Fakfeløgini hava superkreftir á umhvørvisøkinum
29. August 2023
Fakfeløgini í Norðurlendum hava við frælsu avtaluskipanini – norðurlendska avtalumodellinum – sera góðan møguleika, at gera sína ávirka galdandi í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Tey hava superkreftir, tá umræður at ávirka landsins myndugleikar at skapa eitt orkuskifti og gera veðurlagsátøk, sum eru rættvís.
Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Annu Linell, sum hevur hildið fyrilestur fyrrapartin á NSO-ráðstevnuni í Arild í Svøríki.
Linell er nationaløkonomur og serfrøðingum í orkumálum.
Hon lýsir avbjóðingarnar á veðurlagsøkinum, har hitin ikki má hækka meira enn 2 stig, ið hvussu so er ikki meira enn 1,5, og málar álvaran fyri okkum, tá hon endurgevur ST-aðalskrivaranum, Antoniu Guterres:
”The era of global warming has ended. The era of global boiling has started.”
Hon greiður frá, hvussu heimsins lond hava trupult við at seta tey tiltøk í verk, sum tey hava bundið seg til í París-avtaluni, og at meira má gerast, enn gjørt verður í dag.
Rættvíst umskifti
Hon vendir sær til fakfeløgini og greiðir frá, at ”rættvísi” ella ”rættvíst umhvørvis- og orkuskifti” er eitt av lyklaorðunum í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum, og tá støða skal takast til, hvørji stig landsins myndugleikar skulu seta í verk at avmarka útlátið.
Tí tað er ein sannroynd, at bæði lond, økir, fólkabólkar og samfelagsstættir eru ógvuligt ymiskt fyri, tá ið umræður í hvønn mun tey megna og skulu átaka sær átøk. Summi lond hava lítla ábyrgd av útlátinum og eru kanska fátæk. Eisini vísa kanningar, at CO2 útlátið er rættuliga ymiskt, alt eftir økjum í landinum og um talan er um rík ella minni múgvandi fólk.
Og her koma fakfeløgin inn í myndina.
Fakfeløgini kunnu vera við til at tryggja, at veðurlagsátøkini verða rættvís, t.d. so at tey ikki fara at raka tey við minstu inntøkunum harðast. Men at tað verða tær breiðastu ferðarnar, ið fara at bera tygstu byrðurnar.
Eingin skal koma í klemmu í umskiftinum, øll skulu vera við. Summi skulu ikki bera størri byrður enn onnur. Um tú ert resursusterkur, skalt tú eisini taka størri ábyrgd, ljóðaði boðskapurin.
Her eru norðurlendsku fakfeløgini í tí serliga góðu støðu, at tey við trípartasamráðingum og gjøgnum sáttmálarnar hava møguleika fyri at ávirka arbeiðsmarknaðin, so at veðurlagsátøkini verða rættvíst.
Við síni serligu frælsu arbeiðsmarknaðarskipan hava norðurlensku fakfeløgini super styrki at gera sína ávirkan galdandi, segði Linell.
Og broytingar henda longu.
Broytingar
Altjóða felagsskapurin hjá fakfeløgum, arbeiðarafelagskapurin ILO, hevur sett málið um rættvíst orkuskifti á dagskránna. Í norðurlondum hevur felagskapurin hjá norðurlenskum fakfeløgum, NFS: Nordiska Fakliga Samarbejdsorganisation reist málið um rættvísi, og verður hetta á dagskránni, tá ið Norðurlendska Ráðharraráðið hevur fund í Íslandi seinni í ár.
Málið er at ávirka landsins stjórnir og altjóða samfelagið, so at rættvísishugsjónin verður ein grundfestur partur av stríðnum móti veðurlangsbroytingunum.
Í hesum sambandi nevnir hon Finnland sum dømi um eitt land, sum í síni veðurlagslóg hevur fingið staðfest, at umskiftið og átøkini skulu byggja á eina rættvísishugsan. Tað er eitt frambrot.
Umframt trípartasamráðingar – sum eru millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanini – nevndi Linell dømi um, at fakfeløg í norðurlondum í sínum sáttmálum hava fingið ásett reglur um klimaumboð – eins og álitisfólka- og trygdarumboð - sum skulu vera við til at ávirka umskiftið á arbeiðsplássunum. Eisini við rættvísishugsanini í mentu.