Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Serligt um rústrupulleikar

Misnýtsla av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum hevur ofta við sær, at arbeiðið verður ikki røkt til lítar, og kann í mongum førum geva nógva og afturvendandi fráveru. Frávera orsakað av rúsdrekka ella rúsevnum er ikki góðkend sum lóglig sjúkrafrávera í dómsvenju.

Afturvendandi frávera í sambandi við vikuskifti kann t.d. geva illgruna um trupulleikar av rúsmisnýtslu. Setanarmyndugleikin skal í slíkum førum royna at lýsa orsøkirnar, tosa við starvsfólkið og í fyrsta lagi royna at loysa málið á annan hátt enn við uppsøgn.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.2
PAV, Personale Administrativ Vejledning, 31.5.2.3., pkt. B

Í starvsfólkapolitikki landsins eru leiðreglur um hvussu myndugleikar skulu handfara mál um starvsfólk við rústrupulleikum. Tað eru reglur um samrøður, ávaring og tilboð um rúsdrekkaviðgerð, sum arbeiðsplássið rindar fyri. Viðgerðartíðin skal metast sum lóglig sjúkrafrávera. Fleiri arbeiðspláss hava eisini rúsdrekkapolitikk við líknandi reglum.

Dømi um hettar eru Tórshavnar kommuna og Almannaverkið. Í reglunum hjá kommununi er tilskilað, at viðgerðartíðin er lóglig frávera

Verður ávaring givin í máli um rúsdrekkamisnýtslu hevur hon sambært starvsfólkapolitikki landsins, sum er galdandi fyri arbeiðspláss hjá landinum, gildi í trý ár. Eftir hetta verður hon ógildað.

Starvsfelagið metir, at reglurnar um rúsdrekkapolitikk byggja á somu grundhugsjón sum fyrisitingarliga markreglan, sum merkir, at myndugleikarnir ikki mugu taka ógvusligari stig enn neyðugt í starvsfólkamálum. Tað merkir, at verður uppsøgn givin, uttan at markreglan er hildin, kann uppsøgnin vera ósaklig og ógildig.