Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Útbúgvingarpolitikkur

Starvsfólk skulu hava møguleika til at útbúgva og menna seg fyri at tryggja dygdargott arbeiði.

Endamál
Endamálið við einum útbúgvingarpolitikki er at menna leiðslu og starvsfólk,soleiðis at tey betur eru før fyri at røkja tær uppgávur, sum eru álagdar teimum, og betur eru før fyri at átaka sær meira fjøltáttaðar arbeiðsuppgávur.

Útbúgvingarætlan
skilt verður ímillum nútíðartørv og framtíðartørv á útbúgving og menning.

Nútíðartørvur
Serligur dentur eigur at verða lagdur á nútíðartørvin, so starvsfólk og leiðarar nema kunnleika, ið er neyðugur fyri at røkja dagliga arbeiðið.

Framtíðartørvur
Í samband við framtíðartørvin er tað av stórum týdnini, at gjørdar verða miðvísar útbúgvingarætlanir. Starvsfólkasamrøður er eitt amboð, sum starvsfólk og leiðsla kunnu nýta m.a. til at taka støðu til, hvussu starvsfólk eigur at menna seg, og hvat farast skal undir.

Útbúgvingarmøguleikar
Skeiðvirksemi og mennandi tiltøk annars eiga at vera fjøltáttað. Í tann mun, tað ber til, og tørvur er á tí, kunnu stovnar sjálvir skipa fyri innanhýsis skeiðum. Harumframt kunnu skeið verða samskipað við fyritøkur og stovnar, sum bjóða út skeið.

Útbúgving kann greinast í hesar høvuðstættir:

Grundskeið
Nýsett starvsfólk skulu á skeið um t.d. fyrisiting landsins og onnur grundskeið, sum eru neyðug fyri at røkja starvið.

Serskeið
Starvsfólk eiga at fáa høvi til at fara á serskeið, evnisskeið, evnisfundir o.t., sum eru viðkomandi fyri arbeiði teirra.

Leiðaraskeið
Dentur verður lagdur á leiðsluuppgávuna, og at leiðarar fáa eina skipaða leiðaraútbúgving. Starvsfólk, sum ætlandi skulu gerast leiðarar, eiga at luttaka á fyribúgvandi leiðsluskeiðum.

Skiftiskipanir
Umframt vanlig skeið kunnu útbúgving og menning eisini verða skipað við skifti ella umbýti av starvsfólkum á einum almennum ella privatum arbeiðsplássi í Føroyum ella í útlondum.
Á hendan hátt ber til at fáa innlit í uppgávur og mannagongdir á øðrum virkisøkjum og at betra um sínámillum samskiftið. Eitt tílíkt skifti fevnirum eitt avmarkað tíðarskeið. Starvsfólk, ið nýta henda møguleikan, verða í tíðarskeiðnum, tá ið tey eru á einum øðrum stovni, framvegis lønt av arbeiðsplássinum, har tey eru sett.

Norðurlendskt umbýti
Norðurlenskt umbýti av starvsfólki er ein skipan, sum gevur starvsfólkum høvi til at arbeiða í einum øðrum norðurlandi. Stuðul verður veittur frá Norðurlandaráðnum til ferð og uppihald. Løgmansskrivstovan umsitur skipanina.

Eftirmeting
Tað er av stórum týdningi, at eftirmeting verður gjørd av øllum útbúgvingum og tiltøkum yvirhøvur viðvíkjandi menning av starvsfólkum. Eftirmetingartalvur kunnu nýtast til at fremja eftirmetingina.
Sí hjáløgdu skjøl, sum dømi: Eftirmetingatalva I; Eftirmetingatalva 2.

Fígging
Til tess at seta útbúgvingarpolitikkin í verk er neyðugt, at viðkomandi arbeiðspláss setur pening av til endamálið.