit ikki brúka tær longur.
- Hava minni ruskspannir til bleytt pappír, plastik, jarn, battaríir og glas í køkinum.
- Hava stór ruskstativ í fløskugoymslurúminum til plastic, pappír og glas, ið húsavørðurin koyrir á Hjalla, tá fult er.
Innkeypspolitikkur
Á skrivstovuni
- Kopi- og skrivipappír skulu verða úr endurnýtslupappíri
- Pennar við búmerki og annað reklamutilfar skal vera úr umhvørvisvinarligum tilfari
- Kaffi og te skal hava fairtrade og økologimerki
- Kaffifiltur skal vera úr endurnýtslupappíri
- Eingangslutir skulu helst ikki keypast
- Umhvørvisvinarligir skrivstovulutir sum heild, har tað ber til.
- Ikki hava plastikposar í ruskspannum á skrivstovunum
Innkeyp til reingerð
- Vaski- og reingerðarevni skulu verða merkt við svanamerki ella líknandi góðkend umhvørvisvinarlig merki, helst keypa føroyskt.
- Wc pappír og pappírsserviettar skulu verða úr endurnýtslupappíri
Innkeyp til veitslur o.l.
- Bert keypa eingangsíløt úr pappi ella træ, og til smærri tiltøk verður steintoy brúkt
- Kaffi/te og líknandi vørur skulu vera fairtrade og økologimerktar
- Kaffifiltur úr endurnýtslupappíri
- Stearinljós við umhvørvismerki
- Keypa økologiskt, har tað ber til
Íverksetan av grøna politikki felagsins
- Vit hava gjørt mannagongd til umsitingina, hvussu vit skilabest nýta/endurnýta skrivstovulutir og møblar, hvat tilfar vit keypa til skrivstovuna og køkin, skilja burturkast, og hugsa umhvørvi, tá vit keypa inn til veitslur.
- Vit skulu gera mannagongd til reingerðarfyritøkuna, ið hevur til uppgávu at keypa wc pappír, hondserviettar og sápur inn.
Tá vit hava sett okkara strategi í verk, so eru vit við at stuðla undir Heimsmál 13, ið eitur veðurlagsátøk.