Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Gott at sleppa frá at koyra

Gott at sleppa frá at koyra

Tekstur: Sveinur Tróndarson
Myndir: Jens Kr. Vang

Christel Christoffersen, sum býr í Sandavági, fegnast um møguleikan um at arbeiða heimanífrá onkran dag í vikuni. – Tað er ein avgjørdur fyrimunur at sleppa frá at koyra til Havnar hvønn dag, sigur hon, og leggur afturat, at hon nokk ikki fer at brúka møguleikan so nógv, tá skrivstovan flytur inn í nýggju hølini á Giljanesi

- Tað er ein lætti at sleppa frá at fara suður til Havnar hvønn dag. Arbeiðsdagurin blívur styttri, tí tað tekur eina løtu at koyra suður um morgunin og vesturaftur, tá dagurin er liðugur. Mann kann sova tann hálva tíman longri um morgunin, vera saman við familjuni tað longur og so kann mann fáa ymiskt frá hondini heima, sum mann annars ikki kundi.

Soleiðis sigur Christel Christoffersen, tá vit spyrja hana, hvørjar fyrimunir hon sær við at kunna arbeiða heimanífrá onkran dag í vikuni.

Christel Christoffersen er deildarleiðari í umsitingini í Sjóvinnustýrinum og eisini tey hava fingið møguleikan at arbeiða heimanífrá, á sama hátt, sum hinir starvsbólkarnir í Sjóvinnustýrinum.

Tá stovnurin – fyribils – flutti til Havnar, tí hølini, sum tey hildu til í í Miðvági, ikki vóru egnað til endamálið, valdi hon at taka av møguleikanum at arbeiða heimanífrá onkran dag í vikuni.

Millum fyrimunirnar er tað, sum hon nevnir omanfyri, men so er tað eisini tað, at tú hevur betri møguleika at hugsavna teg, tá tú situr fyri teg sjálvan.

- Er okkurt, sum krevur, at mann hevur meira frið, ja, so kann eg velja at seta meg heima og gera ta uppgávuna. Av tí, at vit hava opið landslag á skrivstovuni, kann eg ikki seta meg fyri meg sjálvan og lata hurðina aftur, men siti eg heima, so kann eg eisini fara frá og gera onnur ting, og so arbeiða tað innaftur seinni, greiðir hon frá.

Sum nevnt er skrivstovan fyribils flutt til Havnar, og tí merkist koyringin væl. Men hvussu verður so, tá stovnurin flytur í nýggju hølini, sum í løtuni verða bygd á Giljanesi. Fert tú tá framvegis at arbeiða heimanífrá ein dag í vikuni?

- Nei, tað vænti eg ikki, at eg fari. Tá er arbeiðsplássið bara tríggjar minuttir úr túninum og tá er mest sannlíkt, at eg møti á skrivstovuni, tá eg skal til arbeiðis, sigur Christel Christoffersen.

Hon fegnast um møguleikan, sum hon hevur nú, tí tað ber til hjá starvsfólkunum at sita heima – ella onkra heilt aðrastaðni – og arbeiða.

- Vit hava samband við skipanirnar, sum vit brúka, og í prinsippinum kann tað gera tað sama, hvar vit sita. Í ávísum førum er tað ein beinleiðis fyrimunur, at mann ikki nýtist at vera á skrivstovuni hvønn dag, og eg dugi væl at síggja starvsbólkar hjá okkum, sum hava stórar fyrimunir av tí. Og so er tað gott, at vit øll kunnu brúka ta skipanina, líkamikið hvar í organisatiónini mann er, sigur Christel Christoffersen.