Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Hybrid arbeiði - tá arbeiðsplássið er bæði heimið og skrivstovan

Hybrid arbeiði

Mynd: Christel Christoffersen, deildarleiðari í Sjóvinnustýrinum

Tekstur: Sveinur Tróndarson
Myndir: Jens Kr. Vang

Føroyar eru eftirbátur samanborið við grannalondini

Tíðarskeiðið við koronu, tá nógvar fyritøkur og stovnar sendu fólk til hús at arbeiða, vísti, at tað væl letur seg gera, í øllum førum lutvíst, at arbeiða heimanífrá. Nú allar koronuavmarkingar eru burtur vísir tað seg, at vit hava lyndi til at fella aftur til gamlar vanar, har grannalondini í nógv størri mun hava hildið fast í møguleikanum við hybridum arbeiðsplássum

- Tað er áhugavert at síggja munin, tí tað er ein sannroynd, at nógv fleiri starvsfólk og arbeiðspláss í grannalondum okkara hava hildið fast í møguleikanum lutvíst at arbeiða heimanífrá, enn vit síggja tað her heima.

Tað sigur Beinta Simonsen, ið arbeiðir sum samskiftisfólk á skrivstovuni hjá Starvsfelagnum. Saman við starvsfeløgum hevur hon verið á fundum og ráðstevnum í grannalondunum, og sambært henni er gongdin greið; grannar okkara hava fingið eyguni upp fyri teimum møguleikanum, sum liggja í, at fólk heilt ella lutvíst kunnu arbeiða heimanífrá ein ella fleiri dagar um vikuna.

Í flestu førum er talan um, at tað er ein valmøguleiki, sum starvsfólkini hava, at tey heldur enn at møta á skrivstovuni ella hvar tey nú arbeiða, kunnu arbeiða heimanífrá, tá – ella um – tørvur er á tí.

Tað eru eisini gjørdar kanningar, sum staðfesta gongdina, at alsamt fleiri fólk arbeiða heimanífrá av og á. Norska Arbeidsforskingsinstituttet AFI og Oslo Metropolitan University hava gjørt eina kanning, og hon vísir til dømis, at tað nú eru nógv fleiri, sum hava møguleikan at arbeiða heimanífrá enn tey høvdu í einari kanning, sum varð gjørd í 2017.

Í kanningini frá 2017 søgdu 35 prosent, at tey høvdu møguleikan at arbeiða heimanífrá, men tá kannað varð í 2020, 2021 og í 2022 svaraðu millum 50 og 52 prosent, at tey høvdu møguleikan at arbeiða heimanífrá.

Fyri eitt fakfelag er hetta við heimaarbeiðsplássum áhugavert upp á fleiri mátar. Eitt er, at tað kann bøta um trivnaðin, um tað er ein valmøguleiki, sum allir partar fáa gagn av, nakað heilt annað er, um tað er eitt krav frá arbeiðsgevaranum, at eitt starvsfólk skal arbeiða heimanífrá burturav.

- Tí er neyðugt hjá okkum sum fakfelag at varpa ljós á hetta við hybridum arbeiðsplássum, so vit fáa greiðar reglur á økinum, sigur Beinta Simonsen.

Ikki bara fyrimunir

Sjálvt um nógv ivaleyst síggja tað sum ein fyrimun, at tey kunnu arbeiða heima, so vísir norska kanningin tó, at tað ikki bara eru fyrimunir við einari slíkari skipan.

Ein av avbjóðingunum, sum starvsfólkini vísa á er, at tey sakna fakliga umhvørvið frá arbeiðsplássinum, um tey eru ov nógv heima, og tey sakna eisini starvsfelagarnar.

Ein onnur avbjóðing er, at onkur starvsfólk hava ilt við at leggja arbeiðið frá sær, tá tey arbeiða heimanífrá, og tað kann ganga út yvir javnvágina millum arbeiði og frítíð. Hinvegin vísa onnur á akkurát tað øvuta, at tey fáa meira frá hondini, tá tey sita heima, og at tey ongar trupulleikar hava av at leggja arbeiðið frá sær, tá arbeiðsdagurin er liðugur.

Fyri arbeiðsgevarararnar hevur tað nakrar aðrar avbjóðingar við sær, millum annað at hava tamarhald á, hvat fólkini á arbeiðsplássinum gera. Tað snýr seg í stóran mun um at hava álit á fólkunum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sum tók hetta við heimaarbeiðsplássinum til sín undir koronutíðarskeiðinum, og sum hevur hildið fast í møguleikanum.

- Vit hava bara havt góðar royndir av, at fólk hava møguleikan at arbeiða heimanífrá. Tí hava starvsfólkini framvegis henda møguleikan, sigur hann.

