Serfrøðingur: Vitlíki kann vera ein fongur - um vit duga
29. August 2023
Seinnapartin er fokus á møguleikar og avbjóðingar, sum tann nýggja tøknin – AI, artificial intellegence, vitlíki – hevur við sær fyri samfelagið og t.d. fakfeløgini. Ein tøkni, sum sigst verða eins líka kollveltandi sum Gutenberg-pressan, sum broytti heimin á sinni.
Ein tøkni, sum hevur fleiri ár á baki, men sum fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá ChatGPT kom fram fyri stuttum. Í hvønn mun AI er gott ella ringt, er tann stóri spurningurin, sum Ann-Therese Enarsson hevur fyrilestur um. Vit eru sjálvi, í stóran mun, harrar yvir gongdini, sigur hon.
Hótt yrkir
Ann-Therese Enarsson er serfrøðingur í fyritøkuni Futurion, sum ráðgevur m.a. fakfeløgum um broytingar á arbeiðsmarknaðinum. Tey granska í framtíðini, m.a. vitlíki og robottum.
Hon greiðir frá, at AI er eitt savningarorð fyri nógvar ymiskar teknikkir, sum hava til endamáls at eftirlíkna mannaheilan. Tað eru allar kendar arbeiðsgongdir, sum AI kopierar, og tí vera tað fleiri væl kend yrkir, sum verða ávikað ella erstattað av AI.
Roknað verður við, 300 milliónir arbeiðspláss um allan heim verða ávirkað av AI-modellunum, sigur hon. Talan er m.a. um ymisk yrkir innan medisinska ráðgeving, figgjarráðgeving og útbúgving, sum í fyrstu syftu verða ávirkað.
Harafturat koma onnur yrki sum journalistikkur, løgfrøði, sjónleikarayrkið og t.d. tey, sum fáast við at skriva skaldsøgur og gera tónleik.
-Sjónleikarayrkið broytist: Nú kunnu vit fáa Tom Cruse í allar filmar, uttan at hann nýtast at vera við í filminum sjálvur. Og tað er ikki minst røddirnar, sum er lættar at avrita.
”Dubbing"-bransjan, tað eru tey, sum leggja rødd til fimar, t.d. í Týsklandi, er útdeyð. Darth Vader í Star Wars seldi sína mekanisku rødd fyri 10 árum síðani. AI-skipanir hjálpa fólki at skriva skaldsøgur og gera tónleik. Roknað verður við, at 50% av løgfrøðini kann verða erstattað av AI, sigur hon.
Eisini er ein serlig avbjóðing í mun til ungdómin. Tí fleiri av teimum størvum, sum kunnu vera erstattað av ChatGPT eru størv, sum okkara ungdómur hevur, sigur hon.
Fleiri avbjóðingar
Avbjóðingarnar eru eisini av øðrum slagi. Nýggja tøknin setur upphavsrættin undir trýst, tí hvørjar eru keldurnar til upplýsingarnar á ChapGPT? Eitt annað vandamál er integriteturin hjá starvsfólkum, har t.d. yvirvøka við nútímans tøkni er nakað, sum fakfeløgini mugu halda eyga við.
Nýggja tøknin kann misnýtast, so at tað verður ein trygdarspurningur, og vit kunnu fáa misnýtslu, sum ger seg inn á okkara demokratisku frælsisrættindi, sigur Enarsson, sum vónar, at fleiri fakfeløg fara at gera vart við seg á hesum økinum.
Við tað, at AI fer at gera, at fleiri fara at kunna bjóða seg fram at átaka sær uppgávunar, er fer gongdin væntandi at ávirka eftirspurningin eftir starvsfólki. Hetta so, at lønirnar á økinum fara at lækka.
Tí er hetta eitt mál, sum fakfeløgini mugu halda eyga við og hava áhuga fyri, sigur hon.
Ein super starvsfelagi
Síðani umrøður Enarsson eitt av sínum optimistisku høvuðspoengum. Tað er, at hóast vandar eru á vegnum, so kann AI gerast ein ágóði á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Um vit bera okkum rætt at.
-Tey, sum læra seg at brúka t.d. ChatGPT, fara at fáa ein super góðan starvsfelaga, endurtekur hon.
ChatGPT er ikki øðrvísi enn fólk flest, sigur hon. Tað er bæði óálítandi og lýgur o.s.fr. Trupulleikan við følskum uppgávum á skúlunum kenna vit t.d., og tí er tað ein avbjóðing, hvussu vit brúka hetta amboðið á skilabesta hátt.
Vit skulu læra okkum at brúka tøknina, vera forvitin og royna okkum fram. Og so skulu vit vera tilvitað um upplýsingarnar, vit fáa. Tí alt kemur frá eini maskinu, har vit eru farin frá at leita eftir røttu svarunum (googla) til at finna svarini.
Í hesum sambandi kunnu royndirnar hjá starvsfólkunum gerast ein fyrimunur, tí við árunum duga vit ofta betri at sálda frá. Í so máta kann aldur gerast ein fyrimunur.
Halda politikarunum til
Eisini er tað umráðandi, at trýst verður lagt á myndugleikarnar til tess at tryggja, at tann neyðuga lóggávan er um AI, so at tøknin verður trygg at brúka.
Teknikkur er ein stórur partur av samfelagnum í dag, men samstundis kann tað vera eitt torgreitt øki, sum politikararnir halda seg burtur frá.
Avbjóðingin er at skilja, stýra og krevja ábyrgd av teimum, ið standa aftanfyri AI. Vit skulu krevja gjøgnumskygni og møguleikan fyri at skilja samanhanginar í nýggju tøknini, sigur Ann-Therese Enarsson.