Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Álitisfólkafundir heystið 2024

Álitisfólkafundir heystið 2024

Álitisfólk hjá Starvsfelagnum verða boðin á tveir heildagsfundir um árið, har tey sambært sáttmála kunnu luttaka í arbeiðstíð og við løn. Í ár hava hesir álitisfólkafundir verið mikudagin 11. septembur og mánadagin 25. novembur. Báðir fundirnir hava verið hildnir í Smæruni í Havn.

Á skránni er vanliga kunning frá felagnum um virksemi og annars ymisk viðkomandi evni, sum vit velja at seta sjóneykuna á. 2024 hevur verið eitt samráðingarár, har allir sáttmálar, ið felagið hevur við ávikavist Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ganga út. Tí hava samráðingarnar fylt nógv í mun til kunningina og evnini á báðum álitisfólkafundunum. 

Onnur evni, sum hava verið á skrá, hava m.a. verið:

Fyrri álitisfólkafundur 11. septembur

  • Leikluturin hjá Starvsfelagnum í fremjanini av heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST
  • Hvat er galdandi í samband við arbeiðsskaðar - Sigmund Poulsen, advokatur greiddi frá
  • Skeið um leiklutin sum hjásiti - Birita Jacobsen og Bára Guttensen frá Føroya Pedagogfelag greiddu frá

Seinni álitisfólkafundur 25. novembur

  • Uppgávurnar hjá Semingsstovninum og hvussu verður eitt semingsuppskot gjørt – Terji Sigurðsson, semingsmaður, greiddi frá 
  • Leikluturin hjá álitisfólkum at rekruttera og kunna limir
  • Hoyring í sambandi við broyting í arbeiðsgongd, bygnaðarbroytingar o.a. – Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, og Kristina De Neergaard, løgfrøðilesandi, greiddu frá

Eisini var ætlanina at hava skeið í handfaring av ósemjum á arbeiðsplássinum, sum Ingibjørg Berg skuldi hava, men hetta var avlýst vegna sjúku. Ætlanin er at hava skeiðið aftur á skrá til ein av komandi álitisfólkafundunum. 

Á seinna álitisfólkafundinum fingu álitisfólkini sum vant jólagávu frá felagnum sum tøkk fyri teirra megnar arbeiðið, sum tey gera fyri felagið. Í ár var jólagávan ein eskja við ymsum góðgæti til høgtíðina.