Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Álitisfólk

Álitisfólkini eru ein sera týdningarmikil liður í arbeiði felagsins. Sum umboð felagsins er tað tey, ið starvsfólk venda sær til í truplum støðum og við spurningum.

Tey eru andlit felagsins úteftir, bæði yvir fyri limum, leiðslum og arbeiðsplássum sum heild.

Hetta fáa álitisfólk

  • Grundútbúgving, skipað í tveimum grundskeiðum á tveir dagar til hvørt skeið
  • Luttøku á tveimum álitisfólkafundum um árið, í arbeiðstíð við løn
  • 1 eyka lønarstig í lønartalvuni (galdandi fyri land og kommunur)
  • ella fasta upphædd í eyka løn til felagsálitisfólkið (galdandi fyri Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn)

Álitisfólkaverjan

  • Álitisfólk hava serliga verju móti uppsøgn
  • Longd uppsagnartíð í mun til aðrar limir
  • Uppsøgn av álitisfólki er álvarsamt mál, ið skal viðgerast á sáttmála- og leiðslustigi

Leikluturin sum álitisfólk

Uppgávan mótvegis limum

  • Vera sjónlig/ur og kunna limir regluliga um semjur, tiltøk og onnur felagstíðindi
  • Kenna sáttmálan og aðrar avtalur
  • Ansa eftir at lógir, reglur og sáttmálar verða hildin í sáttmálaøkinum
  • Tryggja at starvsfólkini verða hoyrd og hava ávirkan á arbeiðsplássinum
  • Arbeiða fyri at fáa hugskot hjá limum við, bæði í tí dagliga og tá nakað nýtt skal setast í verk
  • Stuðla limunum og søkja loysnir í møguligum ósemjum
  • Umboða limirnar í starvsfólkamálum
  • Skapa sambond millum limir, leiðslu og aðrar partar

Uppgávan mótvegis leiðsluni á arbeiðsplássinum

  • Virka fyri góðum samstarvi millum leiðslu og starvsfólk
  • Hava samskifti við leiðsluna og bera boðskap víðari
  • Arbeiða fram ímóti semjum
  • Vera framskygd/ur og halda seg framat við hugskotum
  • At fáa ávirkan á avgerðir
  • Vera við, tá ið nýggj átøk skal setast í verk
  • Vera við, tá ið bygnaðarbroytingar verða settar í verk

Sambandið við Starvsfelagið

  • Sum álitisfólk hevur tú tætt samband við felagið
  • Tú ert í tøttum samstarvi við felagið í starvsfólkamálum á arbeiðsplássinum
  • Tú handar felagnum sáttmálakrøv vegna limirnar
  • Tú verður hoyrd/ur í samband við sáttmálasamráðingar
  • Tú upplýsir onnur starvsfólk um fyrimunir við at vera limur
  • Tú arbeiðir fyri at fáa fleiri at gerast limir

Reglugerð

Les reglugerðina fyri álitisfólk her

Tilfar til álitisfólk

Faldari um leiklutin sum álitisfólk

Kann prentast 2-síðað og faldast. Hent at geva starvsfólkum, tá álitisfólk skulu veljast. 

Framløgur frá álitisfólkafundum

11. septembur 2024:

Leikluturin sum hjásiti

Arbeiðsumhvørvi og arbeiðsskaðar

Íkastið hjá Starvsfelagnum til 17 heimsmálini