Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Foreldur fáa løn undir sóttarhaldi hjá børnum

26. Oktober 2021

COVID-19: Nú verður hjálp at heinta hjá smábarnaforeldrum, sum noyðast heim at ansa børnunum, tí at tey eru smittað av korona ella eru sett í sóttarhald. Tey, sum starvast hjá landi og kommunum kunnu fáa fráveru við løn og tey, sum starvast í almennu partafeløgunum fara eftir ætlan at fáa rætt til dagpening í hesum støðum.

Fíggjarmálaráðið hevur dagført vegleiðingina um starvsfólka- og lønarviðurskifti í samband við koronufarsóttina. Broytingin merkir m.a. at starvsfólk, sum ikki fær ansing til børn yngri enn 14 ár, tí at barnið er smittað av korona ella sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, kunnu fáa rætt til vera heima hjá børnunum við løn.

Broytingarnar eru settar í gildi við afturvirkandi kraft til 15. septembur 2021.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið arbeiðir við at gera eina vegleiðing um viðurskiftini, og fer hon at líkjast vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum, upplýsir KAF. Hetta merkir, at tey sum starvast hjá kommunum og kommunalum felagsskapum fara at fáa umleið somu treytir, sum tey hjá landinum.

Í dagførdu vegleiðingini sigur Fíggjamálaráðið m.a. hetta um starvsfólk við børnum, sum eru ávirkað av korona:

  • Starvsfólk fáa løn sum vanligt, tá tey eru heima hjá børnum yngri enn 14 ár, sum eru smittað við korona ella sett í sóttarhald av heilsumyndugleikanum.
  • Starvsfólk, ið hava arbeiði, sum kann loysast heima, hava skyldu at arbeiða mest møguligt heimanífrá og annars møta til arbeiðis í tann mun tað ber til.
  • Arbeiðsgevarin eigur at viðurkenna, at starvsfólk, ið ansa børnum undir skúlaaldur, kunnu hava trupult við at arbeiða fulla tíð heimanífrá.
  • Har arbeitt verður í vaktum, eigur arbeiðsgevari at umleggja vaktir soleiðis, at til ber hjá starvsfólkum at arbeiða mest møguligt.
  • Ynskir starvsfólk sjálvi at verða heima í sóttarhaldi, eigur starvsfólki at seta seg í samband við Landslæknan, sum kann meta, um hetta er neyðugt. Metir Landslæknin at tað ikki er neyðugt, ger arbeiðsgevarin eina ítøkiliga meting um fráveru og rætt til løn.

Føroya Tele og Posta

Samstundis sum rættindini hjá starvsfólkunum hjá tí almenna verða betraði, hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, boðað frá eini líknandi broyting í løgtingslógini um dagpening.

Hetta merkir, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skulu fáa rætt at fara heim við dagpeningi, tá tey eru heima hjá børnum yngri enn 14 ár, sum hava fingið staðfest smittu ella verða koyrd í sóttarhald av heilsumyndugleikunum. Starvsfólk kunnu í hesum førum søkja um dagpening, um tey annars ikki hava rætt til løn sambært sáttmála undir fráveru.

Fyri limirnar hjá Starvsfelagnum er hetta viðkomandi fyri tey, sum starvast hjá almennu partafeløgunum Føroya Tele og Posta, sum við hesum kunnu fáa rætt at fara heim við dagpeningini vegna vantandi barnaansing í sambandi við COVID-19.

Lógaruppskot er á veg í løgtingið og eins og við vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum er ætlanin, at skipanin skal vera afturvirkandi til 15. september.

Felagið fegnast

- Hetta er eitt framstig fyri barnafamiljurnar, sum nú ikki longur eiga at koma í klemmu, tá stovnar t.d. senda børnini heim orsakað av COVID-19, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

- Felagið heitti í fjør summar á Fíggjarmálaráðið um at gera slíkar broytingar, tá ið samfelagið læt upp aftur í fjør summar, og vit fegnast um, at hetta nú verður gjørt, sigur Súni Selfoss.

Starvsfelagið hevur spurt seg fyri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um foreldur kunnu fara heim við vanligari løn, eins og starvsfólk hjá tí almenna. Svarið er, at ætlanin er ikki at seta reglurnar hjá landinum í gildi á privata arbeiðsmarknaðinum.

Les vegleiðingina frá Fíggjarmálaráðnum her:

https://lms.cdn.fo/media/15879/veglei%C3%B0ing-um-covid-19_galdandi-fr%C3%A1-15-september-2021.pdf?s=7YACs8xpgMbQdc8ehD3gbx23B2I