Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Heilsa

Hvat merkir tað at vera sjúkrameldað/ur?

Einasta lógliga grund til ikki at møta til arbeiðis er sjúka. Læknaváttan kann verða kravd. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur eina vegleiðing um løn undir sjúku. Les hana her.

Eg arbeiði í vakt, soleiðis at eg fái mánaðarløn og vaktargjald. Tá eg herfyri varð sjúk, fekk eg bert føstu mánaðarlønina, og ikki vaktargjald, fyri hesar dagar. Er hetta rætt?

Starvsfólk hava rætt til løn undir sjúku, t.v.s. tá løn, sum tey áttu at fingið, um tey vóru frísk, saman við vaktargjaldi og øðrum føstum viðbótum.

Kann arbeiðsgevarin krevja upplýsingar um heilsuviðurskifti?

Arbeiðsgevarin hevur rætt til at krevja nakrar upplýsingar um heilsuviðurskifti umsøkjarans. Hetta er t.d. galdandi fyri upplýsingar, sum eru neyðugar, tá ið arbeiðsplássið skal leggja arbeiði til rættis við atliti til heilsuviðurskifti hjá starvsfólkunum. Tað kunnu vera upplýsingar um ryggtrupulleikar, soleiðis at serligur stólur krevst, ovurviðkvæmi, sum forðar fyri arbeiði við ávísum evnum ella aðrar upplýsingar av hesum slag. Sí eisini vegleiðing um løn undir sjúku her.

Meginreglan er, at arbeiðsgevarin hevur ikki rætt til at fáa fleiri upplýsingar um heilsuviðurskifti hjá starvsfólki, enn tær sum eru viðkomandi fyri at kunna røkja starvið.

 

Kann arbeiðsgevarin krevja heilsuváttan ella heilsueftirlit frá starvsfólkinum?

Á nøkrum arbeiðsplássum verða sett serliga strong krøv til heilsuviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Í flestu førum hevur arbeiðsgevarin tá ein lógarfestan rætt til at biðja um heilsuváttan ella at starvsfólkini fáa gjørt eina heilsukanning. Hetta er t.d. galdandi fyri størv innan sjó- og loftferðslu. Um ein er í iva, um arbeiðsgevarin hevur rætt til at krevja heilsuváttan/heilsukanning, kann ein biðja arbeiðsgevaran siga frá, hvør lóg ásetur, at ein eigur at góðtaka hetta. Um arbeiðsgevarin ikki kann vísa til ávísa lóg, hevur starvsfólkið vanliga ikki skyldu til at geva slíkar upplýsingar. Sí eisini vegleiðing um løn undir sjúku her.

Hvussu skal arbeiðsgevarin fara um heilsuupplýsingar?

Arbeiðsgevarin kann sum útgangsstøði ikki lata upplýsingar um heilsuviðurskifti víðari til onnur, um hetta ikki er sambært lóg, ella um starvsfólkið ikki sjálvt hevur givið samtykki til tað. Hetta er galdandi bæði í mun til onnur starvsfólk á arbeiðsplássinum og til fólk uttan fyri arbeiðsplássið.