Nýggir sáttmálar fyri land og kommunur
14. Januar 2022
SEMJA: Starvsfelagið hevur gjørt nýggjar 3 ára sáttmálar við ávíkavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hóast vit ikki fingu alt, vit høvdu ynskt og máttu geva okkurt, so eru vit sum heild nøgd við úrslitið, eftir at ósemjan endaði hjá Semingsstovninum.
Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum til nýggjan sáttmála fyri tey, sum starvast hjá landinum, kommununum og kommunalum felagsskapum.
Semjan millum Starvsfelagið og ávíkavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum samráddust saman hesaferð, varð undirskivað í hølunum hjá Semingsstovninum í gjár.
Lønarhækkingin 6,2 % tilsamans
Nýggju sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru 3 ára sáttmálar, galdandi frá 1. oktobur 2021 til 30. septembur 2024.
Lønirnar hækka soleiðis í 3 ára skeiðnum:
- 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25%
- 1. oktobur 2022 hækka lønirnar á lønarstigum 1-20 við kr. 740 og á lønarstigum 21-50 við kr. 540
- 1. oktobur 2023 hækka lønirnar 2,75%
Fyrsta árið svarar lønarhækkingin til tað, onnur feløg hava fingið frammanundan.
Eftir útrokningunum hjá Starvsfelagnum svara lønarhækkingarnar tað næsta árið í sáttmálaskeiðnum til áleið 2,2% og tilsamans fyri 3 ára sáttmálaskeiði 6,2%.
Aðrar broytingar
Eisini eru týðandi broytingar gjørdar í sáttmálum og avtalum fyri sjúkraflutningstænastuna og sløkkiliðið. Summar seravtalur nú eru komnar inn í sáttmálan og vaktargjøld verða hækkað, so tey nærkast ásetingini í høvuðssáttmálanum.
Hetta er ein byrjan til at javnseta hesar fakbólkarnar við aðrar bólkar í felagnum, og vit hava eisini gjørt avtalu við arbeiðsgevaran at arbeiða víðari við hesum, so skeivleikin kann rættast.
Sum heild nøgd
Ein samd nevnd tók undir við semingsuppskotinum. Hóast vit ikki fingu alt, vit høvdu ynskt og máttu geva okkurt, so er Starvsfelagið sum heild nøgt við úrslitið.
Lønarhækkingin fyrsta árið órógvar okkum. Tíverri er hetta tó eitt úrslit av øðrum samráðingum á almenna arbeiðsmarknaðinum, har støðið varð lagt frammanundan og hevði arbeiðsgevarin gjørt av, at øll feløgini skulu fáa tað sama hetta fyrsta árið.
Starvsfelagið kann eisini staðfesta, at mótparturin hevur flutt seg í mun til upprunastøðuna.
Úrslitið skal eisini síggjast í ljósinum av, at arbeiðsgevararnir upprunaliga ætlaðu, at Starvsfelagið skulu liggja eitt vet undir hinum feløgunum hesaferð. Grundgevingin var, at Starvsfelagið sum fyrsta felag í samráðingunum seinast fekk eina lønarhækking fyri fyrsta árið, sum kom at liggja nakað hægri enn hini, við tað, at korona brast á og ávirkaði samráðingarnar, sum komu aftaná. Fíggjarmálaráðið noktaði av hesi grund á vári 2020, í fyrsta umfari, at góðkenna sáttmálan hjá Starvsfelagnum fyri kommunurnar og vildi eisini hava nýggjar samráðingar um fyrsta árið í sáttmálanum fyri landið. Tá samráðingarnar byrjaðu hesaferð ynskti Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelag av somu grund, at Starvsfelagið hesaferð skuldi liggja lægri enn hini.
Hetta vísti Starvsfelagið tó greitt frá sær og einki meira hoyrdist um nakra slíka revsing fyri samráðingarúrslitið seinast. Eisini hetta fegnast vit um.
Les semingsskjalið í fullari longd her.
Mynd: Jens Kristian Vang