Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Var offur fyri happing og segði upp

Var offur fyri happing og segði upp

Tekstur: Jákup Bogi Joensen
Mynd: Tilgjørd/Jens Kristian Vang

Happing er sálarliga niðurbrótandi og elvir til mistrivnað. Tað sigur starvsfólk, ið hevur upplivað happing á sínum fyrrverandi arbeiðsplássi og ógvisligu avleiðingarnar. Ráðini eru at siga frá  og um neyðugt at siga upp, heldur starvsfólkið.

Ljótur atburður og niðrandi viðmerkingar, grátandi starvsfólk og ein vánaligur arbeiðsmoralur, ið gjørdi umhvørvið púra ótolandi.

Soleiðis lýsir eitt starvsfólk, ið hevur upplivað happing og vil vera dulnevnt, gerandisdagin á einum fyrrverandi arbeiðsplássi.

At enda fleyt yvir.

– Eg segði upp og fór í vissuni um, at tað var rætta avgerðin. Tað er ikki vert at verða verandi á einum arbeiðsplássi og bøta við sálarligu heilsuni.

Happing hevur fleiri andlit og kann daga undan í ymsum útgávum. Í hesi greinini sigur dulnevnda keldan frá sínum persónligu upplivingum.

– Eg var júst komin aftur úr farloyvi og varnaðist, at tað ruggaði ikki rætt á skrivstovuni. Annað fólk var komið í starv, og tónin var vorðin øðrvísi. Tosað varð ljótt, happandi og mannminkandi, og ein av mínum starvsfeløgum hoknaði undir trýstinum og fór grátandi til hús um dagarnar. Eg gjørdi ovastu leiðsluna varuga við støðuna og helt, at viðferðin av starvsfelagnum var órein og óvirðilig. At enda segði starvsfelagin seg úr starvi, og eg gjørdist næsta ofrið fyri happingini. Eisini eg græt stundum í bilinum frá arbeiði. Men eg hugsaði ikki beinanvegin, at tað var happing. Tað var als ikki í mínum tonkum at kalla tað so. Tann tankin kom til mín seinni og so líðandi, tá ið onnur starvsfólk, sum eisini eru farin av arbeiðsplássinum, settu orð á neyvt somu upplivingar, sum eg havi havt. Tað var ikki fyrr enn tá, at klokkurnar fóru at ringja, og tað gekk upp fyri mær, hvørjum eg havi verið fyri á arbeiðsplássinum.

Sjónligu tekinini

Tekinini høvdu annars ikki skortað. Starvsfólk vóru strongd og illa við og høvdu ilt við at hugsavna seg og siga frá, tí tey óttaðust avleiðingarnar.

– Eg tók mær løgi at flýggja, so eg ongantíð var í einrúmi við happaranum, og fann stundum upp á ymsar umberingar um ørindi aðrastaðni í húsinum. Seinni havi eg mangan hugsað, hví eg mundi gera tað. Helst er svarið, at tað hevur verið ein ótilvitaður tanki um at sleppa mær burtur úr ótolandi støðuni, sum eg var í.

Onnur tekin vóru eisini um eitt ógvuliga vánaligt arbeiðsumhvørvið og vaksandi mistrivnað millum starvsfólkini. Við jøvnum millumbilum vórðu fundir slitnir í ótíð uttan greiðar og ítøkiligar niðurstøður og uppgávur, sum onnur áttu at havt loyst, av órøttum álagdar starvsfólkum.  Atgongd til tól og upplýsingar vórðu noktað, so starvsfólk ikki fingu gjørt sítt arbeiði til lítar. Mistrivnaðurin breiddi seg og fekk fastatøkur, og eitt skifti søgdu so nógv starvsfólk seg úr starvi, at bara eitt starvsfólk var eftir og mátti átaka sær uppgávur fyri fleiri. Ovasta leiðslan varð kunnað um óhaldbaru støðuna, men tað broytti einki.

Sópa undir gólvteppið

At enda gjørdist støðan so vánalig, at eingin loysn og eingin vón tóktist at vera í eygsjón.

