Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Um Limahandbókina

Talgild vegleiðing um starvsfólkarætt

Ivast tú í tínum rættindum og skyldum á arbeiðsplássinum? Sum limur í Starvsfelagnum kanst tú nú skjótt og lætt klikkja teg til svarið. Sum fyrsta fakfelag í Føroyum hevur Starvsfelagið givið út eina talgilda vegleiðing um starvsfólkarætt, sum vit kalla Limahandbókina.

Nógvir limir venda sær hvønn dag til Starvsfelagið við spurningum um síni rættindi og skyldur, sum starvsfólk. Tað kann verða alt frá ávaringum, uppsøgn, sjúku, løn, yvirtíð og støðuni, tá ið starvið broytist.

Tað hevur leingi verið saknur í, at vit sum felag hava havt nakað skrivligt tilfar at vísa limunum á, har tit sjálvi kunnu lesa meira um tykkara støðu á arbeiðsplássinum. Mesta kunningin hevur verið munnlig frá máli til mál. Og tað hevur ikki verið nøktandi.

Ætlanin við hesi vegleiðingini er at geva limunum eitt praktiskt og hent hjálparamboð, so at tit skjótt og lætt kunnu klikkja tykkum til rætta svarið, tá ið ivi stingur seg upp um starvsfólkaviðurskifti á tykkara arbeiðsplássi.

Vendir sær til sáttmálasett hjá tí almenna

Vegleiðingin vendir sær til limirnar, sum arbeiða undir sáttmálunum, sum Starvsfelagið hevur við tað almenna. Tað vil siga limir, sum arbeiða hjá landinum, kommununum og kommunalu felagsskapununum, og limir í kommunalu dagrøktini.

Orsøkin til, at vegleiðingin í fyrsta umfari vendir sær til alment sett, er, at tey eru umfatað av serligum reglum, sum bert eru galdandi fyri alment sett, nevniliga fyrisitingingarrættinum.

Ætlanin er tó sum frá líður at víðka handbókina, so at hon eisini vendir sær til starvsfólkini í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Partafeløgini virka á privatrættarligum grundarlagi og eru ikki fevnd av fyrisitingarrættinum.

Limirnir, sum arbeiða hjá Føroya Tele og Posta, kunnu tó í ávísan mun brúka vegleiðingina, tí á summum økjum eru starvsfólkaviðurskiftini í partafeløgunum tey somu sum hjá tí almenna. Spyr teg nærri fyri um hetta hjá Starvsfelagnum.

Vegleiðingin er fyri sáttmálasett. Hon vendir sær sostatt ikki til tænastumenn ella starvsfólk, sum eru sett eftir tænastumannalíknandi treytum hjá tí almenna.

Verður útbygd stigvíst

Rom varð sum kunnugt ikki bygdur eftir einum degi. At gera eina vegleiðing um starvsfólkarætt er eitt størri tiltak, og tí verður vegleiðingin av praktiskum grundum gjørd stig fyri stig. Tí eru heilir partar av starvsfólkarættinum, sum ikki eru við í fyrstu atløgu. Ætlanin er at leggja nýggjar partar afturat so hvørt, so at vegleiðingin sum frá líður verður alt meira fullfíggjað. Byrjað verður við teimum evnum, sum felagið fær flest fyrispurningar og hevur flest mál um.

Fyrivarni verður tikið fyri, at rættarstøðan kann broytast. Tí verður rátt til, at tú sum limir vendir tær til felagið við løgfrøðiligum ivamálum, við tað at hendan vegleiðing ikki kann koma í staðin fyri persónliga ráðgeving frá felagnum.

Trupul mál – spyr altíð ráðgevingina!

Við hesi vegleiðingini kanst tú sum limur lesa um tíni grundleggjandi rættindi og skyldur, so at tú verður betur før/-ur fyri at skilja støðu tína sum løntakari.

Tað er tó týdningarmikið at undirstrika, at hendan vegleiðingin kemur ikki í staðin fyri persónliga ráðgeving frá Starvsfelagnum. Hon er eitt ískoyti til ráðgevingina. Starvsfólkamál kunnu verða trupul og samansett, og hevur tú eitt mál, sum kann fáa avleiðingar fyri tíni viðurskifti, skalt tú altíð venda tær til felagið fyri at fáa ráðgeving. Vegleiðingin um starvsfólkarætt kann ikki standa einsamøll.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum góða eydnu við at brúka nýggju vegleiðingina um starvsfólkarætt. Tað er mín vón, at hon verður eitt framstig fyri samlaðu limaráðgevingina hjá Starvsfelagnum.

Vinarliga
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum