Eingin lætti til tey, sum veruliga tørva tað
22. November 2023
Mynd: Jens Kr. Vang
Í samband við ætlaðu broytingarnar í skattaskipanini, sum samgongan hevur lagt upp til, hevur Fakfelagssamstarvið sent hetta hoyringsskrivið til Fíggjarnevnd Løgtingsins:
Til Fíggjarnevndina
Fakfelagssamstarvið takkar við hesum fyri møguleikan, at viðmerkja ætlaða uppskotið um skattaumskipan 2024 og 2025.
Tað er ein sannroynd, at dagligdagurin er vorðin alsamt truplari fíggjarliga hjá føroyska húsarhaldinum. Nú ógvuslig hækking, síðani 2020, er farin fram á rentustigi og prísum á gerandisvørum og tænastum, eru mánaðarligu útreiðslurnar hjá einari vanligari føroyskari barnafamilju* øktar við umleið kr 10.000 mánaðarliga. Fáar familjur megna at varðveita livistøðið, tá útreiðslurnar økjast so ógvusliga og keypiorkan soleiðis verður munandi skerd. Tískil er ein skattalætti, sum skattaumskipanin førir við sær, kærkomin. Lættin er tó sera avmarkaður hjá teimum mongu, sum veruliga hava brúk fyri einum lætta.
Broytingin í landsskattastiganum í 2024 og 2025 hevur hesar skattalættar við sær:
Mynd 1, sum vísir yvirlitið yvir mánaðarligan skattalætta, tengt at inntøku, vísir greitt, hvørjar ársinntøkur fáa størsta skattalættan. Í 2024 er tað serliga ársinntøkurnar millum kr 380.000 og kr 700.000, ið fáa størsta lættan og tá landsskatturin eisini er umskipaður í 2025, er tað inntøkurnar frá kr 460.000 til kr 600.000, ið fáa størsta lættan.
Miðallønin í Føroyum liggur um kr 30.000 mánaðarliga ella kr 360.000 árliga. Sum mynd 1 vísir, fær føroyska miðallønin bert avmarkaðan skattalætta, sammett við hægru lønirnar. Mánaðarligi skattalættin hjá miðallønini verður um kr 400 í 2024 og um kr 700 í 2025.
Skattaumskipanin verður millum annað fíggjað við øktum avgjøldum á tungolju, dieselolju og bensin. Eisini verða nakrar serskipanir niðurlagaðar.
Hyggja vit aftur eftir húskinum, sum er nevnt omanfyri, so kann væntast, at hendan familjan fær øktar útreiðslur til orku á í minsta lagi kr 350 mánaðarliga. Í minsta lagi, tí hendan familjan ikki pendlar, men bert koyrir avmarkað tal av kilometrum árliga. Er talan um familju sum pendlar, økjast mánaðarligu útreiðslurnar til orku meira.
Legg eisini til merkis, at økt punktgjald á brennievni sannlíkt fer at økja um el-prísin og væntast kann eisini, at hægri orkuprísir kunnu fáa vinnulívið at leggja teirra øktu orku-útreiðslur omaná gerandisvørur og tænastur, sum longu eru dýrkaðar munandi og sum longu tyngja húsarhaldið sera nógv fíggjarliga.
Meginparturin av skattalættanum vil tí fara til øktar útreiðslur og soleiðis ikki lætta um fíggjarliga dagligdagin hjá teimum mongu.
Fakfelagssamstarvið metir tí ikki, at ætlaða skattaumskipanin er ein stórvegis hjálp hjá okkara limum, tí tað verður sera avmarkað, hvør fær betrað keypiorkuna av ætlaðu skattaumskipanini.
Fakfelagssamstarvið
(Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Starvsfelagið)
* Húskið hevur 2 smærri børn, eina sethúsaskuld á 2,5 mió kr, lítið billán og annars vanligar útreiðslur.