Rætturin til frítíð við løn
1. Apríl 2022
Summarferian er í hondum. Her kanst tú í stuttum lesa um frítíðarrættindini hjá starvsfólkum í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, har sáttmálanir geva tær eyka sømdir í feriuni
Um stutta tíð byrjar eitt nýtt frítíðarár – heilt ítøkiliga 2. mai – og nógv eru longu í ferð við at leggja sær frítíðina til rættis.
Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava rætt til feriu eftir feriulógini og eftir sáttmálanum, upp í 6 vikur tilsamans. Her kanst tú lesa hvussu reglurnar virka.
Feria verður avtalað í samráð millum leiðsluna og starvsfólkið. Leiðslan skal so vítt arbeiðsumstøðurnar loyva tí ganga feriuynskjunum hjá starvsfólki á møti. Feria skal verða avtalað í rímiliga góðari tíð frammaundan, sum meginregla í seinasta lagi ein mánað, áðrenn farið verður í feriu.
Frítíð eftir lógini
Sambært løgtinslógini um frítíð við løn hava starvsfólk altíð rætt til at halda feriu í 5 vikur (30 dagar) í feriuárinum, sum er tíðarskeiðið frá 2. mai og 1. mai árið eftir. Hetta kallast frítíðarárið. Av teimum skulu minst 4 vikur (24 dagar) haldast samanhangandi í tíðarskeiðnum 2. mai til 30. september, sigur frítíðarlógin.
Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru vanliga mánaðarlønt, og tað merkir, at hesi starvsfólk hava rætt til frítíð við løn. Tað skal síggjast í mun til tímalønt starvsfólk, sum fáa útgoldið eina upphædd, frítíðarløn, úr frítíðargrunninum 2. mai at halda feriu fyri.
Í hvønn mun tú hevur rætt til at halda feriuna við løn, veldst um hvussu nógv tú hevur arbeitt í tíðarskeiðnum frá 1. apríl til 31. mars, sum liggur undan frítíðarárinum. Hetta kalla vit innvinningarárið, sum er tíðarskeiðið, har starvsfólkið so at siga ”sparir upp” til feriuna.
Tó hevur tú altíð rætt til at halda frí í 5 vikur eftir frítíðarlógini. Líkamikið hvussu nógv tú hevur arbeitt frammanundan. Hevur tú ikki vunnið tær rætt til fult goldna feriu, hevur tú kortini rætt til at halda frí allar vikuna, men tað verður so lutvíst uttan løn.
Harafturat hava tey mánaðarløntu rætt til eitt serligt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av vunnu lønini í undanfarna innvinningarári. Hetta ískoytið fellur vanliga til gjaldingar í apríl.
Frítíð eftir sáttmálanum
Umframt frítíð eftir lógini hevur tú eisini rætt til serstakar feriudagar eftir sáttmálanum. Tað er tað, sum nógv kenna sum 6. feriuvikuna.
Sammett við frítíð eftir lógini hava øll ikki rætt til frí í eina viku eftir sáttmálanum. Serstøku frídagarnir verða nevniliga bert hildnir, um teir eru teir innvunnir. Fyri at hava rætt til eina heila viku, skalt tú við øðrum orðum hava verið í starvi alt innvinningarárið.
Arbeiðsgevari og løntakari kunnu avtala, at serstakir frídagar skulu gjaldast út í staðin fyri at verða hildnir. Eisini ber til at gera avtalu um at flyta serstakar frídagar til eitt seinni frítíðarár at halda.
Les meira um serstøku frídagarnar í vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hvat fyri løn?
Í hvønn mun tú hevur rætt til at halda feriuna við vanligari, fullari løn, veldst sum nevnt um, hvussu nógv tú hevur arbeitt í undanfarna innvinningarári.
Fyri at hava rætt til feriu við fullari løn, mást tú hava verið í fullum starvi alt innvinningarárið.
Í frítíðarlógini er leygardagurin íroknaður feriuna, so at frítíðin er er ásett til 30 dagar. Tá talan er um, hvørja løn tú skal hava í feriuni, skal tó havast í huga, at tey flestu hava 5 daga arbeiðsviku, við tað at leygardagurin sum útgangsstøði er arbeiðsfríur. Sostatt telur hvør feriuvika hjá teimum fulltíðarsettu vanliga 5 dagar, t.v.s. á sama hátt sum vanliga arbeiðsvikan.
Taka vit støði í, at frítiðin er 30 dagar vinnur løntakarin sær í 2,5 dagar um mánaðir. Men við tað, at leygardagurin vanliga er arbeiðsfríur, svarar hetta til 2,08 dagar um mánaðin hjá teimum flestu.
Serstaku frídagarnir eftir sáttmálanum virka á sama hátt. Dagarnir verða hildnir í tann mun teir eru vunnir, og hjá teimum flestu er talan um 5 dagar, við tað at vanliga arbeiðsvikan er 5 dagar. Starvsfólkið vinnur sær 0,42 dagar um vikuna.
Ert tú í fullum starvi, vinnur tú tær sostatt tilsamans 2,5 dagar í goldnari frítíð um mánaðan.
Hevur tú arbeitt niðursetta tíð, fær tú løn í mun til brøkin. Og á sama hátt er tað, um tú bert hevur arbeitt ein part av innvinningarárinum. So fær tú bert løn fyri ein part av feriutíðini.
Tann vanliga lønin
Meginreglan er, at mánaðarlønt starvsfólk, sum tey flestu í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru, skulu hava sína vanligu løn, tá tey halda feriu. Vanliga lønin er grundlønin og t.d. viðbøtur og vaktargjøld, sum roknast kann við og sum plaga at vera partur av lønini. Avtalað gjøld fyri tilkalluvakt, skulu eisini teljast við.
Sambært sáttmálanum hevur tú rætt til eitt serstakt frítíðargjald, sum er 12% av útgoldnari yvirtíðarløn í undanfarna innvinningarárið. Yvirtíð er nevniliga ikki við í útrokningargrundarlagnum, tá ið lønin hjá teimum mánaðarløntu skal roknast eftir frítíðarlógini, men her gevur sátmálin betri rættindi.
Hevur tú havt yvirtíð fellur serstaka frítíðargjaldið til gjaldingar fyrst í mai.
DØMI:
Jens byrjaði at arbeiða á Gjaldstovuni 1. august í fjør. Hann er í fullum starvi og arbeiðir 5 dagar um vikuna.
Hvussu nógva frítíð hevur hann rætt til?
Svar: Rætt at halda frí í 30 dagar eftir frítíðarlógini (íroknað leygardagar)
Hvussu nógvar dagar hevur Jens innvunnið sær at halda feriu við løn (goldin frítíð)?
Svar:
Eftir frítíðarlógini (1. august til 31. mars), 8 mánaðir x 2,08 = 16,64 dagar
Serstakir frídagar: (1. august til 31. mars), 8 mánaðir x 0,42 = 3,36 dagar
Tilsamans: 20 dagar
FAKTA:
Innvinningarárið: 1. apríl - 31. mars
Frítíðarárið: 2. mai – 1. mai
Mynd: Kasper Lau