Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Veðurforfall

Skiljast skal ímillum, hvørt talan er um lógliga fráveru ella goldna fráveru.                                                   

Lóglig frávera merkir, at starvsfólk hevur rætt til at vera burtur frá arbeiði.
Goldin frávera merkir, at starvsfólk hevur rætt til at fáa løn, tá viðkomandi er burtur frá arbeiði.
Lóglig frávera gevur ikki altíð rætt til goldna fráveru.
Hinvegin er goldin frávera altíð lóglig frávera.

Veðurforfall - lóglig frávera

Útgangsstøðið er, at illveður er lógliga fráveru.

Tó so, skal ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri. Kravið er, at illveðrið skal forða starvsfólki í at møta til arbeiðis uttan órímilig átak frá starvsfólksins síðu fyri at møta.

Til dømis: Um starvsfólk er møtt til arbeiðis, og veðrið gerst so mikið ringt, at vandi er fyri, at ikki er farandi til arbeiðis dagin eftir orsakað av illveðrinum, kann arbeiðsgevarin ikki krevja, at starvsfólk verður verandi á starvsplássinum ella nærhendis starvsplássinum til dagin eftir.

Hesar reglur eru galdandi fyri øll starvsfólk uttan mun til, um tey eru sett hjá landi, kommunum ella privata arbeiðsmarknaðinum.

Veðurforfall - goldin frávera

Útgangsstøðið er, at starvsfólk ikki hevur rætt til goldna fráveru, hóast illveður er.

Tó so, er eitt undantak, ið er galdandi fyri tey starvsfólk, ið starvast á landsins stovnum. Undantakið er, at starvsfólk hevur rætt til goldna fráveru, tá almenna ferðasambandið er slitið orsakað av illveðrinum.

Tó so, er at minnast til, at um starvsfólk er møtt til arbeiðis, og veðrið gerst so mikið ringt, at vandi er fyri, at ikki er farandi til arbeiðis dagin eftir orsakað av illveðrinum, og starvsfólkið, hóast hetta, fer heim kvøldið fyri, so hevur starvsfólkið ikki rætt til goldna fráveru dagin eftir, um starvsfólki ikki møtir til arbeiðis orsakað av illveðrinum.

Rundskrivið um fráverudagar orsakað av ringum veðri liggur á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins undir lønardeildini.

Tað, at rundskrivið bert er galdandi fyri starvsfólk, ið starvast á landsins stovnum, merkir, at rundskrivið ikki er galdandi fyri starvsfólk, ið starvast hjá kommunum, almennum partafeløgum ella privata arbeiðsmarknaðinum annars.

Hetta merkir, at um kommunur, almenn partafeløg og/ella onnur privat starvspláss ikki hava aðrar vegleiðingar ella reglur, ið fevna um fráverudagar orsakað av illveðri, so er útgangsstøðið, um at starvsfólk ikki hava rætt til goldna fráveru orsakað av illveðri, galdandi.