Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjálvboðið eykaarbeiði

Í serligum førum og í avmarkaða tíð kunnu starvsfólk og leiðsla gera einsæris avtalur um sjálvboðið eykaarbeiði. Tá verður vikið frá vanligu ásetingunum um vaktargjøld og yvirarbeiði. Hesin møguleiki er ásettur í sáttmálunum.

Sí §§ 24 og 28 í sáttmálanunum við ávikavist FMR og KAF

Sjálvboðið eykaarbeiði kann vera, tá ið arbeiðsplássið er undirmannað í sambandi við langtíðarsjúku, barnsferð ella feriu. Tað kann vera til at átaka sær serligar uppgávur, sum ikki hava skund, men sum hava ligið á láni og bíðað. Tað kann eisini vera, tá ið eitt starvsfólk av egnum ávum vil hava eitt hægri tímatal enn avtalað í síni setanaravtalu.

Avtalur um sjálvboðið eykaarbeiði skulu vera skrivligar og gjørdar í góðari tíð, áðrenn arbeiðið byrjar. Álitisfólkið skal kunnast um avtalurnar og um, í hvussu stóran mun eykaarbeiði kemur fyri á arbeiðsplássinum.

Samsýningin fyri eykaarbeiði verður avtalað við einsæris avtalu millum starvsfólkið og leiðsluna. Avtalað verður ein føst tímaløn, sum

  • í minsta lagi skal vera: tímaløn + hægra vaktargjaldið og

  • í mesta lagi: tímaløn + hægra yvirtíðargjaldið.

Sjálvboðið eykaarbeiði skal, sum orðið sigur, vera sjálvboðið. Tað skal tí ikki blandast saman við yvirarbeiði, sum altíð er álagt og fyri samsýning, ið er er ásett í sáttmálunum.

Sjálvboðið eykaarbeiði má sum nevnt bert vera í serligum førum og avmarkaða tíð.