Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Innihaldið í starvinum broytist

Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu hava so stóra ávirkan á innihaldið í starvinum, at talan er um eina munandi broyting, sum starvsfólkið ikki skal tola. Ætlar arbeiðsgevarin at fremja broytingina, má hann boða frá henni við eini freist, sum svarar til freistina, um starvsfólkið varð sagt úr starvi. Og starvsfólkið skal hava møguleika at velja at verða sagt úr starvi í staðin.

Nær starvið broytist so nógv, at tað má roknast sum ein munandi broyting, er ein ítøkilig meting. Tað valdast støðuna og kann vera trupult at meta um. Ávís vegleiðing finst í dómsvenjuni, og nakrir týðandi dómar verða tiknir fram niðanfyri, sum geva eina ábending um, hvar ið mørkini ganga, og hvussu nógv ið skal til.

Fyritreytir fyri setanini

Í metingini skal støði takast í, hvat ið verandi starv fevnir um. Starvslýsingin, sum stóð á portalinum, starvssamrøðan og setanarskrivið geva eina ábending. Kanska hava starvsfólkini eisini fingið eina neyvari skrivliga lýsing av starvinum, sum § 2, stk. 2 í sáttmálunum fyri starvsfólk hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum leggjur upp til. Starvsheiti, lønarflokking og t.d. støða sum starvsmaður (funktionerstatus) siga eisini nakað um tað natúrliga arbeiðs- og uppgávuøkið. Eisini kunnu arbeiðsligar siðvenjur hava týdning.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 223

Tá ið starvsfólkið hevur verið í starv eina tíð, fæst ofta ein greiðari mynd av starvsinnihaldinum. Gerandisdagurin formar starvið. Fólk mynda arbeiðið sjálvi, og størv broytast eisini við tíðini. Tað er við støði í hesum, at metingin skal gerast.

Generellar broytingar, sum liggja innanfyri tað natúrliga starvsinnihaldið, má starvsfólkið sum meginregla tola. Verður starvið broytt so nógv, at metast má, at talan í roynd og veru er um eitt annað starv, verður tað roknað sum ein munandi starvsbroyting, ið skal verða fráboðað við uppsagnarfreisini.  Tað er nevniliga ein viðurkend starvsrættarlig regla ella grundfortreyt, at starvsfólki kann ikki verða álagt arbeiði av heilt øðrum slagi, enn starvsfólkið upprunaliga varð sett at gera.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 224 og 231.
Den Danske Arbejdsret, Bind II Ansættelsesretten, Hasselbalch, s. 1223 og nota 49.

Lækking í tign

Broytast uppgávurnar so nógv, at talan er um, at starvsfólkið lækkar í tign, kann tað vera ein munandi broyting, sum starvsfólkið ikki skal tola. Niðanfyri eru nøkur dømi frá dómsvenjuni um hetta.

Dømi kann vera, at eitt skrivstovufólk, sum viðhvørt hevur til uppgávu at kopiera, gera kaffi og rudda upp, fær hetta sum høvuðsuppgávu. Starvið broytist grundleggjandi.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 232

U 1960.430SH: Starvsfólk, sum var sett sum bókhaldari, varð flutt í køkin at taka sær av sorteringsuppgávum. Hetta var grovt mishald av tænastuavtaluni frá arbeiðsgevarans síðu.

Umrøddur í Funktionerret, Andersen o.fl., s. 232

U 1960.417SH: Starvsfólk, sum var sett sum laborantur, varð sett at starvast sum goymsluarbeiðsfólk. Tað var ein munandi broyting í starvsinnihaldinum.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 232

Dómur í Vestara Landsrætti frá 18. mars 2005: Stjóri í telemarketingfyritøku lækkaði í tign og varð settur at arbeiða sum vanligur ´phoner´. Munandi starvsbroyting, sum kundi javnmetast við eina uppsøgn.

Journ. nr. (B-1188-04), umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 232

Hóast broytta starvið, sum stendur starvsfólkinum í boði, er á sama førleika- og lønarstigi, ella enntá hægri, er avgerandi spurningurin tó framvegis, um talan í roynd og veru er um eitt annað starv. Er hetta so, kann leiðslan ikki seta broytingina í verk uttan nakað. Broytingin skal verða fráboðað við individuellu uppsagnarfreistini, og noktar starvsfólkið at taka ímóti nýggja starvinum, er hettar at rokna sum uppsøgn av verandi starvi.

U 1951.333VL: Starvsfólk, sum var útbúgvið í einum bók- og pappírshandli, arbeiddi sum ´byagent´. Honum varð álagt at yvirtaka starv sum goymsluumsitari. Hann noktaði og varð burturvístur. Burturvísingin var óheimilað.

Umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 233

Spurningurin um starvsbroytingar er sum sagt knýttur av starvinum, sum starvsfólkið er sett í. Nøkur mál frá handilsvinnuni lýsa spurningin, í hvønn mun starvsfólk mugu tola at verða flutt frá eini deild av fyritøkuni til aðra. Og at verða flutt úr starvi, ið innibar leiðslu og at taka avgerðir (disponera) til eitt avgreiðslustarv.

U 2007.602VL:  Starvsfólkið hevði ábyrgd av eini deild í størri handilssamtaki og tók avgerðir við at keypa inn vørur, fylla upp o.s.fr. Eftir at hava verið í barsilsfarloyvi varð hon flutt til ein annan handil í sama býi, og nú skuldi hon burturav avgreiða viðskiftafólk. Rætturin kom til, at talan var um munandi starvsbroyting.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 233

U 2004.2174VL: Starvsfólkið hevði økisábyrgd í húsa- og urtagarðsdeildini í einum handilssamtaki. Sambært setanarskrivinum kundi hon verða flutt til aðrar deildir í samtakinum. Eftir barsilsfarloyvi varð avgjørt, at hon teir fyrstu tveir mánaðirnar skuldi starvast í húsa- og urtagarðsdeildini, og síðani skuldi hon arbeiða við at avgreiða starvsfólk. Talan var um munandi starvsbroyting.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 233

Dómur í Vestara Landsrættur frá 31. august 1990 (B-2308-88): Starvsfólkið, sum hevði verið leiðari í frukt- og grønmetisdeildini í 7 ár, fekk boð um at flyta til aðra deild. Rætturin staðfesti, at starvsfólkið var sett sum handilshjálpari. Grundin til, at hon skuldi flytast, var, at deildin skuldi víðkast, og mett varð ikki, at starvsfólkið var kvalifiserað at leiða deildina í framtíðini. Løn hennara og arbeiðstíð fóru ikki at verða ávirkað av broytingini. Rætturin metti, at starvsfólkið mátti tola broytingina, sum sostatt ikki var ein munandi broyting.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 233

Dómarnir vísa, at avgerandi fyri metingina, hvørt talan er um eina munandi starvsbroyting, er, hvat fyri starv, fólk eru sett í, og hvørjum uppgávum, tey í roynd og veru hava tikið sær av. Teir vísa, at lækking í tign ofta verður javnsett við eina munandi broyting í starvssetanini. Síðstnevndi dómur frá Vestara landsrætti vísir tó, at ítøkiligar umstøður sum setanarprógv og løn kunnu ávirka metingina.

Funktionærret, Andersen o.fl, s. 233