Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Hvílandi limir

Hvør kann vera hvílandi limur?

Fólk, sum gevast at arbeiða, fara í farloyvi eina tíð ella missa arbeiðið, kunnu vera skrásett sum hvílandi limir. Hetta er eisini galdandi fyri foreldur, sum fara í barnsburðarfarloyvi. 

Í serligum førum kunnu fólk, sum hava verið í sáttmálaøkinum hjá Starvsfelagnum og sum fara í annað sáttmálaøki at arbeiða, fáa hvílandi limaskap. Spyr felagið nærri um hendan møguleikan, sum er viðkomandi fyri at varðveita atgongdina til Samlagstryggingina, hjá teimum, ið nærkast pensjónsaldri.

Kostnaður

Hvílandi limaskapur kostar 100 kr. um mánaðin. Sum hvílandi limur kanst tú framhaldandi vera við í felags sjúkra- og lívstryggingini hjá Starvsfelagnum, Samlagstryggingini, við at gjalda 200 kr. um mánaðin í tryggingargjaldi. Spyr felagið hvussu hetta verður gjørt.

Hvussu verður tú hvílandi limur?

Tað er týdningarmikið at boða frá hvílandi limaskapi. Verður einki limagjald goldið, og felagið ikki fær nakra fráboðan, tá ið fólk gevast at arbeiða, gerast arbeiðsleyst ella fara í farloyvi, verður limaskapurin strikaður.

Hetta gera tey við at boða skrivstovu felagsins skrivliga frá á starvsfelag@starvsfelag.fo, at tey vilja vera hvílandi limir.