Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Støðan undir sjúkraleguni

Starvsfólk hava skyldu at virka fyri, at sjúkralegan verður so stutt sum tilber.

Undir sjúkraleguni kann arbeiðsgevarin ikki krevja, at starvsfólkið skal vera til taks hjá arbeiðsgevaranum. Tað er heldur eingin skylda, at tann sjúki skal vera heima á sínum vanliga bústaði undir sjúkraleguni.

Er sjúkan av sinniligum ella sálarligum slagi, kann tað onkuntíð vera ein fyrimunur fyri endurmenningina, at starvsfólkið einki samband hevur við arbeiðsplássið og t.d. sleppur undan at tosa við arbeiðsgevaran. Í tann mun starvsfólkið kann hjálpa við upplýsingum í átrokandi málum á arbeiðsplássinum, skal starvsfólkið tó kunna vera til hjálpar hesum viðvíkjandi.

Starvsfólkið skal eisini lata arbeiðsplássið vita, hvussu samband fæst við tað undir sjúkraleguni. Er tað ikki at hitta á vanliga nummarinum ella heima, skal starvsfólkið lata arbeiðsgevarin vita hettar.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 414

Sinnisligar sjúkur

At liggja í songini dagin langan nýtist ikki at vera besti lekidómur. Tað valdast sjúkuna. Er sjúkan av sinniligum ella sálarligum slagi, kunnu frægastu ráðini kanska vera at vera uppi og úti. Halda seg burtur frá dagliga meldrinum og gera okkurt annað, sum t.d. fara á fjall ella fletta. Tað valdast umstøðurnar.

Møguliga kunnu ráðini verða at fara á rekreatiónsferð. Skal starvsfólkið burtur í fleiri dagar ella longri tíð í rekreatiónsørindum í sjúkrafráveruskeiðnum, verður tó mælt til, at ferðin verður gjørd í samráð við, ella tilmæli frá, lækna. Starvsfólkið skal útvega sær neyðuga váttan frá læknanum fyri hesum, og Starvsfelagið mælir starvsfólki til at kunna arbeiðsgevaran um hetta. So hava tey bundið um heilan fingur.

Fara starvsfólk á rekreatiónsferð, mælir Starvsfelagið frá, at tey umrøða hesar ferðir alment, t.d. á sosialu miðlunum. Takið atlit til starvsfelagar, sum ikki kenna umstøðurnar og kunnu misskilja støðuna. Sum vit plaga at siga: Tað er ok at rekreera, men óneyðugt at provokera.

Ráðføri tykkum við felagið fyrst, áðrenn til fara til rekreatión.

Frávera krevur óarbeiðsføri

Starvsfólk mugu vanda sær um atburðin undir sjúkraleguni. Tey mugu ansa eftir at koma sær út í støður, har ivi kann verða sáddur um, hvørt tey í roynd og veru eru óarbeiðsfør. Hetta hava tað verið fleiri mál um, sum hava havt starvsrættarligar fylgjur.

Hetta kann t.d. henda, um tey átaka sær veruligar arbeiðsuppgávur, sum líkjast arbeiðnum, tey plaga at gera á arbeiðsplássinum. Tað kann eisini vera starvsfólk, sum síggjast sparka bólt ella gera annað likamliga krevjandi, tá ið tey eru sjúkrameldað fyri krím ella ringan rygg.

Slíkt kann geva illgruna um svik, og gevur arbeiðsgevaranum rætt at kanna viðurskiftini nærri. Vísir tað seg, at sjúkraskrivað starvsfólk í veruleikanum eru arbeiðsfør, kann fráveran hava starvsrættarligar avleiðingar fyri tey.

Ráðførið tykkum

Sjúka valdast, og tær ítøkiligu umstøðurnar undir sjúkraleguni kunnu vera rættuliga ymiskar. Tosið tí altíð við læknan um støðuna og hvat, ið er best fyri at endurvinna heilsuna og hvat ið kann stytta um sjúkraleguna. Ráðførið tykkum eisini við felagið, um ivamálini, sum kunnu vera undir sjúkraleguni.

Minnist altíð til, at starvsfólkið hevur skyldu at virka fyri, at sjúkrafráveran verður so stutt sum tilber. Tey mugu ikki undir sjúku bera seg at, so at tey gera sjúkuna verri og leingja um fráveruna.