Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Yvirarbeiði

Eftir meginreglunum verður yvirarbeiði samsýnt soleiðis:

  • Yvirtíð 1: fyri 1., 2. og 3 yvirtíman: tímaløn + 50%

  • Yvirtíð 2: fyri 4. og fylgjandi yvirtímar og yvirtímar leygardag, sunnudag, haldidag og fastan frídag: tímaløn + 100%

Yvirarbeiði verður gjørt upp í byrjaðum hálvum tímum.

Lærlingum kann í undantaksføri verða álagt yvirarbeiði. Yvirarbeiði verður samsýnt eftir 1. stigi í lønarflokkinum, sum lærlingarnir koma í, tá ið teir eru útlærdir.

Í lønartalvunum fyri sáttmálarnar við ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ber til at lesa hvussu yvirtíðargjøldini eru í krónum og oyrum fyri júst títt starv.

Tey hægri løntu

Starvsfólk, sum eru lønt hægri enn í 6. lønarflokki og fáa álagt yvirtíðararbeiði, fáa bert tað lægra yvirtíðargjaldið.

Tey hægst løntu í sáttmálaøkjunum, tey, sum eru á lønarstigi 28 ella hægri, fáa yvirtíð – sokallað drúgt álagt yvirtíðararbeiði – eftir serligum reglum. Teir fyrstu 20 áløgdu yvirtímarnir hvønn ársfjóðring eru altíð samsýntir í lønini hjá hesum bólkinum. Meginreglan er, at yvirtíðin skal avspákast.

Til ber at lesa meira um hesa skipan í §§ 22, og 26 stk. 9 í sáttmálanum við ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Les meira um yvirarbeiði her.