Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Teldupostur og internet

Hevur arbeiðsgevarin loyvi at lesa teldupost og fílur hjá starvsfólkinum?

Arbeiðsgevarin hevur sum meginreglu ikki rætt til at lesa privatan teldupost og fílur (t.d. føðingardagsheilsanir, privat brøv ella tílíkt) hóast hetta liggur á teldukervinum hjá arbeiðsgevaranum.

Tá talan er um at lesa teldupostar og fílur, sum hava samband við arbeiðið (brøv, fyrispurningar, bíleggingar o.t.), hevur arbeiðsgevarin í nøkrum førum rætt til at kanna hesar, eisini tá teldupostarnir og fílurnar liggja á telduni ella í postkassanum hjá starvsfólkinum. Í hvørjum førum og eftir hvørjum treytum, hetta ber til, má metast um í hvørjum einstøkum føri.

Kann arbeiðsgevarin hava eftirlit við tí, sum starvsfólkið ger á alnótini?

Øll upplýsingarkerv skráseta sjálvvirkandi hvør ritar inn og hvør ritar út. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at logga allar rørslur í upplýsingakervinum, sum hava týdning fyri upplýsingartrygdina. Loggingin er harumframt neyðug fyri, at kervið skal virka. Serliga ber hetta í sær eina skyldu at logga nýtslu hjá skrásettum og royndir hjá óskrásettum at nýta kervið.

Dátueftirlitið mælir til, at arbeiðspláss hava reglur fyri at nýta upplýsingakervið. Starvsfólkini eiga at verða kunnað um hesar reglur og avleiðingarnar av at bróta tær. Tað er ikki uppgávan hjá Dátueftirlitinum at gera av, hvørjar fylgjur brot á tílíkar reglur eiga at fáa fyri starvsfólkini.

Um arbeiðsgevarin gerst varugur við, at upplýsingakervið verður misnýtt, kann hann geva boð um, at eftirlit verður havt við, hvør misnýtir upplýsingakervið, um hetta ikki heldur uppat innan eina ávísa freist. Um misnýtslan ikki er hildin uppat innan givnu freistina, kann arbeiðsgevarin uttan loyvi frá starvsfólkunum, gjøgnum loggin finna út av, hvør stendur aftanfyri. Í tílíkum føri er tað ein fyritreyt, at boðini/kunningin frá arbeiðsgevaranum eru komin til starvsfólkini í góðari tíð. Persónsverndin hjá starvsfólkinum kemur tá at viga minni enn grundaði áhugin hjá arbeiðsgevaranum í eftirlitinum. Upplýsingarnar, sum koma fram, kunnu møguliga verða brúktar móti starvsfólkinum t.d. í einum arbeiðsrættarmáli. Í tílíkum førum eru aðrar reglur galdandi enn persónsupplýsingarlógin.

Um loggurin bendir á revsiverd viðurskifti, t.d. róður á alnótini eftir barnaporno, skal løgreglan altíð verða varskógvað.

Arbeiðsgevarin kann soleiðis ikki av sínum eintingum kanna, hvussu nógva tíð hvør einstakur brúkar á alnótini, ella hvørjar síður verða vitjaðar.

Kann arbeiðsgevarin almannakunngera persónsupplýsingar um starvsfólk á alnótini?

Arbeiðsgevarin kann almannakunngera ávísar upplýsingar um starvsfólkini á heimasíðuni hjá stovninum/virkinum. Upplýsingarnar, sum verða almannakunngjørdar, mugu í tílíkum føri hava tilknýti til arbeiðsviðurskiftini. Arbeiðsgevarin kann t.d. í fyrsta umfari kunngera navn, ábyrgdarøki, innanhýsis telefonnummar og teldupostadressu uttan at biðja um loyvi. Um ætlanin harumframt er at leggja myndir av starvsfólkunum út, má viðkomandi samtykkja í hesum. Sama er galdandi, um arbeiðsgevarin vil almannakunngera privatadressur ella aðrar neyvari upplýsingar um starvsfólkið, sum t.d. aldur, borgarliga støðan ella CV.

Arbeiðsgevarin hevur tó rætt til at leggja út myndir av starvsfólkunum á intranetinum uttan at biðja um samtykki frammanundan. Intranet er innanhýsis net hjá einum stovni/virki. Myndirnar kunnu t.d. verða brúktar í sambandi við telefonyvirlit hjá stovninum/virkinum, um víst kann verða á, at tað eru sakligar orsøkir til tess. Arbeiðsgevarin má tó beina fyri myndini, um starvsfólkið biður um tað.