Í sambandi við langtíðarsjúku og afturvendandi sjúku er ein serlig regla um stytta uppsagnartíð. Hetta er eitt undantak til tær vanligu uppsagnarrreglurnar í sáttmálum og starvsmannalógini, og er hon ásett í § 5, stk. 2 í starvsmannalógini.
Ásetingin merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólk úr starvi við 1 mánaða uppsagnarfreist, um treytirnar í ásetingini eru uppfyltar. Treytirnar eru hesar niðanfyri nevndu:
120 daga reglan er umrødd í Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 436 ff. Funktionærret, Andersen v.fl., 426 ff. og vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.8.
Sjúka seinastu 12 mánaðirnar
Uppsøgn kann vera givin, tá ið starvsfólkið hevur havt 120 sjúkradagar teir seinastu 12 fylgjandi mánaðirnar. Tað merkir, at tá ið arbeiðsgevarin kann telja upp í 120 sjúkradagar við at hyggja 12 mánaðir aftureftir, kann hann siga starvsfólk upp við 1 mánaðar uppsagnarfreist. Teir 12 mánaðirnir verða sostatt roknaðir aftureftir frá einum ávísum degi at rokna (uppgerðardegnum).
120 sjúkradagar
Sjúkradagarnir nýtast ikki at vera samanhangandi. Fleiri tíðarskeið kunnu teljast saman. Talan er um dagar, og ikki bert arbeiðsdagar. Sunnu- og halgidagar, sáttmálaásettir frídagar og arbeiðsfríir dagar telja við, um fulltíðar sjúkradagar liggja báðumegin frídagarnar. Liggja sjúkradagarnir t.d. báðu megin vikuskiftið, verða leygardagur og sunnudagur taldir við.
Orsøkin til sjúkrafráveruna hevur sum so ikki týdning. Øll sløg av sjúkradøgum telja sum meginregla við. Tó ikki sjúka, sum hevur samband við viðgongutíð hjá kvinnu. Tað er í stríð við javnstøðulóggávuna. Tað sama er mest sannlík eisini galdandi fyri sjúku, ið stendst av breki. Sjúka í feriu telur eftir øllum at døma heldur ikki við.
Funktionærret, Andersen v.fl., s. 426-428, Dansk Funktionær Ret, H.G.Carlsen v.fl, 8. útg. s. 323-326, dómur í Hægstarætti frá 16. mars 2022 og vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.8.
Skrivlig avtala
120 daga reglan má vera avtalað skrivliga og ítøkiliga við tað einstaka starvsfólkið, t.d.í einum setanarskrivi.
Beint eftir tann 120. sjúkradagin
Uppsøgnin skal verða givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar. Uppsøgn kann ikki verða givin á 119. sjúkradegi, men á 121. sjúkradegi er í lagi. Eingin beinleiðis freist er ásett fyri, nær uppsøgnin í seinasta lagi skal verða givin. Ein tummilsregla er tó, at hetta skal verða gjørt innan 8 dagar. Í dómsvenju er staðfest, at uppsøgn, givin á 128. degi, var rættstundis, men at uppsøgn givin á 130. degi var ov seint.
Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumbur-Müller, s. 439
Hoyringsfreistin
Í dómsvenju er tikið upp fyri, at hoyring kann vera hildin, uttan at møguleikin fyri at siga upp eftir 120 daga regluni fyrnast.
Í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava limurin og felagið 14 daga hoyringarfreist, eisini í uppsagnarmálum eftir 120 daga regluni, hevur Fasti Gerðarrættur staðfest.
Sí avgerð í Fasta Gerðarrætti, Starvsfelagið vs. FMR, 1/2017.
Arbeiðsgevarin kann tó binda um heilan fingur og senda ætlanarskriv um uppsøgn út frammanundan. Í dómvenju er nevniliga staðfest, at hoyring kundi verða sett í verk longu á 109. sjúkradegi, so leingi uppsøgn varð givin eftir 120. sjúkradag. Eisini er dómur um, at hoyringin (tað var við 7 daga hoyringsfreist eftir fyrisitingarlógini) kundi verða sett í verk á 126. sjúkradegi. At partshoyringin kann setast í verk eftir hettar er tó eingin dómur fyri.
Allar treytirnar í § 5, stk. 2 í starvsmannalógini skulu vera uppfyltar, fyri at arbeiðsgevarin kann siga upp eftir 120 daga regluni.
Letur arbeiðsgevari vera við at nýta 120 daga regluna, tá ið hon annars kundi verið nýtt, detta teir ítøkiligu 120 sjúkradagarnir burtur úr roknskapinum. Arbeiðsgevarin kann ikki nýta nakrar av hesum døgunum í eini uppgerð til eina seinni uppsøgn eftir 120 daga regluni. Tað merkir t.d., at er eitt starvsfólk komið til arbeiðis aftur eftir 140 sjúkradagar og verður sjúkt aftur av nýggjum, skulu tað ganga 120 "nýggir" sjúkradagar, áðrenn 120 daga reglan aftur kann verða nýtt.
Tað er kortini bert viðvíkjandi uppsøgn eftir 120 daga regluni, at sjúkradagar á hendan hátt detta burtur úr uppgerðini. Verður talan í staðin um uppsøgn vegna sjúku eftir vanligum reglum, kunnu teir gomlu 120 sjúkradagarnir saktans framvegis nýtast sum grundarlag fyri uppsøgn, evt. saman við øðrum sjúkradøgum, ið eru komnir aftrurat.
Mál um 120 daga regluna kunnu vera rættuliga teknisk og fløkt. Set teg altíð í samband við Starvsfelagið, um tú ert í iva um tína støðu.