Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Gerst limur

Hvussu gerst tú limur?

Arbeiðsgevarin skal hava boð um, at tú ynskir at gerast limur. Hetta kann m.a. ásetast í setanarskrivinum, sum tú fært, tá tú byrjar í starvi, og sum verður sent felagnum. Oyðublað til setanarskriv finnur tú her.

Stendur einki í setanarskrivinum um limaskap, kanst tú geva arbeiðsgevara/lønardeild boð á annan hátt, t.d. við at senda ein teldupost, har tú sigur, at tú ynskir at gerast limur í Starvsfelagnum og at arbeiðsgevarin skal afturhalda limagjaldið av lønini.

Arbeiðsgevarin syrgir fyri, at limagjaldið verður flutt sjálvvirkandi av lønini, og tá vit hava skrásett inngjaldið, ert tú limur. Hetta er oftast mánaðin eftir, at tú ert byrjað/ur í starvi, ella hevur boðað frá, at tú ynskir limaskap. Síðan fært tú limakort og vælkomubræv sendandi við postinum frá felagnum.

Limafyrimunir

Sum limur hevur tú ymisk rættindi, atgongd til limatilboð og møguleika at leiga summarhús og veitsluhøli bíliga.

Eisini fáa limir aðrar fyrimunir, so sum:

  • Hjálp frá álitisfólki á arbeiðsplássinum
  • Løgfrøðiliga hjálp og málsviðgerð frá felagnum
  • Upp til 700.000 kr. í lívstrygging uttan læknaváttan
  • 150.000 kr. skattafrítt - her og nú - undir ávísum hættisligum sjúkum

Les meira um tryggingar, sum limir okkara eru fevndir av her.

Hvør kann verða limur?

Arbeiðir tú innan eitt øki, sum er umfatað av sáttmálanum hjá Starvsfelagnum, eitt nú í almennu ella kommunalu umsitingini, á Posta, hjá Føroya Tele, Vága Floghavn, Sjúkraflutningstænastuni ella Strandferðsluni, er Starvsfelagið títt felag.

Starvsheitið og krøvini til førleikar at røkja starvið eru eisini avgerandi fyri limaskapin. Hetta er vanliga skrivað í starvslýsingina, har tað stendur hvat fakfelag og sáttmála starvið er sett eftir.

Ert tú í iva, um tú kanst gerast limur í Starvsfelagnum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið.

Limagjald

Limagjaldid er 1,5 prosent av grundlønini. Av limagjaldinum fer 0,5% í verkfalsgrunnin og 1% til raksturin av felagnum. Raksturin fevnir m.a. um samráðingar fyri limirnar, menning av álitisfólkunum og at veita limunum hjálp og ráðgeving í øllum arbeiðsviðurskiftum.

Spurningar um limaskap? Send okkum eini boð

Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send