Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fyrimunur fyri arbeiðsplássið

Fyrimunur fyri arbeiðsplássið

Tekstur: Sveinur Tróndarson
Myndir: Jens Kr. Vang

Fyri nøkrum árum síðan sá Hans Johannes á Brúgv ikki tað stóra í, at fólk arbeiddu heimanífrá. Men tað broyttist í 2020, tá fólk vórðu send til hús at arbeiða og síðan tá er nógv broytt í Sjóvinnustýrinum, har hann er stjóri

- Eg má viðurkenna, at eg sjálvur nokk var størsta forðingin fyri broytingum. Hjá mær var tað soleiðis, at tá eg fór til arbeiðis, so fór eg á arbeiðsplássið, tí tað var tað sum eg var vanur við. Men tað broyttist undir korona, tí tann tíðin vísti okkum, at tað bar væl til at arbeiða heimanífrá og síðan hava vit tikið tað til okkum.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, tá hann verður spurdur um tilgongdina frá at vera eitt arbeiðspláss, har fólk møttu til arbeiðis á skrivstovuni, til at starvsfólkini nú hava møguleikan til at arbeiða heimanífrá eisini.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum er neyvan tann einasti stjórin, sum hevði tann hugburðin, at fólk skuldu møta á skrivstovuni fyri at vera til arbeiðis, og hann er heldur ikki tann einasti, sum hevur broytt fatan.

Nú viðurkennir hann blankt, at tað avgjørt kunnu vera fyrimunir, at fólk kunnu arbeiða heimanífrá onkrar dagar, ein ella fleiri, alt eftir tørvi, arbeiðsuppgávum og øðrum.

- Tað, sum vit lærdu var, at tað ber væl til hjá okkum at arbeiða heimanífrá, og tí góvu vit starvsfólkunum tann møguleikan. Møguleikin er ikki knýttur at ávísum arbeiðsbólkum, tí øll kunnu loysa uppgávur heimanífrá, sigur hann.

Frítt val

Hans Johannes á Brúgv leggur dent á, at tað ikki er eitt krav til arbeiðsfólkini, at tey skulu arbeiða heimanífrá, men hava tey brúk fyri tí, líkamikið hvør orsøkin er, ja, so ber tað til.

- Tað kann vera, at tey hava brúk fyri at sita fyri seg sjálvan og velja at gera tað heima heldur enn á arbeiðsplássinum, og tað sleppa tey. Tað kann vera, at tey hava eitthvørt, sum tey privat mugu avgreiða um dagin, og við at arbeiða heimanífrá hava tey so møguleika at arbeiða rundan um tær avtalur, sum tey hava, sigur hann.

Tað finnast dømi um arbeiðspláss uttanlands – og ivaleyst her heima eisini – sum hava sett fólk burturav til at arbeiða heimanífrá, og tá skal tað sjálvandi skipast eftir nærri ásettum reglum.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum vísir á onkrar samstarvsfelagar í Norðurlondum, sum hava brúkt tann møguleikan, og tá hevur arbeiðsgevarin til dømis goldið fyri uppseting av skrivstovu heima. Men so er ikki hjá Sjóvinnustýrinum her á landi.

- Vit hava givið fólki møguleikan at arbeiða onkrar dagar heimanífrá, og í tí sambandi rindar stovnurin fyri internetsambandið hjá starvsfólkunum. Útyvir tað, og teldu og telefon, sum er nátúrligur partur av arbeiðsútgerðini, kostar hetta okkum ikki nakað eyka, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Spenna vítt

Uppgávurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru rættiliga fjølbroyttar. Eitt er, at stovnurin avgreiðir nógvar umsóknir um ymisk skjøl, men talan er eisini um ein eftirlitsstovn, har starvsfólk eru úti.

Tí kann tað vera ein greiður fyrimunur fyri starvsfólkini, um tey sjálvi sleppa at gera av, hvar tey arbeiða, serliga tá talan er um fólk, sum eru úti og gera eftirlit.

- Hjá teimum kann tað í grundini gera tað sama, hvar tey sita, og tað er ein av orsøkunum til, at vit hava loyst upp fyri hesum, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Hann leggur afturat, at starvsfólkini búgva ymsastaðni í landinum, til dømis býr onkur í Norðoyggjum og tá kann tað vera eitt sindur langt at koyra vestur í Vágar – ella til Havnar, har stovnurin heldur til, inntil nýggja skrivstovan á Giljanesi er liðug.

- Tað ger í stóran mun arbeiðsdagin hjá okkara fólki lættari og tað ger, at nøgdsemið á arbeiðsplássinum er betri. Millum annað av teirri orsøk er hetta ein góð skipan, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum.

Neyvari skráseting

Tað er tó ikki bara sum at siga tað at hava eitt arbeiðspláss, har øll fólk ikki sita undir somu lon. Ein av avbjóðingunum er, hvussu leiðast skal, men akkurát tann partin hava tey í Sjóvinnustýrinum loyst við neyvari skráseting.

- Vit høvdu jú skrásetingsarskipanir, og tær hava vit ment víðari, so vit í dag skráseta neyvari, hvat starvsfólkini arbeiða við. Tí síggja vit, hvat vit brúka orku uppá, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Hann leggur dent á, at ein stórur partur sjálvandi byggir á álit, men tað er jú talan um vaksin fólk, sum gera sítt arbeiði til lítar.

- Tí er hetta ein skipan, sum vit eru væl nøgd við, leggur stjórin í Sjóvinnufyrisitingini afturat.