Hans Johannes á Brúgv

Mynd: Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum

Tey velja tað sjálvi

Stjórin í Sjóvinnustýrinum dylur ikki fyri, at hann ivaleyst sjálvur var størsta forðingin fyri heimaarbeiðsplássum, áðrenn korona tvingaði hann til at broyta hugsan.

- Tað má eg nokk viðganga. Eg hevði tað soleiðis, at eg skuldi á skrivstovuna, tá eg skuldi til arbeiðis, men tað mátti eg endurskoða, tá landið varð latið aftur fyrstu tíðina undir korona. Eg havi tað framvegis soleiðis, at mær dámar best at “fara til arbeiðis”, tá eg farið til arbeiðis, men nú dugi eg væl at síggja fyrimunirnar av, at fólk kunnu arbeiða heima, sigur hann.

Í Sjóvinnustýrinum er skipanin skrúvað soleiðis saman, at fólk velja tað sjálvi, um tey vilja arbeiða heima, og tann skipanin er galdandi fyri øll.

- Hjá okkum kunnu allir starvsbólkar velja tað til, og so gera vit í felag av, hvussu tað verður skipað, sigur stjórin.

Hann vísir á, at alt arbeiðið kann gerast um farteldu og fartelefon, og fyri viðskiftafólkini kann tað í grundini gera tað sama, hvar starvsfólkini sita, tá tey eru til arbeiðis.

- Tað er eitt sindur mótsigandi, at okkara viðskiftafólk kunnu sita um allan heim og biðja um eina tænastu frá okkum, og so skulu vit krevja, at fólkini sita her á skrivstovuni alla tíðina. Tí gevur tað góða meining, at tey kunnu arbeiða heimanífrá, og tað kunnu tey, tí tey hava samband við allar skipanir umvegis telduna, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.

Les samrøðuna við Hans Jóhannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, her. Eisini kann samrøða við Christel Christoffersen, deildarleiðara í Sjóvinnustýrinum, lesast her.

Tíðin broytist og fólk broytast við

Eitt annað arbeiðspláss, sum hevur tikið møguleikan við hybridum arbeiðsplássum til sín, er Føroya Tele. Akkurát tað er kanska ikki so løgið, tí Føroya Tele er eitt stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, men tað er avgjørt ikki einasta orsøkin, vísir Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkastjóri á Føroya Tele, á.

- Fyri Føroya Tele hevur tað stóran týdning at vera frammarlaga í menningini, og vit síggja tað meira og meira, hvussu mynstrini broytast millum tey yngru, sum nú koma út á arbeiðsmarknaðin. Skulu vit hava fatur á teimum røttu – og góðu – starvsfólkunum, so krevur tað, at vit fylgja gongdini, sigur hon.

Á sama hátt sum í Sjóvinnustýrinum er hetta við heimaarbeiðsplássum ein valmøguleiki hjá starvsfólkunum. Tað er ikki fyri øll, men fyri tey, sum tíma, duga og vilja tað, er tað ein góður møguleiki.

- Vit hava givið øllum 30 deildunum møguleika til at brúka heimaarbeiðspláss, og av teimum hava 24 teirra tikið av møguleikanum. Tað er teirra egna val og tað er einki krav um, at tað skal vera ein møguleiki, sigur Rakul Svabo Róadóttir.

Les samrøðuna við Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkastjóra í Føroya Tele, her.

Rakul Svabo RóadóttirMynd: Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkastjóri í Føroya Tele

Fleksibul flekstíð

Fyri starvsfólkini kann tað heilt vist vera ein fyrimunur, at tey sjálvi stýra arbeiðsdegnum, tá tey eru heima, og tað blanda arbeiðsgevararnir – í øllum førum Sjóvinnustýrið og Føroya Tele – seg ikki uppí.

Ella tað gera tey í prinsippinum ikki, tí starvsfólkini hava sjálvandi eitt tímatal, sum skal dekkast, men nær tey gera tað er í grundini upp til starvsfólkini.

Og tó, tí hjá Føroya Tele hava tey tað, sum eitur fix-tíð, tað vil siga nakrar tímar, har tey skulu vera til taks, og tann tíðin er klokkan 10-14. Restini ráða starvsfólkini sjálvi yvir.

Tað týdningarmiklasta fyri báðar fyritøkurnar er, at hetta er ein møguleiki, sum starvsfólkini kunnu velja til.

- Starvsfólkini hava við hesum ávirkan á, hvussu teirra arbeiðsdagur er samansettur og tað hevur havt positiva ávirkan, tað eri eg vísur í, og vilja tey heldur møta á arbeiðsplássinum, so hava tey avgjørt møguleika til tað, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.