Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

37 tíma arbeiðsvika

37 tíma arbeiðsvika

Nýggj kanning um 37 tíma arbeiðsviku varð løgd alment fram í Smæruni týsdag 5.okt. 2021. Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, sum hava gjørt kanningina fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við kanningini er at lýsa fyrimunir og avleiðingar við 37 tíma arbeiðsviku, og hvør kostnaðurin er at íverkseta hesa broyting.

Kanningin er víðfevnd og umrøður effektivitet, kappingarføri, sálarheilsu, framtíðar arbeiðsmarknaðin og javnvágina millum familju- og arbeiðslív. Somuleiðis lýsir kanningin royndir aðrastaðni við at stytta arbeiðsvikuna.

Kanningar frá øðrum londum vísa greitt, at tað eru fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, meðan vansarnir eru truplari at finna.

Framløgan hjá Jan Otto S. Holm og Regin Berg kann síggjast her og samlaða kanningin kann lesast her.

Feløgini handan kanningina eru:

Fakfelagssamstarvið (Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya og Starvsfelagið) og Heilsurøktarafelagið