Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Førleikamenning

Førleikamenning

Mynd: Jens Kristian Vang

Vegurin til tryggari starv og hægri løn

FØRLEIKAMENNING: Eins og onnur fakfeløg hevur Starvsfelagið bindandi avtalur í sínum sáttmálum við tað almenna um, at starvsfólk hava rætt til fakliga førleikamenning ella eftirútbúgving. Hesa avtalur hava ovurstóran týdning í eini talgildari rembingartíð, fyri kappingarførleikan um tey góðu størvini og møguleikarnar fyri at fáa hægri løn.

Førleikamenning av starvsfólki hevur onkuntíð verið sammett við viðlíkahaldið av einum bili. Verður bilurin sýndur regluliga, viðlíkahildin og umvældur, fær hann longri livialdur og meira varandi virði.

Á líknandi hátt er tað við okkara fakligu førleikum sum starvsfólk. Verða teir ikki røktir og mentir, verða vit minni eftirspurd sum arbeiðsmegi. Vit kunnu gerast taparar í kappingin um tey góðu og betur løntu størvini; kunnu í ringasta føri fáa trupulleikar við at varðveita verandi starv.

Arbeiðsmarknaðurin er í eini tøkniligari rembingartíð, har nógv av størvunum, vit kenna í dag, fara at hvørva. Granskingin vísir, at tey, sum duga best at umstilla og førleikamenna seg, verða eisini tey, sum fara at standa seg best, tá ið størv hvørva við automatiseringini, og nýggj koma í teirra stað.

Førleikamenning og eftirútbúgving eru eisini vegurin til hægri løn. Lønarskipanin hjá Starvfelagnum er ein dynamisk skipan, har til ber at flyta seg upp í hægri lønarflokk ella at fáa serliga lønarviðbót, tá ið tú fært betri fakligar førleikar og størri ábyrgd.

Avtalur um førleikamenning

Starvsfelagið hevur í fleiri ár havt avtalur við almennu arbeiðsgevararnar, sum skulu tryggja, at starvsfólkini undir okkara sáttmálum áhaldandi verða førleikament og til reiðar at taka við nýggjum fakligum avbjóðingum. Hetta eru avtalurnar um strategiska og skipaða førleikamenning í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið (FMR) og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Talan er um rammuavtalur, sum áseta, hvat leiðslur og starvsfólk á teimum einstøku almennu arbeiðsplássunum skulu gera viðvíkjandi førleikanningini. Yvirskipað siga hesar avtalurnar m.a., at

  • hvørt einstakt arbeiðspláss skal gera strategiskt mál fyri menning av øllum starvsfólkum
  • fyri hvørt einstakt starvsfólk skal verða gjørd ein skipað førleikamenningarætlan
  • leiðsla og starvsfólk skulu hava sum mál at stovna eitt felags læruumhvørvi
  • samrøður skulu á hvørjum ári vera millum leiðslu og starvsfólk, har menningarmálini fyri einstaka starvsfólkið verða ásett og fylgd upp.

Árliga samrøðan

Árliga starvsfólkasamrøðan er ein hornasteinur í avtaluni um strategiska og skipaða førleikamenning. Hvussu samrøðan kann verða skipað, fáa vit eina ábending um í starvsfólkapolitikki landsins, sum er galdandi fyri arbeiðspláss undir landinum.

Eisini hevur starvsfólkapolitikkurin eina vegleiðing um, hvussu starvsfólkasamrøðurnar verða hildar, so at tær eru miðvísar og væl skipaðar. Eitt hent amboð hjá teimum, sum vilja hava avtalurnar um førleikamenning útintar á arbeiðsplássinum.

Samrøðan er millum starvsfólkið og nærmasta leiðaran, og endamálið við samrøðuni er at ”tryggja, at einstaka starvsfólkið mennist, og at øll arbeiðsmegin á staðnum verður styrkt.” Í samrøðuni skal møguleiki vera at skifta orð um eitt nú:

  • verandi arbeiðsuppgávur, viðurskifti og úrslit
  • broytingar í arbeiðsuppgávum
  • fyritreytir at loysa komandi uppgávur
  • skeiðsluttøka, persónlig menning, eftirútbúgving
  • samstarv

Í starvsfólkapolitikki landsins er eisini ein útbúgvingarpolitikkur, sum umrøður útbúgvingarmøguleikar og skeið. Og sum ásetur, hvussu miðvísar útbúgvingarætlanir verða lagdar til rættis fyri starvsfólkini.

Leiðsla og starvsfólk hava ein leiklut

Sambært avtalunum við FMR og KAF skal útbúgving og annað menningarvirksemi fara fram í arbeiðstíðini, og tað er arbeiðsgevarin, ið rindar útreiðslur av útbúgving.

Starvsfelagið hevur í fleiri ár fingið ábendingar frá limunum um, at avtalurnar ikki virka eftir sínum endamáli, og nýggjasta kanningin millum álitisfólkini stuðlar eisini undir henda illgruna (les í aðrari grein.)

Hetta er eitt mál, felagið hevur tikið í stórum álvara og áhaldandi hevur varpað ljós á og reistfyri sáttmálapørtunum. Bæði í sáttmálasamráðingum og seinast á álitisfólkafundinum hjá felagnum í heyst.

Sum tann, ið hevur rætt at leiða og skipa arbeiði, meta vit tað verða rættiliga natúrligt, at arbeiðsgevarin er høvuðsstigtakari til førleikamenningina.

Sambært avtalunum við KAF og FMR hava starvsfólk og álitisfólk hinvegin týðandi leiklut í tiltøkunum.

Avtalurnar siga m.a., at ”Leiðsla og starvsfólk hava felags ábyrgd av, at menningarmálini verða rokkin. Leiðslan skal tryggja karmar og treytir fyri førleikamenning, og starvsfólkið arbeiðir fram ímóti avtalaðu menningarmálunum.”

Somuleiðis staðfesta avtalurnar, at leiðsla og starvsfólk í felag skulu áseta grundreglur og leiðreglur fyri førleikamenningartiltøkum og leiðreglurnar fyri starvsfólkasamrøður. Og í hesum sambandi hava samstarvsnevndirnar – har álitisfólkini eru umboð – avgerandi leiklut.

Gjøgnum samstarvsnevndirnar ella á annan hátt kunnu álitisfólkini tískil virka fyri, at grundreglur og leiðreglur verða gjørdar fyri mál og samrøður, og at tær árligu starvsfólkasamrøðurnar verða hildnar.

Lesið meira

Á heimasíðuni hjá Starvsfelagnum kanst tú lesa um:

  • Avtalurnar um skipaða og strategiska førleikamenning aftast í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hygg undir Sáttmálar