Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele 8. Desember 2020

Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava seinnpartin í dag gjørt semju fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele.

Partarnir hava gjørt ein 2 ára sáttmála, ið byggir á sama karm, sum fyri onnur sáttmálaøkir fyri sama tíðarskeið.

Starvsfelagið gjørdi tó púra greitt heilt frá byrjan av í samráðingunum, at felagið ikki vildi góðtaka, at lønarhækkingin ikki kom í gildi fyrr enn tríggjar mánaðir eftir, at sáttmálin kom í gildi. Altso at tíðarskeiðið fyri lønarhækkingina fyrsta árið bert var 9 mánaðar.

- Hetta hildu vit fast við, og tað eydnaðist at bróta hesa óhepnu og keðiligu gongdina, sum er komin inn síðani mai mánaða í ár, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Lønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:

1. januar 2021 hækkar lønin við 1,5375%.

1. januar 2022 hækkar lønin fyrst við 0,5125% roknað av lønini ultimo 2020, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25%.

Harumframt eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Semjan kann lesast her