Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Stórt, breitt og sterkt

Starvsfelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, sum starvast hjá tí almenna í Føroyum.

Felagið hevur umleið 2.000 limir, og er eitt tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Felagið hevur sáttmála fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi, kommunum og interkommunalum felagsskapum. Haraftruat hevur felagið sáttmála fyri starvsfólk í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Sáttmálapartarnir á arbeiðsgevarasíðuni eru ávíkavist Fíggjarmálaráðið (MMR), Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG).

Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum.

Millum limirnar finna vit omanfyri 300 ymisk starvsheiti. Tí minnir Starvsfelagið á ein hátt um tað, sum grannalondini rópa eitt meginfakfelag (fakforbund). Tí siga vit ofta, at Starvsfelagið er eyðkent av at vera stórt, breitt og sterkt.