Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Limakanning

Førleikamenning í hálvum gekki

LIMAKANNING: Nógv kenna ikki  avtalurnar, hava ongari førleikamenning verið í og heldur onga persónliga starvfólkasamrøðu um menningarmál verið til. Limakanning hjá Starvsfelagnum bendir á, at avtalan um skipaða og strategiska førleikamenning verður ikki útint í verki

Starvsfelagið hevur avtalur um skipaða og strategiska førleikamenning fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi og kommunum og kommunalum stovnum. Avtalurnar eru partur av sáttmálunum við ávikavist Fíggjarmálaráðið (FMR) og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Ein limakanning, sum varð gjørd í november í fjør, vísir tó, at tað eftir øllum at døma er langt millum orð og praksis.

538 svaraðu

1420 limir hjá Starvsfelagnum í sáttmálaøkjunum hjá KAF og FMR fingu 12 spurningar um førleikamenning á arbeiðsplássinum. Tilsamans 538 limir svaraðu spurningunum.

Spurningarnir snúðu seg í høvuðsheitum um, hvørt limirnir halda, at ítøkiligar ásetingarnar í avtalunum um strategiska og skipaða førleikamenning verða fylgdar. Harafturat vórðu teir spurdir um sína útbúgvingarstøðu, hvør tey halda skal rinda fyri førleikamenningina, og nær á degnum tey halda, at førleikamenningin liggur best.

Úrslit

Kanningin vísur m.a., at

  • bróðurparturin av teimum spurdu, uml. 70%, vita ikki, at felagið hevur nakra avtalur um strategiska og skipaða førleikamenning á almennu arbeiðsplássunum.
  • tey flestu, 78% (KAF) og 81% (FMR), høvdu havt áhuga at tikið av tilboði um førleikamenning
  • meiri enn annarhvør sigur, at teirra arbeiðspláss hevur onga skipaða førleikamenning av starvsfólkunum, soleiðis sum sáttmálin ásetur, 51% hjá FMR og 57% hjá KAF.
  • ein stórur partur, 44% av teimum spurdu í FMR-økinum og 42% hjá KAF, siga, at tey hava ongantíð verið til nakra individuella starvssamrøðu við leiðsluna. Ávikavist 46 og 44% siga seg hava verið til starvsfólkasamrøður, men bert ein minni partur, 12%,  sigur, at samrøðurnar hava verið á hvørjum ári, soleiðis sum sáttmálin ásetur.

Til ber at lesa alla kanningina her.