Kunning frá Starvsfelagnum um málið í Fasta Gerðarrætti
4. November 2023
Rættarfundur var í Fasta Gerðarrætti í gjár við Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Starvsfelagnum saman við fýra øðrum feløgum hinumegin.
Fíggjarmálaráðið kravdi, at Starvsfelagið skuldi viðurkenna, at dagsins samhugaverkfall var eitt óheimilað stríðsstig, tí tað ikki varð fráboðað minst 48 tímar frammanundan. Fíggjarmálaráðið førdi fram, at talan var um brot á avtaluna um fráboðanarform og fráboðanarfreist, sum ásetur, at verkfall skal fráboðast minst 48 tímar frammanundan.
Starvsfelagið kravdi frídøming og gjørdi galdandi, at avtalan um fráboðanarform og fráboðanarfreist má metast sum at vera sett úr gildi við hesum m.a. grundgevingum:
Væntandi grovt mishald á avtaluna
- Avtalan, sum talan er um, er nøkunlunda einsljóðandi fyri feløgini. Hon ásetur, hvussu og nær arbeiðssteðgur skal fráboðast, men inniheldur eisini t.d. undantøk til verkfall – um partarnir hava avtalað hetta. Avtalan um fráboðanarform og fráboðanarfreist millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið er identisk við ta millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Hon ásetur, at m.a. verkfall skal fráboðast við minst 48 tímars freist og at eingi undantøk eru avtalað millum partarnar (tó eru onkur undantøk avtalað í sjálvum sáttmálanum).
- Tá landsstýrið í gjár legði uppskot fyri tingið um at lóggeva um undantøk hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, var hetta at tvinga undantøk inn í avtaluna um fráboðanarform og fráboðanarfreist – h,óast partarnir, í avtaluni, nevnliga ikki hava avtalað undantøk við samráðingarborðið. Hetta var grovt mishald á avtaluna frá Fíggjarmálaráðsins síðu. Starvsfelagið hevur tí alla orsøk at vænta, at Fíggjarmálaráðið eisini fer at mishalda avtaluna við seg – serliga partin um undantøkini. Hetta gevur Starvsfelagnum rætt til at síggja burtur frá avtaluni og at meta hana sum ógyldaða.
Ein serlig støða (force majeure)
- Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, greiddi m.a. frá, at neyðugt var at reagera beinanvegin fyri at vísa, at Starvsfelagið ikki góðtekur, at sín sáttmálapartur brýtur ella vísir, at tey halda seg kunna bróta avtaluna. Um Starvsfelagið góðtók hetta, var tað ein viðurkenning av, at tað, sum partarnir avtala, einki hevur at siga og at landsstýrið altíð kann lóggeva beint ímóti sínum avtalum. Hvat er so meiningin við Starvsfelagnum? Og hví gjalda limagjald? Við lógaruppskotinum um at lóggeva undantøk fyri verkfallið hjá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er talan sostatt um eina støðu, sum kundi hótta eksistensgrundarlagið hjá Starvsfelagnum.
Fasti Gerðarrættur gav Fíggjarmálaráðnum viðhald og staðfesti, at samhugaverkfallið var eitt óheimilað stríðsstig, tí tað ikki var fráboðað minst 48 tímar frammanundan. Úrskurðurin var fyribils sagdur munnliga.
Nevndin fylgir við gongdini í málinum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og viðger støðuna leypandi.