– Eg vendi mær til ovastu leiðsluna at siga frá óskilinum, men einki hjálpti. Eg veit ikki, um tað er satt, men eg sat eftir við teirri kensluni, at leiðslan helt tað vera knarr og tók ikki málið í fullum álvara.

Men á skrivstovuni gjørdist huglagið bara verri og versnaði. Happingin helt fram við sama lag, stundum við ógvisligum herðindum, og tað skelkaði fleiri av starvsfólkunum.

– Eg var ógvuliga illa við, og komið var at mørkum. Eg fór til hús og skrivaði uppsøgnina, sum eg sendi ovastu leiðsluni við telduposti sama kvøldið. Eg segði leiðsluni, hvat eg helt um støðuna, at eg ivaðist í handfaringini, og vísti á, at eg var fjórða starvsfólkið eftir stuttari tíð, sum segði seg úr starvi við happing og mistrivnaði sum grundgeving. Fleiri starvsfólk eru síðani farin sama veg. Eg haldi, at tað átti at fingið onkra klokku at ringja hjá leiðsluni. 

Tað undrar fyrrverandi starvsfólkið stórliga, at leiðslan á stovninum hevur drálað og framvegis ikki tykist at hava gjørt stórvegis við málið, hóast rúm tíð er fráliðin, síðani starvsfólkið fór av stovninum.

Ráðini frá dulnevnda starvsfólkinum til stovnsleiðslur, bæði almennar og privatar, ið verða varskógvaðar um happing, eru tí púra greið: Tak málið upp og loys trupulleikan alt fyri eitt.

– Tað nyttar ikki at sópa trupulleikarnar undir gólvteppið, tí fyrr ella seinni er so nógv sópað, at til ber ikki at ganga eftir gólvinum, tí so nógvir skitnir sannleikar fjala seg undir teppinum.

Og, leggur starvsfólkið aftrat, er talan um eina sunna og góða og at sær komna leiðslu, verður hond tikin um fráboðanir um happing beinanvegin.

– Tað má vera uppgávan hjá leiðsluni at tryggja góðar karmar, so happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum, og tosað verður virðiliga á stovninum. Bæði millum leiðslu og starvsfólk.

Sig frá, sig upp og gevst

Dulnevnda starvsfólkið er í dag farið í annað starv. Men upplivingin á fyrrverandi arbeiðsplássinum hevur sett síni djúpu spor.

– Eg havi søkt onnur størv og eri biðin um at koma til samrøðu. Tað er gleðiligt, men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar, tí so djúpt stingur tað, ið eg áður havi upplivað. Helst stendst henda kenslan av ótta og ræðslu fyri at uppliva happing av nýggjum. 

Spurningurin er so, hvørji ráðini eru til teirra, ið uppliva happing á arbeiðsplássinum. Dulnevnda starsvfólkið er ikki í iva. Tað ræður um at seta greið mørk.

– Sig frá, sig upp og gevst á arbeiðsplássinum. Finn nýggjar leiðir. Happing skeiklar sjálvsmyndina og fer ógvuliga illa við fólki. Tað er ikki vert at seta lív og heilsu í váða fyri arbeiðsplássið og lønina eina. Lívið er ov stutt til tess og alt ov dýrabart.

Tí er áheitanin frá dulnevnda starvsfólkinum púra greið, tá ið um happing og mistrivnað á arbeiðsplássinum ræður.

– Vit hava øll ábyrgd at siga frá og virka fyri betri og sunnari mentan á arbeiðsplássinum.

Vilja basa happingini

Vit hava verið í sambandi við leiðsluna á fyrrverandi arbeiðsplássinum hjá dulnevndu kelduni.

Leiðslan á arbeiðsplássinum harmast almikið um, at starvsfólkið sigur seg hava verið fyri happing og hevur ta fatan, at einki varð gjørt við happingina frá leiðslunnar síðu.

Leiðslan vil ikki, at happing skal vera á arbeiðsplássinum og hevur orðað ein politikk fyri økið.

Leiðslan ætlar í næstum at seta uppaftur fleiri tiltøk í verk til tess at forða fyri og basa happing á arbeiðsplássinum.

(Starvsfelagið kennir samleikan og veit, hvør dulnevnda keldan í greinini er).